Landsbankin og peningastovnarnir (2)

Felagið Peningastovnar
Tórshavn, hin 23. november 2004
Í skrivi í bløðunum tann 16. í hesum, Peningastovnarnir fara skeivir, gevur Landsbankin Felagnum Peningastovnar eina rættleiðing.

Eitt gjaldoyra - ein tjóðbanki
Felagið Peningastovnar ger galdandi, at høpi ikki í nóg stóran mun er í einum landsbanka (tjóðbanka) uttan egið gjaldoyra. Mótvegis hesum ger Landsbankin galdandi, at tað so heldur ikki er nakað høpi í tjóð-bankunum hjá einstøku londunum í eurosamstarv-inum. Her fer Landsbankin ov langt. Einstøku tjóð-bankarnir hava sjálvandi minni at gera nú enn áður, men einstøku tjóðbankarnir eru fastur partur av eurosamstarvinum. Sostatt er Stjórnarráðið, sum er hægsti myndugleiki í Europeiska Miðbankanum, mannað við tjóðbankastjór-unum úr teimum 12 euro-londunum.
Felagið Peningastovnar hevur framvegis tað sjónar-mið, at ein tjóðbanki fyri hvørt gjaldoyra eigur at vera nóg mikið. Tað skerst ikki burtur, at peninga- og gjaldoyrapolitikkurin í Føroyum verður røktur av danska tjóðbankanum í Keypmannahavn. So leingi vit nýta donsku krónuna, fær tað illa verið øðrvísi.

Eitt eftirlit - ikki tvey
Landsbankin ger galdandi, at hann, hóast hann ikki hevur eftirlit við einstøku peningastovnunum, hevur heildareftirlit við føroyska peningastovnsgeiranum. Heildareftirlit Landsbankans minnir eftir Felagsins fatan mest av øllum um eitt slag í tóman heim, tí Landsbankin ikki hevur møguleika at ávirka peningaviðurskiftini í Føroyum.
Heildareftirlitið, sum Landsbankin so heitt talar fyri, verður framt av Dan-marks Nationalbank, sum hevur peningapolitisku amboðini, sum eru neyðug til at ávirka útlánsvirksem-ið í samfelagnum. Lands-bankin hevur hinvegin als eingi amboð til at ávirka peningaviðurskiftini í Før-oyum.

Ein peninga- og kredittmarknaður
Landsbankin heldur treiskur fast við, at føroyski kredittmarknaðurin er ein sjálvstøðugur marknaður. Hesum er Felagið Peningastovnar ikki samt í. Føroysk virki og borgarar kunnu frítt lána uttanlands, og útlendskir peningastovnar kunnu ótarnaðir lána út í Føroyum.
Ein sjálvstøðugur pen-inga- og kredittmarknaður í Føroyum er treytaður av avmarkingum á kapitalflutningi til og úr Føroyum ella - sum vit fyrr hava kent tað - muni í rentuskatti av føroyskum og útlendskum millumverandum. Ongar avmarkingar eru viðvíkj-andi kapitalflutningi í Føroyum, og samsvar hevur leingi verið í skattareglun-um. Danski og føroyski peninga- og kapitalmarkn-aðurin eru sum samanbundin kør. Danskir og føroyskir peningastovnar javna dagliga stór gjaldførissveiggj sínámillum um Norðuratlantshavið. Tí gevur tað ikki meining at tosa um ein sjálvstøðugan føroyskan kredittmarknað.

Er hetta eisini galdandi
í Føroyum?
Landsbankin ger galdandi, at altjóða kredittmetingarstovnar vísa á, at gjaldførið hjá almennum myndugleikum verður betur umsitið, tá óheftir stovnar røkja tað. Men er hetta nú eisini galdandi fyri Føroyar, her kapp-ingin við lóg er sett úr gildi?
Sambært Landsbankalógini frá 1992 skal lands-kassin altíð hava eina upphædd svarandi til í minsta lagi 15 pst. av bruttotjóðarúrtøkuni innistandandi í Landsbankanum. Ein margháttlig men fyri Landsbankan sera hent áseting. Men hevur Landsbankin so síðani 1992 givið landskassanum eitt yvirnormalt avkast av gjaldførinum? Hevur landskassin, ár undan ári, havt eitt avkast, sum er størri enn avkastið av eini óvirknari íløgu í virðisbrøv ella eini av handahógvi framdari íløgu á peningamarknaðinum? Ikki soleiðis sum vit skilja tað.
Landsbankin ger galdandi, at hann er trygd fyri, at peningastovnarnir ikki trýsta politisku myndugleikarnar til at lata gjaldføri landskassans ganga inn í dagliga gjaldførið hjá pen-ingastovnunum. Landsbankin ber ótta fyri, at um landskassin setir gjaldføri sítt sum innlán í ein før-oyskan peningastovn, er vandi fyri, at peninga-stovnurin ikki hevur pen-ingin tøkan, tá landskassin ynskir at ráða yvir innláni sínum. Hesin ótti tykist ógrundaður.
Føroysku peningastovn-arnir eru fevndir av plaseringsreglunum í banka- og sparikassalógini, sum áleggja peningastovninum at hava nøktandi gjaldføri. Hinvegin er einki ið forðar politisku myndugleikunum í at seta gjaldføri lands-kassans í útlendskar peningastovnar. Ella í stutt, gjaldfør virðisbrøv.
Peningastovnarnir ganga ikki inn fyri eini lógarásettari plaseringsskyldu sum hesi, sum nú heldur Landsbankan leysan av allari kapping.