Tvær nýggjar bøkur frá Føroya Fróðskaparfelag, hin fyrra við fyrilestrum frá hátíðarhaldinum í sambandi við 100 ára dag Chr. Matras í des. 2000, hin seinna við greinum um føroyskt mál eftir Michael Barnes professara, University College London.
Christian Matras, skald og málfrøðingur, var føddur 7. desember 1900 og andaðist 16. oktober 1988. Hann legði eftir seg ein dýrmætan vísindaligan, mentanarligan og skaldskaparligan arv, sum eisini onnur enn føroyingar fegnast um. Í sambandi við 100 ára føðingardag hansara skipaðu Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag fyri almennum hátíðar- og fyrilestrahaldi dagarnar 7.-9. desember 2000 til at sýna minnunum um Føroya fyrsta professara virðing og takksemi. Medfyriskiparar vóru Føroya Landsbókasavn, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið í Føroyum. Fyrilestrarnir, sum vóru hildnir við hetta høvi, eru nú útkomnir í bók, sum Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur ritstjórnað.
Chr. Matras knýtti í starvi sínum Føroyar at umheiminum og umheimin at Føroyum, og hesin sjónarringurin er endurspeglaður í minningarhaldinum við fyrilesarum, ikki bara úr Føroyum, men eisini uttaneftir, umboðandi eitt fjølbroytt úrval av teimum økjum, evnisliga og landafrøðiliga, sum stóðu Chr. Matras nær. Gestafyrilesturin í sambandi við handing av sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk - grunni, sum Chr. Matras saman við Føroya Fróðskaparfelag stovnaði við Ossian-heiðurslønini í 1982 - helt Jonna Louis-Jensen, professari við universitetið í Keypmannhavn (hetta var 8. sømdargáva úr grunninum, latin Jeffrei Henriksen fyri virki hansara føroyskum máli at frama). Aðrir fyrilesarar vóru Martin Næs, Andrias Justesen, Jóhan Hendrik Winther Poulsen og Guðrun Gaard, Guðrún Kvaran úr Íslandi, Bo Almqvist úr Írlandi og Trygve Skomedal úr Noregi. Fyrilestrarnir mynda Chr. Matras ikki einans sum málvísindamann og skald, men eisini sum týðara - og sum menniskja.
Bókin, prentað á Hestprenti við sera vakrari kápumynd av bókamerkjatekning, Janus Kamban fyri mongum árum síðani gjørdi til Chr. Matras, er nummar 33 í røð frá Føroya Fróðskaparfelag, sum nevnist Supplementa til Fróðskaparrit. Hon er 118 bls. og fæst í bókasølunum fyri 148 kr. eintakið.
--------
Í meira enn eitt mannaminni hevur Michael Barnes, professari á Department of Scandinavian Studies við University College London, granskað og skrivað hópin av greinum um føroyskt mál. Hann kom blaðungur higar í 1965 á fimta Víkingafund (ráðstevnu fyri málfrøðingar, fornfrøðingar og søgufrøðingar við serligum áhuga fyri víkingaøld og miðøld) og setti sær tá alt fyri eitt fyri at læra seg føroyskt. Frammanundan var hann fullkønur í norskum og dugdi eisini íslendskt. Tað vardi ikki leingi, til hann kom á lagið við føroyskum, sum hann dagin í dag bæði dugir at tosa og ikki minst skriva.
Mangir eru studentarnir, sum Michael Barnes hevur undirvíst í føroyskum á deild síni, og flestir teirra hava verið eitt legg í Føroyum. Sjálvur hevur hann í meira enn einum umfari verið gestalærari á Føroyamálsdeildini.
Michael Barnes hevur skrivað almikið um norðurlendsku málini, bæði úr søguligum og nútíðarligum sjónarhorni. Høvuðsáhugaøki hansara eru rúnafrøði og norn, norrøna málið, ið var talað í Hetlandi og Orknoyggjum. Harumframt hevur hann skrivað nógv um málsøguna hjá norrønu málunum í tíðarskeiðinum 200-1300. Tær níggju greinirnar í "Faroese Language Studies" snúgva seg eitt nú um málsøgu, merkingarfrøði, orðalagslæru, formlæru og málrøkt. Harumframt er ein listi við greinum hansara um føroyskt mál.
Bókin er útkomin á forlagnum Novus í Oslo, sum í samstarvi við Føroya Fróðskaparfelag hevur latið prentað serupplag sum Supplementum 30 til Fróðskaparrit. Hon er 239 bls. og fæst í bókasølunum fyri 252 kr. eintakið.
---------
Tað er ikki meira enn ein mánaður, síðani tvær aðrar nýggjar bøkur komu frá Føroya Fróðskaparfelag. Onnur var ph.d.-ritgerðin hjá Kirsten Brix um prosaskaldskapin eftir Regin í Líð, hin ph.d.-ritgerðin hjá Anne-Kari Skarðhamar um skaldskapin hjá Chr. Matras. Eisini tær eru at fáa í bóksølunum fyri ávikavist 220 og 350 kr. eintakið.