Á nýggju fløguni eru 10 løg. Summi av løgunum eru hørð og áleypandi, meðan onnur eru meira still og yndislig. Torført er í stuttum at greiða frá, hvat slag av tónleiki talan er um. Eitt sindur av hvørjum.
Fløgan er upptikin og ljóðblandað í Aarhus í døgunum 4. til 25. juli. Fyri upptøkuni stóð Kaj Klein, og ljóðblandið gjørdi bólkurin í felag við sama Kaj. Tað er Tom Andersen, ið »mastraði« fløguna í Feedback Recording í Aarhus.
Fløgan er einamest ætlað føroyingum, og tískil eru allir tekstirnir á føroyskum. Hetta er sambært oddamonnunum í Sirmi, eisini av idealistiskum orsøkum.
Føroyar eru eitt lítið land, og vit eru fáment, ið duga malið. Tað eru einans vit, ið búgva í hesum landi, ið kunnu varðveita tann dýrgrip, ið mál okkara er. Tað ger ongin fyri okkum. Hóast ávirkanin kanska er pinkulítil, er vónin tann, at henda fløga gerst eitt ískoyti til hesa varðveitslu, siga teir.
Bólkurin, Sirm, varð stovnaður fyri tveimum árum síðani við tí endamálið at skapa og framføra egin tónleikaverk. Bólkurin er mannaður við royndum tónleikarum úr Føroyum, Danmark og Noreg.
Tór Verland Johansen, sangarin í Sirminum, hevur gjørt flestu løgini. Hann er óivað best kendur frá duo´ini, Safir, ið gav út fløgu í 1996. Umframt at vera oddamaður í Sirmi, spælir hann sello og avkustiskan gittara.
Hans Petur í Brekkunum er hin føroyingurin í bólkinum. Flest øll tónleikaáhugað munnu hava hoyrt yndislig saksofonspæli hjá Hans Peturi. Í løtuni gongur hann á Rútmiska Konservatoriinum í Aarhus, og í mars mánaði í ár var hann í New York og fekk frálæru í saksofonspæli.
Teir tríggir donsku tónleikararnir í Sirmi, eru Lars Pedersen, el-gittara, Mads Jørgensen, trummur og Palle Hjorth á Hammond-orgul og tangentar. Normaðurin, Fredrik Jørgensen spælir el- og kontrabass. Gestatónleikari á fløguni er Thomas Ousager. Hann spælir á slagverk.
Tað fer at sirma á Jassfestivalinum, tá bólkurin fer á pall í Norðurlandahúsinum tórsdagin í komandi viku. Spælt verður frá klokkan 20.00 og til 20.50 í Konserthøllini. Talan er um onki minni enn frumframførsluna hjá Sirmi í Føroyum, og øll løgini á nýggju fløguni verða spæld.
Ætlanin er sjálvandi at nýta henda góða møguleika, og tískil taka áhoyrarnar á bóli..! Eftir konsertina verður møguleiki a togna sær fløguna »Sirm« fyri festivalkostnað, ið einans er 100 krónur?