Meistararnir vístu gullavrik

Tað eydnaðist ikki at vinna finaluplássið hjá 07 Vestur, sum var framúr væl stuðlað av sínum fjepparum

Petur Reinert hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík, har KÍ og 07 Vestur í kvøld hava spælt seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Útgangsstøðan eftir fyrru hálvfinaluna var 2-2, og í kvøld var eingin ivi. KÍ var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, og heimaliðið vann 4-0.

 

Hetta var fyrsti heimadystur hjá klaksvíkingum, síðani teir tryggjaðu sær FM heitið, og tað var vorðið sum avrik í kvøld. Talan var um satt meistaraavrik, og fult fokus var á tí, sum gekk fyri seg á vøllinum og ikki á nøkrum øðrum.

 

Gestirnir vóru stuðlaðir av nógvum áskoðarum, sum vóru fleiri í tali og undan dystarbyrjan bæði sóust og hoyrdust betur enn heimaskoðararnir. Í kvøld bar stuðulin ikki finalupláss við sær, men tað er einki at ivast í, at moralski stuðulin fer at bera úrtøku við sær í fýra teimum síðstu landskappingardystunum, tá ið dagsskráin hjá Michael Schjønberg og hansara monnum er at vinna í hvussu so er áttanda plássið.

 

Í kvøld var eingin ivi á vøllinum. Heimaliðið spældi við stórari ferð, sendingarnar vóru nógvar og neyvar, og tað gekk skjótt fyri seg. Tað bar við seg, at 07 Vestur størsta partin av tíðini varð trýst aftur á vøllin, og at tað var neyðugt hjá gestunum at renna nógvar metrar.

 

Fyri 21. ferð í ár – 18 ferðir í landskappingini og tríggjar ferðir í steypakappingini – fer KÍ í kvøld av vøllinum, uttan at mál er farið ígjøgnum. Tað talar fyri seg sjálvt, hvussu sannførandi verjuspælið er.

 

KÍ spældi seg til fleiri stórar málmøguleikar, men fyrsta lítla hálva tíman megnaði 07 Vestur at halda tørn, eisini tí Ari í Haraldstovu Petersen var ein knassi í málinum.

 

So var tað at ein av stóru stjørnuspælarunum á meistaraliðnum tók søkina í egnar hendur. Eftir sending frá Árna Frederiksberg, sum eisini er ein av heilt stóru stjørnuspælarunum, smekkaði Jóannes Bjartalíð til úr meiri enn 20 metrum, og bólturin sigldi upp í málhornið.

 

Árni Frederiksberg átti eisini uppleggini til hini trý málini:

 

Smáar tíggju minuttir seinni varð 2-0. Árni Frederiksberg legði innfyri við horna, og René Shaki Joensen, sum í kvøld var vongverji í vinstru, setti bóltin í málið.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var tað ein annar av lyklaspælarunum, KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum við høvdinum setti bóltin í málið, og aftur var tað eftir hornaspark, sum Árni Frederiksberg tók sær av.

 

Eitt korter undan leikloki var Árni Frederiksberg aftur upp á spæl, tá ið hann legði innfyri. Verjan tóktist at hava tak á, men eftir stórt mistak var enn ein av lyklaspælarunum, Páll A. Klettskarð, fyrstur á bóltinum, sum hann setti í málið.

 

Tað var týðuligt, at klaksvíkingar høvdu lisið væl uppá, eftir at Mads Borchers í fyrru hálvfinaluni var støðug hóttan og skoraði tvey mál ímóti KÍ verjuni. Hann var væl innpakkaður av Jesper Brinck og Heina Vatnsdal, og tá ið heimatrýstið støðugt var so stórt, bar tað við sær, at 07 Vestur bara tvær ferðir var í góðari støðu frammanfyri KÍ málið.

 

29. oktober verður finalan um løgmanssteypið, og nú er tað greitt, at annað liðið verður KÍ, sum fyri fyrstu ferð síðani tiltikna steypasigurin í 2016 fer at spæla finalu.

 

-

 

KÍ – 07 Vestur 4-0 (2-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð

 

2-0: René Shaki Joensen

 

3-0: Jákup B. Andreasen

 

4-0: Páll A. Klettskarð

 

KÍ samantaldur vinnari av hálvfinaluni við 6-2

 

Dómari: Petur Reinert

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Philip Kronberg

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Dánjal Pauli Lervig, Rasmus Knudsen – Jóannis á Steig, Martin Tausen – Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen, Ronni Møller-Iversen – Mads Borchers