Rógvi og Andrew kappast um sama plássið

Nýggja spælskipanin leggur upp til, at tað bara verður pláss fyri einum miðframherja, og at tað skal finnast fram til nýggjan skilagóðan og verjukendan miðvallara

Í royndini at leggja um til 4-3-3 ella 4-5-1 er tað ætlanin hjá nýggja landsliðsvenjaranum, at vongverjarnir skjótari skulu flyta frameftir og bjóða seg til í uppbyggjandi partinum. Fyritreytin fyri hesum er, at ein av teimum trimum miðvallarunum verður meiri verjukendir, enn tað higartil hevur verið vanligt. Tað leggur upp til, at ein nýggjur maður fær so at siga fast pláss á liðnum. Uppgávan hjá honum verður eitt nú at geva vongverjunum størri frælsi í framrættaða spælinum.
- Í Florida royndu vit Paula G. Hansen, Kára Nielsen og Atla Danielsen á hesum plássinum. Teir eru uppløgd boð upp á hetta plássið, og teir stóðu seg væl. Til tey bæði sentralu plássini frammanfyri teir eru fremstu boðini Fróði Benjaminsen, Ingi Højsted, Súni Olsen og Claus Bech Jørgensen. Atli Danielsen er eisini førur fyri at spæla á hesum plássunum, og í Florida vísti Hanus Thorleifsson góðar dygdir, tá ið hann fekk møguleikan sentralt.
Hvussu er vorðið við álopsspælarunum?
- Úti í borðunum royndu vit fleiri. Vit leita eftir síðuspælarum, sum tora at bjóða av ein móti einum, og sum eru førir fyri at sneiða seg framvið mótstøðumanninum. At hava ta dygdina er sera týdningarmikið, um tað skal eydnast okkum at fáa tyngd í álopspartin. Møguleikar á hesum plássunum eru eitt nú Hans Pauli Samuelsen, Símun Samuelsen, Hanus Thorleifsson, Heðin á Lakjuni, Bergur Midjord, Christian Høgni Jacobsen, Jónhard Frederiksberg og Jákup á Borg. Í Florida vóru Andrew av Fløtum og Rógvi Jacobsen miðframherjar. Umframt at hava nøs fyri málmøguleikum er í hesi spælskipanini týdningarmikið, at einsamalli sentrali álopsspælarin hevur førleika at taka ímóti og at varðveita bóltin, meðan hann bíðar eftir møguleikum at spæla víðari, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.
Landsliðsvenjarin leggur stóran dent á at finna fram til vongverjar, sum eru góðir fótbóltsspælarar. Í USA fekk Jákup á Borg møguleika at vísa, um hann megnar henda leiklutin í høgru, og tað gjørdi Jann Ingi Petersen eisini. Í vinstru royndu Heðin á Lakjuni og Janus M. Joensen seg í hesum leiklutunum, og Mortan úr Hørg var annað boð.
- Christian Høgni Jacobsen er ein av spælarunum, sum er førur fyri at røkja fleiri leiklutir. Hann hevur roynt seg í álopinum, og vit vita, at hann er førur fyri at spæla í borðinum og á høgra vongverja. Í USA royndi hann seg í vinstra verjuborði, og har stóð hann seg fínt. Súni Olsen var ikki við í Florida. Hann er jú tann, sum hevur røkt henda leiklutin seinastu árini. Eg havi ætlað at geva honum møguleikan á sentrala miðvøllinum. Men sjálvandi verður hann framvegis møguleiki í vinstra verjuborði, sigur landsliðsvenjarin.
Í miðverjuni vísti metmaðurin, superveteranurin og liðformaðurin, Óli Johannesen, á venjingarleguni, at hann framvegis ætlar sær at vera partur av landsliðnum.
- Óli var framúr í USA. Hann hevur rætta hugburðin, og hann hevur nógvu royndirnar, sum gera, at hann er so týdningarmikil, nú nógvir teirra, sum hava spælt oftast á landsliðnum, ikki longur eru við. Aðrir møguleikar í miðverjuni eru Jón Rói Jacobsen, sum ikki var við á venjingarleguni, og so Rasmus Nolsøe og Atli Danielsen, sum hvør í sínum lagi fingu møguleikan saman við Óla Johannesen, og sum eisini spældu saman í miðverjuni.
Umframt teir omanfyri nevndu útispælararnar eru tað serliga tveir aðrir, sum hava verið nevndir í landsliðshøpi. Tað eru teir báðir ungu menninir, Christian R. Mouritsen, sum er framrættaður miðvallari, og so Jóhan Troest Davidsen, sum er miðverji og vongverji.- Ætlanin var, at Christian skuldi vera við á venjingarleguni í Florida. Men tað gav felagið hjá honum, Manchester City, honum ikki loyvi til. Eg fari heilt skjótt at vitja Christian í Manchester. Tað hevur gingist honum væl, og vit eru spentir at vita, hvørjir møguleikar eru í honum í landsliðshøpi. Jóhan Troest Davidsen er komin aftur til Føroya, og takið hjá honum verður á NSÍ liðnum at sannføra um, at hann eigur at vera landsliðsspælari, staðfestir landsliðsvenjarin.