- Tiltakið vísti, at stórur áhugi er fyri íverksetan í Føroyum, men eisini at vit eru nøkur ár aftanfyri Danmark, sigur Elin Ellefsen, sum í 1992 setti fyritøkuna, Life Skills, á stovn í Danmark. Life Skills hevur í dag fimm fólk í starvi, og er veitari av heimasíðum umframt skeiðum innan KT og HR-menning.
Á fundinum í Miðlahúsinum greiddi hon frá um støðuna í Danmark, har íverksetarar hava møguleika at leiga seg ókeypis inn í sokallað íverksetarahús í eitt hálvt ár og fáa atgongd til hjálp og stuðul innan marknaðarføring, bókhald og so víðari.
- Øll tey almennu átøkini fyri at menna og styrkja íverksetaramentanina í Danmark hava loyst seg, sigur Elin Ellefsen. Ein nýggj kanning staðfesti til dømis, at ein meiriluti av IT stjórunum í Danmark kundu hugsa sær at sett okkurt nýtt í gongd.
- Fyri seks árum síðani høvdu teir ikki svarað so, tí tá stóð tú púra einsamallur, um tú fórt í gongd við okkurt. Og gekk tað ikki fyrstu ferð, so stóð tú í stórari skuld og orkaði ikki í gongd aftur.
- Í dag er tað so, at um bankin sigur, at hann trýr upp á títt hugskot, so kautionerar staturin fyri 80 prosent av láninum við teim sokallaðu Kom-igang lánunum.
Íverksetarahúsini eru eisini knýtt til mentorar og business angels, sum eru ríkir handilsmenn, sum ynskja at seta pening ella tíð av til nýggjar fyritøkur. Og eisini etableraðar fyritøkur, sum ynskja at vaksa, hava møguleika at fáa hjálp frá millum øðrum Vækstfonden.
Má ikki drukna í fyrisiting
Í Føroyum er Íverksetarahúsið í Klaksvík einasta konkreta tiltakið innan íverksetan. Húsið verður stýrt av einum grunni, og Eik og Klaksvíkar Kommuna hava sett pengar í. Landið hevur ikki sett pengar í Íverksetarahúsið. Í Danmark eru íverksetarahús eisini stýrd sum grunnar, meðan landið fíggjar. Hetta ger, at pengar eru til góð tilboð til íverksetarar, men umsitingin er ikki bundin at landinum, men heldur tí meira dynamiska vinnulívinum.
Bjarni Djurholm segði á fundinum, at samgongan hevur ein yvirskipaðan politik um íverksetan og arbeitt hevur verið fyri at fáa konkretiserað hetta.
Elin Ellefsen heldur, at føroyingar mugu ansa eftir ikki at lata góðar ætlanir drukna í umsiting.
- Tað er eingin grund til at uppfinna djúpa tallerkin umaftur. Vit kunnu læra av donsku royndunum, har landið kemur við pengunum, og letur eldsálir fáa tingini at koyra, staðfestir føroyski íverksetarin og stjórin í Danmark.









