Talv
Eysturskúlin var karmur um FM endabrakið í talvi fyri ung, sum varð telvað leygardagin. FM-finalurnar 2008 vórðu – sum væntað varð frammanundan - sera spennandi. Borðreitt varð við góðari telving og undirhaldi í serflokki. Fleiri nýggir spennandi telvarar.
Umframt at telvað varð um FM-heitið í 5 aldursbólkum, ráddi um í minsta lagi, at røkka 2. plássið í aldursbólkinum, tí harvið varð NM-luttøka í Føroyum í februar mánað 2009 – tryggjað. Ein “gularót” sum ár undan ári, ger FM finaluna til nakað heilt serligt.
IM Helgi Dam Ziska gjørdi sína skyldu í U20 bólkinum og vann FM heitið sannførandi. Hjalti Toftum Jógvansson var somuleiðis eirindaleysur við FM sigrinum í U16 bólkinum. Høgni Egilstoft Nielsen borðreiddi enn einaferð við telving í serflokki í U12 bólkinum - vann øll talvini. Tá avtornaði varð neyðugt við dupultum umdysti í U14 bólkinum um FM heitið og bronsuna, áðrenn steypini kundu handast. Pætur Poulsen vann samanumtikið trygt U14 bólkin. Julian Gregersen gjørdi bart í U10 bólkinum og vann FM-heitið. Sera spennandi umdystur varð neyðugur til tess at finna bronsuvinnaran í yngsta bólkinum.
3XGregersen
Heilt serligt bragd varð staðfest í Eysturskúlanum, leygardagin. Gregersen-brøðurnir úr Klaksvík megnaðu - ikki sørt sensationelt - allir at kvalifisera seg til NM 2009 ! Einar Gregersen nr. 2 í U14, Julian Gregersen FM vinnari U10 og Heðin Gregersen nr. 2 í U12. Einastandandi avrik ! Klaksvíkar Talvfelag er ávegis at grundfesta eina sera spennandi Talv-TRIO !
Samanlagt vunnu klaksvíkingar - aftur hesuferð - flest heiðursmerki. Triðingurin – 5 steyp - fóru norðurum: 1 Gull, 2 Silvur og 2 bronsusteyp. Hinvegin vann Havnin flest FM-heiti: 2 Gull, 1 Silvur og 1 Bronsu. Sandavágur vann 1 Gull og 2 Silvur, meðan Skopun vann 1 Gull og Vestmanna 2 bronsur.
NM hópurin er samansettur við 3 telvarum úr ávikavist Tórshavn, Klaksvík og Sandavági - umframt 1 telvara úr Skopunar Talvfelag.
NM-hópurin 2009, sum luttekur í februar mánað 2009 í Føroyum - ímóti 50 javnaldrum úr hinum Norðurlondunum, er hesin:
IM Helgi Dam Ziska, Margar Berg og Hjalti Toftum Jógvansson úr Tórshavn.
Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson úr Sandavági.
Einar Gregersen, Heðin Gregersen og Julian Gregersen úr Klaksvík.
Pætur Poulsen úr Skopun.
Silas Eyðsteinsson og Julian Gregersen eru nýggir í NM-høpi.
Mynd: Gregersen
Mynd: www.faroechess.com
---
Fakta
U20
1. IM Helgi Dam Ziska, Tórshavn (4)
2. Margar Berg, Tórshavn (2½)
3. Rógvi Dragaberg, Klaksvík (2)
4. Vagnur Dam, Norðskáli (1½)
5. Borgar J. Stórá, Vestmanna (0)
U16
1. Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn (5½)
2. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur (4)
3. Rúni Vørmadal, Vestmanna (1½)
4. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, Tórshavn (1)
U14
1. Pætur Poulsen, Skopun (4½) + 2 í umdysti við
2. Einar Gregersen, Klaksvík (4½)
3. Sára Traber Olsen, Tórshavn (3½) + 3 í umdysti við
4. Johan Hentze, Norðskáli (3½) + 2 í umdysti við
5. Jóhann Vørmadal, Vestmanna (3½) + 1 í umdysti við 3. og 4.
6. Bárður Jónsson Stórá, Vestmanna (1)
7. Torkil Jespersen, Sandavágur (½)
U12
1. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur (7)
2. Heðin Gregersen, Klaksvík (5½)
3. Sjúrður Olsen, Vestmanna (4½)
4. Rúni Tindskarð Jacobsen (4)
5. Alfred Olsen, Vestmanna (3)
6. Leivur í Buð Justinussen, Árnafjørður (3)
7. Jákup á Rógvu, Vestmanna (1)
8. Magni J. Hansen, Hoyvík (0)
U10
1. Julian Gregersen, Klaksvík (6½)
2. Silas Eyðsteinsson (5½)
3. Janus Skaale (4½) + 2 í umdysti við
4. Magni Weihe, Sandavágur (4½)
5. Mikkjal Bjartalíð, Sandur (3)
6. Rói Johannesen, Kaldbak (2½)
7. Súsanna T. Jacobsen, Tórshavn (1)
8. Valborg T. Jacobsen, Tórshavn (½)