Hondbóltur
Eftir tveir dystir á rað, har tað ikki hevur borið mótstøðuliðnum til at koma til Klaksvíkar, er lítið at ivast í, at tær hjá Stjørnuni nú gleða seg til, at tær aftur sleppa at spæla hondbólt.
Eftir ikki sjálvbodna steðgin í dystum, er kanska vandi fyri, at dystarvenjingin hjá oddaliðnum ikki er optimal í løtuni, men tað eru so ikki ráð til nakrar umberingar fríggjadagin.
Mótstøðuliðið úr Søljuni eru uttan iva svangar eftir stigum, nú tær at kalla hava mist takið í heiðursmerkjastríðnum, og tí er einki at ivast í, at tær vilja leggja nógv fyri, til tess at fáa stig til høldar hesaferð.
Í fyrra dystinum millum liðini gekst einki serligt hjá Søljuni. Tær taptu so dyggiliga við 39-22, tá tær vitjaðu í Klaksvík.
Ein annar dystur verður í kvinnukappingini um vikuskiftið. Hesin verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Kyndli. Í fyrra dystinum millum liðini var VÍF við yvirlutan. Fyrst og fremst takkað verið Ioanu Rápa, sum skeyt ikki færri enn 18 mál í 29-25 sigrinum. So er spurningurin, um Kyndil í størri mun fær byrgt upp fyri rumenska stórskjúttanum hjá VÍF hesaferð.