Ikki bara oddabrak

Umframt mansdystin í Vestmanna, so verða eisini tveir aðrir dystir leiktir í Atlantic Airways kappingini hetta vikuskiftið.
Báðir dystirnir verða leiktir í Hoyvíkarhøllini, og leygardagin verður tað so Neistin, sum vitjar KÍF. Hetta tykist vera ein dystur um, hvørt teirra skal royna at elta liðini, sum í løtuni eru á heiðursmerkjaplássunum.
Eftir seinastu avrikini hava báðir partar eisini nakað at prógva, so talan kann væl gerast um ein spennandi dyst, har intensiteturin er í hæddini.
Sunnudagin tekur H71 so móti StÍF. Tað líkist einum dysti, sum hoyvíkingarnir eiga at vinna trygt. Og undir øllum umstøðum eru teir noyddir til tað, um teir ikki heilt skulu missa takið í oddinum.
Soleiðis sum StÍF hevur leikt higartil í ár, so skuldi tann uppgávan heldur ikki verið ógjørlig, men strandingar hava ofta fyri at gera tað óvæntaða, og so er spurningurin, hvørt tað hevur eydnast teimum at snarað barometrinum.