Ársroknskapurin hjá BankNordik vísir eitt úrslit á 214 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar, skatt og virðisjavna. Úrslitið er í samsvari við væntanirnar. Stór framgongd er í rakstrarúrslitinum, sum er hækkað við 49 milliónir krónur upp í 194 milliónir krónur.
- Vit fegnast um, at vit megna at vísa framgongd í úrslitinum, hóast vit hava lækkað renturnar nógv seinastu árini. Á øllum marknaðum síggja vit eina framgongd, og vit kunnu staðfesta, at tað serliga er okkara virksemi uttanfyri Føroyar, sum er í vøkstri, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
BankNordik hevur seinastu tíðina miðsavnað fleiri uppgávur í Føroyum og í tí sambandi eisini sett nógv nýggj fólk í starv í Føroyum.
- Vit vilja fegin gera tað lættari og einfaldari at greiða síni bankaviðurskifti hjá okkum. Tískil inniber nýggja privatkundastrategi okkara eitt nú, at vit í enn størri mun skulu møta kundunum har, teir vilja møta okkum. Vit fara sostatt at leggja okkum eftir at hava smidligari loysnir, sum skulu gera tað betri at vera kundi í BankNordik, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri.
2015 var eitt sera hendingaríkt ár hjá BankNordik-samtakinum. Roknskapurin fyri árið vísir, at niðurskrivingarnar eru lækkaðar, meðan inntøkurnar eru á sama støði sum í 2014. Leiðsla bankans hevur tó valt at niðurskriva goodwill við 468 milliónir krónur, og tí vísir úrslitið eftir skatt eitt hall á 221 milliónir krónur. Niðurskrivingin av goodwill er bert roknskaparteknisk og hevur tí onga ávirkan á gjaldføri, rakstur ella fíggjarligu styrki bankans.
BankNordik varð í 2015 tilnevndur SIFI peningastovnur og harvið fevndur av herdum kapitalkrøvum. Bankin hevur ein kjarnukapital á 13,9% samanborið við 11,8% í 2014. Sostatt er málið um ein kjarnukapital á 13% í 2019 longu rokkið. Hetta ber við sær, at bankin í framtíðini væntandi fer at gjalda ein størri part av úrslitinum út í vinningsbýti.
Ársroknskapurin í stuttum:
- Rakstrarúrslitið er betrað við 49 mió. kr. upp í 194 mió. kr.
- Niðurskrivingarnar eru lækkaðar úr 85 mió. kr. í 2014 niður í 20 mió. kr. í 2015
- Útlán bankans eru økt við 183 mió. kr. samanborið við 2014
- Innlán bankans eru økt við 76 mió. kr. samanborið við 2014
- Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 167%
- Solvensur bankans er 16,8% samanborið við 14,8% í 2014
- Goodwill er niðurskrivað við 468 mió. kr











