Íslendingar eru erpnir av Harpuni. Og í Føroyum eru vit erpin av, at gøtumaðurin Ósbjørn Jacobsen, sum starvast hjá donsku arkitektafyritøkuni Henning Larsen, var leiðandi arkitektur fyri verkætlanina.
Meðan tað í Føroyum skapti yvirskriftir, at ein føroyingur var oddamaður fyri eini slíkari verkætlan, so hevur sjálv Harpan skapað yvirskriftir í útlendskum miðlum síðani hon varð tikin í nýtslu.
Í desember í fjør varð Harpan kosin sum ársins byggjarí í Norðurlondum. Hesin heiður kom frá týðandi svenska magasininum fyri arkitektur og design, FORM.
Í januar í ár fekk Harpan ein annan stóran heiður. Hesaferð kom mentanarhúsið í Reykjavík á ein lista yvir tíggju tey bestu konserthúsini í heiminum, har arkitekturur og akustikkur ganga upp í eina hægri eind. Tað er viðurkenda bretska magasinið Grammaphone, sum hevur gjørt listan, ið er bygdur á metingar frá fimm altjóða arkitektur- tónleikaummælarum av øllum heimsins konserthúsum, ið bygd eru seinasta áratíggju.
Mundi verið av ongum
Harpan, sum hevur verið karmur um fleiri stórslignar konsertir og tignarlig tiltøk, mundi annars verið av ongum. Ovurhondsstóra verkætlanin byrjaði í 2004, tá arkitektakapping, sum fevndi um eitt stórt øki til Harpuna, hotell, íbúðarbygningar, bankamiðstð, handlar og so framvegis varð útskrivað.
Í 2008, tá fíggjarkreppan rakti Ísland so meint, steðgaði at kalla alt byggiarbeiði upp. Men arbeiði við Hørpuni varð tikið uppaftur, og í síðst í august í fjør varð Harpan alment tikin í nýtslu. Meðan arbeiði var í gongd og til sjálvan hátíðardagin, tá Harpan gjørdist opin fyri almenninginum, vóru fleiri úti og mótmæltu. Fleiri vístu á, at tað var vitleyst at byggja eitt stórt og dýrt mentanarhús, samstundis sum íslendingar vórðu tveittir á gøtuna og sjúkrahús vórðu stongd. Hesi førdu fram, at Harpan var ímyndin av ørskapi og grammleika. Nú eru tey fleiri sum halda, at Harpan eins væl er ímyndin av vónini um eina bjartari framtíð í Íslandi.
Salurin er eitt ljóðføri
Harpan fevnir um fýra salir ella meginhallir av ymsari stødd. Hesir rópast Eldborg, Norðurljós, Silvurberg og Kaldalón. Akkustikkurin í salunum kann lagast til eftir tørvi við tveimum yvirhangum, við mekaniskum hurðum og einari umfatandi skipan við ljóðfangandi klæði, soleiðis at salirnir í sær sjálum eru at rokna sum eitt ljóðføri.
Tað er íslendski listamaðurin Ólafur Eliasson, sum hevur prýtt húsaklædningin á Harpuni. Hetta er gjørt eftir geometriskum mynstri, ið minnir um stabbagrót. Sjálvur býurin, sólin og havið endurspeglast aftur í klædninginum og skapar eitt heilt serligt ljós inni í sjálvarin Harpuni.










