mangar ferðir blandað seg í ovaru helvt, men í ár tykist ikki sum teir hava eins nógvan viðvind sum teir plaga. Toftamenn flyta helst niður í 2. deild í ár. Suverent oddalið Í Klaksvík vann heimaliðið ein [...] trý tey ovastu liðini. Sí úrslit og støður í aðrastaðni í blaðnum í dag. Russiski meistaraskapurin Garry Kasparov tykist at hava funnið gamla stórformin aftur í sterkasta russiska meistaraskapinum síðani [...] annars á Sandoynni, har hann í samstarvi við Talvsambandið, undirvísur í talvi. Áhugurin hjá ungdóminum á Sandoynni til talvítróttin er øgiligur, tí heili 78 børn verða undirvíst í trimum teimum størstu bygdunum
kryvjivirkinum í Vestmanna. Seinasta tilvildarliga hendingin var, tá tey stillaðu upp - bæði fyri fyrstu ferð - til kommunuvalið hesaferð. Tað eydnaðist báðum at verða vald, hon í Sunda kommunu, hann í Vestmanna [...] runnið saman. Í dag eru tey svágd, tí Jákup Oluf er trúlovaður við systir Janu, og Jana er mostir at dóttir hansara. Fyrstu ferð, tey hittust aftur, var tá bæði byrjaðu á Fiskivinnuskúlanum í senn. Síðani [...] Vestmanna. Og tá bygdaráðini vórðu skipað, vísti tað seg, at bæði vóru vald í trivnaðarnevndirnar. Vit byrjaðu við bróstamjólkini. Tað var soleiðis, at Petrina, mamma Jákup Oluf, hevði nógva mjólk, men Helena
vórðu kastaðir upp í luftina á ráðstevnuni, og einki mark er fyri, hvør ið kann lofta teimum. Tað kann vera leiðarin á kantinuni á Ríkissjúkrahúsinum ella ein landbúnaðar-maður, sum í samráð við kokkarnar [...] siga: Skulu vit fara út at eta norðurlendskt í kvøld? Hann hevur hug til eina máltíð, sum smakkar av havi og haga. Tilgjørd av rávørum, ið eru foredlaðar í Norðurlondum, sum ikki finnast betur nakra aðrastaðni [...] møguliga føroyskur toskur, serliga reinur og fastur í kjøtinum, ella kanska hann fær vill finsk ber, sum hoyra árstíðini til og lambskjøt frá einum lítlum umráði í Svøríki, har seyðurin vegna umstøðurnar hevur
ikki í nóg stóran mun er í einum landsbanka (tjóðbanka) uttan egið gjaldoyra. Mótvegis hesum ger Landsbankin galdandi, at tað so heldur ikki er nakað høpi í tjóð-bankunum hjá einstøku londunum í euros [...] Felagið Peningastovnar Tórshavn, hin 23. november 2004 Í skrivi í bløðunum tann 16. í hesum, Peningastovnarnir fara skeivir, gevur Landsbankin Felagnum Peningastovnar eina rættleiðing. Eitt gjaldoyra - [...] um eitt slag í tóman heim, tí Landsbankin ikki hevur møguleika at ávirka peningaviðurskiftini í Føroyum. Heildareftirlitið, sum Landsbankin so heitt talar fyri, verður framt av Dan-marks Nationalbank,
18, sum eisini er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Vestmanna Kirkjukór saman við Vestmanna kirkju, fyri hugnaløtu við ókeypis ábiti í auluni í Vestmanna skúla. Í fleiri ár hevur Kirkjukórið skipað fyri [...] Tiltakið í Vestmanna skúla er ókeypis, men fólk kunnu eins og seinast lata eitt oyra til Vestmanna kirkju. - Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey, sum varða av Vestmanna Kirkjukóri [...] og nú sunnudagin endurtaka tey í Vestmanna so hetta tiltak. Á skránni verður røða, tónleikur, kórsangur, felagssangur og annað. Tað verður Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum fer at siga
føroyameistari í sínum aldursbólki, luttekur viðkomandi í Norðurlandameistara-skapinum í skúlatelving, sum í ár verður í Oslo í Noregi í februar mánað 2005. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini [...] skiftast um at halda kappingina. Í 2003 var kappingin í Føroyum, meðan kappingin í februar mánaði í ár var í Svøríki. Talvsambandið miðar eftir at skipa fyri miðvísari venjing í desember/januar mánað fyri teimum [...] seinni. Í finaluni luttaka 8 í hvørjum aldursbólki og allir telva í móti hvørjum øðrum - t.v.s. 7 umfør. Umhugsunartíðin er 1/2 tími í part til hvør talvið. Úttøkukappingar til finaluna hava verið í november
seg, at hetta í sjálvum sær ikki er nakað garanti, og hja´grønu viðhaldsfólkunum mundi størsti óttin vera, at talan skuldi gerast um enn eitt kvøld, har Kyndil sum favorittur skuldi snáva í einum annars [...] álopshóttanina av, og so varð stongt í verjupartinum. Og so var mest sum liðugt hjá Neistanum. Úr 3-3 broyttist støðan til 12-3, og orðið, bankur, var so smátt farið at lúra í høllini. Fremsta orsøkin var, at [...] men svarið upp á hendan spurningin fæst kanska longu komandi sunnudag, tá VÍF er mótstøðuliðið í Vestmanna. Fakta um dystin Kyndil-Neistin 42-21 (19-10) Málskjúttar Kyndil: Josef Abrahamsen 11(3), Høgni
sannførandi. Dysturin í Havn fyrr í heyst var kanska tann lakasti hjá okkum í ár, og tað skulu vit so í øllum førum broyta, heldur Áki Olsen, sum nú aftur er farin at gera um seg í VÍF, eftir at skaðar [...] eins og teir gera í VÍF, so tykjast teir í Kyndli eisini lata væl at gongdini higartil í ár. - Seinastu tíðina hava vit verið í einum sera góðum stima, og nú ræður um at halda fast í hesum. Ikki minst [...] eisini vilja halda fast í, tá dysturin sunnudagin er av. Sámal við aftur Og kanska hava vestmenningarnir eisini meira at hava vónirnar í hesaferð, enn teir høvdu til dystin í Havn. Í øllum førum røkist nú
so dyggiliga við 39-22, tá tær vitjaðu í Klaksvík. Ein annar dystur verður í kvinnukappingini um vikuskiftið. Hesin verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Kyndli. Í fyrra dystinum millum liðini var VÍF [...] ivast í, at tær hjá Stjørnuni nú gleða seg til, at tær aftur sleppa at spæla hondbólt. Eftir ikki sjálvbodna steðgin í dystum, er kanska vandi fyri, at dystarvenjingin hjá oddaliðnum ikki er optimal í løtuni [...] stigum, nú tær at kalla hava mist takið í heiðursmerkjastríðnum, og tí er einki at ivast í, at tær vilja leggja nógv fyri, til tess at fáa stig til høldar hesaferð. Í fyrra dystinum millum liðini gekst einki
Umframt mansdystin í Vestmanna, so verða eisini tveir aðrir dystir leiktir í Atlantic Airways kappingini hetta vikuskiftið. Báðir dystirnir verða leiktir í Hoyvíkarhøllini, og leygardagin verður tað so [...] liðini, sum í løtuni eru á heiðursmerkjaplássunum. Eftir seinastu avrikini hava báðir partar eisini nakað at prógva, so talan kann væl gerast um ein spennandi dyst, har intensiteturin er í hæddini. Sunnudagin [...] øllum umstøðum eru teir noyddir til tað, um teir ikki heilt skulu missa takið í oddinum. Soleiðis sum StÍF hevur leikt higartil í ár, so skuldi tann uppgávan heldur ikki verið ógjørlig, men strandingar hava