Tríggir stórsigrar

Klaksvíkingar, havnarmenn og vestmenningar skaraðu framúr í triðja umfari í FM-liðkappingini

Talv

Kappingin í ár fer uttan iva at standa millum fýra lið; Klaksvíkina, Havnina, Vestmanna og Kollafjørð. Soleiðis sær tað út eftir trý umfør og verður helst hetta eisini myndin restina av kappingini. Hvalvíkingar hava mangar ferðir blandað seg í ovaru helvt, men í ár tykist ikki sum teir hava eins nógvan viðvind sum teir plaga. Toftamenn flyta helst niður í 2. deild í ár.

Suverent oddalið
Í Klaksvík vann heimaliðið ein knasandi 3,5 - 0,5 sigur á hvalvíkingum. Finnbjørn Zachariassen leikti javnt á 1. borði móti Ólavi Simonsen. Stórsigurin viðførir, at klaksvíkingar nú draga frá hinum liðunum. Longu eftir trý umfør, eru teir hálvttriðja stig fremstir.
Havnarmenn vunnu heldur óvæntað heili 3,5 - 0,5 á kollfirðingum. Havnarliðið er sterkt, men kollfirðingar hava eisini eitt væla lið við Hans Kristian Simonsen og Torbjørn Thomsen á odda. Uppgerðin millum vinmennirnar Martin Poulsen og Hans Kristian endaði við sigri til Martin. Ein kærkomin sigur til havnarmenn, sum sostatt yvirhálaðu kollfirðingar á stigatalvuni.
Vestmenningar vunnu væntaðan stórsigur á skerdum toftaliðið (uttan Jens Kristian Hansen) 3,5 - 0,5. Helgi Joensen bjargaði æruni hjá toftamonnum við javnleiki móti John Jacobsen.
Danin Mogens Nielsen leikti á 4. borði hjá vestmenningum. Mogens búðleikast annars á Sandoynni, har hann í samstarvi við Talvsambandið, undirvísur í talvi. Áhugurin hjá ungdóminum á Sandoynni til talvítróttin er øgiligur, tí heili 78 børn verða undirvíst í trimum teimum størstu bygdunum, Sandur, Skopun og Skálavík. Eitt herðaklapp til Mogens og Talvsambandið fyri hetta átak.
4. umfar í liðkappingini verður 5. desembur.

2. deild
Klaksvíkingar eru ikki einans á odda í 1. deild. Í 2. deild hevur unga klaksvíksliðið tikið leiðsluna framanfyri m.a. sandavágsmenn. Fá stig skilja trý tey ovastu liðini. Sí úrslit og støður í aðrastaðni í blaðnum í dag.

Russiski meistaraskapurin
Garry Kasparov tykist at hava funnið gamla stórformin aftur í sterkasta russiska meistaraskapinum síðani 1988. Hóast hann yvirsáð ein hampiligan lættan sigursleik í endatalvinum móti Alexander Motylev (2651), hevur Kasparov telvað væl og við nógvari orku. Hann er saman við Alexander Grischuk í oddinum. Grischuk hevur fýra stig fyri seks talv, meðan Kasparov hevur 3,5 stig fyri fimm talv. Ellivu telvarar taka lut og er tí neyðugt við fríumførum.
Svidler, Bareev og Morozevich eru nakrir av hinum luttakarunum. Felags fyri hesar tríggjar mætu telvarar er, at teir eftir seks umfør enn ikki hava blandað seg í oddastríðið.
Vladimir Kramnik, ið fyri mánaða síðani endurvann HM-heitið, avlýsti tíverri sína luttøku. Orsøkin var troyttleiki og stress eftir harða HM-dystin, sum eisini er vælskiljandi.
Ein sum tók øll á bóli varð Anatoly Karpov. 53 ára gamli fyrrverandi heimsmeistarin, sum ikki hevur telvað nógv seinastu árini, meldaði seg úr kappingini dagin fyri kappingarbyrjanini. Karpov vildi ikki geva nakra beinleiðis orsøk fyri óvæntaða og óhepna atburðin. Tey flestu gita, at hann einfalt ikki hættaði sær at telva móti slíkari sterkari mótstøðu.