fótbóltsspælarar. Í USA fekk Jákup á Borg møguleika at vísa, um hann megnar henda leiklutin í høgru, og tað gjørdi Jann Ingi Petersen eisini. Í vinstru royndu Heðin á Lakjuni og Janus M. Joensen seg í hesum leiklutunum [...] roynt seg í álopinum, og vit vita, at hann er førur fyri at spæla í borðinum og á høgra vongverja. Í USA royndi hann seg í vinstra verjuborði, og har stóð hann seg fínt. Súni Olsen var ikki við í Florida [...] Í royndini at leggja um til 4-3-3 ella 4-5-1 er tað ætlanin hjá nýggja landsliðsvenjaranum, at vongverjarnir skjótari skulu flyta frameftir og bjóða seg til í uppbyggjandi partinum. Fyritreytin fyri hesum
bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík, har KÍ og 07 Vestur í kvøld hava spælt seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Útgangsstøðan eftir fyrru hálvfinaluna var 2-2, og í kvøld var eingin ivi. KÍ [...] neyðugt hjá gestunum at renna nógvar metrar. Fyri 21. ferð í ár – 18 ferðir í landskappingini og tríggjar ferðir í steypakappingini – fer KÍ í kvøld av vøllinum, uttan at mál er farið ígjøgnum. Tað talar [...] hoyrdust betur enn heimaskoðararnir. Í kvøld bar stuðulin ikki finalupláss við sær, men tað er einki at ivast í, at moralski stuðulin fer at bera úrtøku við sær í fýra teimum síðstu landskappingardystunum
18 dreingjunum í EM undankappingini í Finnlandi var Ungarn, og tá tólv minuttir vóru farnir, var Ungarn á odda 3?0, og føroyska liðið hevði í óvanliga nógva regninum veldugar trupulleikar í verjupartinum [...] tað verður neyðugt at gera í hvussu so er tvær broytingar á føroyska liðnum. Súni Olsen, sum er besti føroyski spælarin, fór í gjár heim, tí hann í morgin skal spæla við GÍ í 1. deild ímóti B68, og Atli [...] Niels Joensen úr B36, sum í fjør taldist millum berandi miðvallararnar á U?16 landsliðnum, hevur ikki spælt við í teimum báðu fyrstu dystunum í Finnlandi, tí hann hevur verið sjúkur. Í gjár var hann komin seg
Norðurlandahúsið í Føroyum. Fyrilestrarnir, sum vóru hildnir við hetta høvi, eru nú útkomnir í bók, sum Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur ritstjórnað. Chr. Matras knýtti í starvi sínum [...] bókamerkjatekning, Janus Kamban fyri mongum árum síðani gjørdi til Chr. Matras, er nummar 33 í røð frá Føroya Fróðskaparfelag, sum nevnist Supplementa til Fróðskaparrit. Hon er 118 bls. og fæst í bókasølunum [...] eru studentarnir, sum Michael Barnes hevur undirvíst í føroyskum á deild síni, og flestir teirra hava verið eitt legg í Føroyum. Sjálvur hevur hann í meira enn einum umfari verið gestalærari á Føroyamá
føroyameistaraheitið í talvi stendur millum Helga Dam Ziska og Rógva Egilstoft Nielsen. Teir eru javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum - eitt stig undan teimum næstu í røðini. Báðir vunnu í dag. Helgi syfti [...] umfør eftir í FM-kappingini. Sætta umfar er í morgin skírisdag, og sjeynda og seinasta umfar verður Langa fríggjadag. Báðar dagar verður byrjað klokkan 14.00. Telvað verður í Finsen í Havn - í nýumvældu [...] Helgi hevur havt munin í flest øllum talvunum, men hevur kortini ikki verið mentur at vinna. Tað er í veruleikanum at undrast á, at stóri munurin í styrkitølunum ikki sæst aftur í innanhýsis kappingini
telvarar. Umframt at telvað varð um FM-heitið í 5 aldursbólkum, ráddi um í minsta lagi, at røkka 2. plássið í aldursbólkinum, tí harvið varð NM-luttøka í Føroyum í februar mánað 2009 – tryggjað. Ein “gularót” [...] + 2 í umdysti við 2. Einar Gregersen, Klaksvík (4½) 3. Sára Traber Olsen, Tórshavn (3½) + 3 í umdysti við 4. Johan Hentze, Norðskáli (3½) + 2 í umdysti við 5. Jóhann Vørmadal, Vestmanna (3½) + 1 í umdysti [...] skyldu í U20 bólkinum og vann FM heitið sannførandi. Hjalti Toftum Jógvansson var somuleiðis eirindaleysur við FM sigrinum í U16 bólkinum. Høgni Egilstoft Nielsen borðreiddi enn einaferð við telving í serflokki
ringur at halda á høvdinum í fríska lotinum, sum var. Klokkan 14.45 kom drotningin í land, og tá var Heindrikur prinsur eisini við. Ríkisumboðið, løgmaður og borgarstjórin í Havn tóku í móti teimum á reyða [...] so er B36 framvegis á ovastu rók í landskappingini, men spurningurin tykist í løtuni vera hvussu leingi? Fyri framman hava teir tveir sera torførar útidystir, í Vági og í Gøtu, geva hesir ikki fulla úrtøku [...] dystinum leygardagin er tó einki forgjørt í hesum. Seinastu dystirnar hevur nýggja HB-liðið prógvað, at teir í løtuni eru tað liðið í landinum, sum hevur besta samahangin í spælinum, og hava teir neyðuga hepnið
aftur í bræði, so sigast má, at StÍF-liðið helst ikki er so sterkt sum í fjør. Ein avgerandi vend í dystinum kom, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt. Tá varð Sveinbjørn Poulsen vístur út á bonkin í tveir [...] heldur óruddiligur, men í seinna hálvleiki var eingin ivi um, at VÍF var betra liðið. Jónleif Sólsker er aftur í ár venjari hjá StÍF. Hann ætlar sær ikki at spæla so nógv við sjálvur í ár, tí sum hann sjálvur [...] rikin av vølli í tveir minuttir fyri at hava forbrotið seg móti reglunum, og í somu atløgu fór økslin hjá honum úr lið. Nú noyddist Jónleif Sólsker at seta seg sjálvan inn, men uttan at tað í sjálvum sær
málinum. Hann setti álop í gongd aftarlaga í vinstru, Hanus Thorleifsson á miðvøllinum sendi út aftur í borði, har Julian var komin langt fram, hann var púra leysur, megnaði at draga inn í brotsteigin, og smekkaði [...] ið vágbingar vitjaðu. Í útgangsstøðuni hevði Skála fimm á miðvøllinum, meðan Jónhard Frederiksberg var einsamallur í fremstu røð. Skálamenn fingu nógv pláss at spæla á, og serliga í 1. hálvleiki vóru teir [...] avgjørdir, tá ið teir høvdu komið sær í góðar støður í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum. VB hevði onga skotroynd ímóti mótstøðumálinum í 1. hálvleiki. Dan Djurhuus legði eina ferð innfyri. Eingin vandi var á
saman við. Hann hevur eisini mastrað hana í egna upptøkuhølinum hjá sær í Noregi. Hvussu fekst tú áhuga fyri tónleiki? - Mín áhugi fyri tónleikinum byrjaði í barnsalduri. Vit høvdu eitt pumpiorgul heima [...] kundi kvøðið«, sum kom í 1999 og »Sól og regn«, sum eg gav út í 2005. Umframt tað havi eg verið við á fleiri innspælingum hjá donskum tónleikarum. - Ígjøgnum 80ini og 90ini var eg í einari duo við Niels [...] kallaðist Den Udødelige Duo. Vit góvu eina LP, »Nu er det nu«, út í 1988, og í 1995 kom ein dubultfløga út frá okkum, sum æt »36 gode sange«. Men í tí verkætlanini havi eg meira ella minni bara verið tónleikari