ljósið sást. Eg minnist, at pápi kom upp á loftið og bað okkum fáa gardinurnar ordiliga fyri. Tað var ikki at skemta við, minnist Poul. Tað var einki serliga hugaligt at vera úti, eftir at tað var vorðið [...] manglaðu, og alt skuldi drýggjast, so merkti eg ongantíð, at tað var svangligt ella avmarkað við mati - heldur ikki á jólum, sigur Hannefía. – Eg minnist so ongantíð, at tað manglaði nakað. Og vit bakaðu [...] arbeiðskona, og hon fór aldri út aftur til Fugloyar. Jólatræ Poul greiðir frá, at tey í Havn vóru von at hava jólatræ, men tá kríggið kom, og sambandið við umheimin steðgaði upp, bar ikki til at fáa hendur
korini hjá arbeiðarunum. Og so var tað skjótt, at onkur skeyt upp fyri henni, at ístaðin fyri at bara práta um trupulleikarnar, so skuldi hon fara at gera okkurt við tað. Og tað gjørdi Ingeborg, og meldaði seg [...] teimum fyrstu málunum Ingeborg var við til at fáa ígjøgnum, var at skaffa kvinnuni somu løn sum manninum. -Eg øtist enn við tankan um, at føroyskar kvinnur stóðu lið um lið við mannin og gjørdu sama arbeiði [...] hetta ikki við hana. -Eg ræðist ikki lortaspannir. Eg havi fingið so nógvar út yvir meg, at tað er nú sum at sletta vatn eftir einari gás, um okkurt ljótt verður sagt um meg. Eg lukki bara av. Eg tími hvørki
rúsdrekkakoyring, skuldi tað hent, at viðkomandi varð dømdur. Hann vildi ikki hava vitnið at lúgva, men hann vildi bara tryggja sær, at vitni gjørdi sær púra greitt, hvat tað hevði sæð og hann vildi eisini tryggja [...] í rættarskipanini, at har var ongin náði. Tað var í sambandi við, at onkur hevði meldað ein bilførara fyri at koyra við kenning, at hesin maðurin ringdi til tann, sum hevði meldað at tosa um hendingina [...] ásannaði, at tað var ikki rætt, men tað var heldur ikki ólógligt at seta seg í sambandi við eitt vitni. Hann legði eisini dent á, at ætlanin var ikki at fáa vitnið at broyta frágreiðing, men einans at tryggja
tá Helle varð spurd um hon vildi taka við leiðsluni í 87 ára gamla kórinum, ivaðist hon ikki eina løtu. - Eg var eitt sindur nervøs at byrja við. Men eg má bara siga, at eg havi sjáldan havt eitt meiri [...] langa tíð. - Eg var so mikið heppin, at teir søgdu við meg, at eg skuldi bert taka mær av sanginum. Teir skuldu ordna alt hitt. - Og so var tað heldur ikki verri, at teir lokkaðu meg við hesi Føroya-ferðini [...] manskórinum, var tað ikki tí at hon hevði royndir júst við slíkum kórum áður. Hon er útbúgvin urguleikari, og hevur í mong ár stjórnað blandaðum kórum. Nú var ístaðin neyðugt hjá henni at seta seg inn í eina heilt
samband við barnaverndina og tað førdi til, at maðurin varð handtikin og síðani hevur hann sitið í varðhaldi. Umframt at hann varð dømdur at sita í fongsli í eitt ár, varð hann eisini dømdur at rinda einum [...] Hann hevur heldur ikki loyvi til at hava børn ella ung undir 18 ár heima hjá hjá sær, uttan við loyvi frá løgregluni. Somuleiðis hevur hann heldur ikki loyvi at fara heim til onnur fólk, har børn ella ung [...] avgerð er fallin. Ákærin vildi hava, at hann skuldi verða sitandi í varðhaldinum til endalig avgerð er fallin, men tað tók rætturin ikki undir við og tískil varð maðurin leyslatin. - Málið tók seg upp tá
Service umborð. Eg hevði eisini eitt fotografiapparat við mær. Tað var heldur ikki loyvt. Hetta hevði eg grivið niður í kolkjallaranum. Teir spurdu so, um nakað var umborð at kanna. Eg segði, at eg hevði ein [...] trúboðari í Aberdeen, at vita, at tey kundu rokna við at missa telefonina. Orsøkin var tann, at hann í eini telefonsamrøðu við eina føroyska kvinnu hevði nevnt eitt føroyskt skip, sum hon hevði áhuga fyri. [...] vinnan kom eisini at geva nógv arbeiði av sær á landi við at pakka sildina til útflutnings. Í 1947 gjørdis Johannes Johannesen av Skála skipari. Har var fólk av Skála við. Tey árini, eg var við, vóru tveir
renna um kapp við tíðina. Sjálv var hon heima alt lívið. Hon fekk ongantíð eina løn útgoldna, og, eg haldi, eg kann siga fyri hana, at hon hevði ikki vilja gjørt tað øðrvísi, um hon kundi. Hon lat okkum vita [...] tíbetur so deiliga væl at skilja sína egnu støðu. At hon gjørdist eldri, og tí ikki kundi halda fram í heilt sama girði sum hon plagdi. Hon flenti tá hon varð spurd, hvussu hon hevði tað, og svarið var [...] máta, at lívið heldur ikki var so galið soleiðis sum tey livdu fyrr. Men hon skilti væl, at verðin varð broytt, og at okkara møguleiki at gera nakað øðrvísi var avmarkaður. At vit bara ruku við streyminum
var 11 ára gomul var hon 175 cm høg og í skúlanum varð hon argað og fekk eyknevnið "Stalky", sum merkir klantrasligur. ? Eg brýggjaði meg ikki um at vera tann, eg var. Eg var høg og eg var ikki gentan, sum [...] fara hyggjarar endiliga at fáa tann fyrsta mussin teirra millum at síggja. Joey fær Rachel at hjálpa sær við eini leikluti, sum hann hevur í Days of our Lives, sum hann er við í. Í partinum, sum tey bæði [...] fólkatokki er við at fella. Í veruleikanum skuldi tað vera stilt rundan um Britney tað seinasta hálva árið, tí hon hevði verið alt ov nógv frammi. Men tað oyðilegði Justin skjótt við at fortelja alt og
barn, tí pápin skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Sum hálvvaksin hevði hon ein tørv á at koma aftur, og fór til Føroya at arbeiða sum læraravikarur sum 18 ára gomul, eftir at hon var liðug við studentarskúlan [...] av henni. - Hóast eg havi búð í Føroyum í eitt sera stutt tíðarskeið, eru Føroyar ein partur av mær. Eg haldi eg eri ein sættapart føroyingur, sigur hon. Orsøkina heldur hon vera, at hon hevur búð í Føroyum [...] ikki gott, sigur Lisbeth Nebelong. Eg skilti eftir eina tíð, at eg var berari av eini fíggindamynd, av tí at eg var danskari, og sum vaksin havi eg havt ein tørv á at skilja, hvat hetta var fyri nakað,
og her fingu vit loyvið at tosa, meðan hon lurtaði. Hon er fødd við góðum bindigávum, og dugir sera væl at binda. Hon bandt troyggir, sokkar, vøttir, húgvir á okkum og á onnur. Eg havi ikki tal á hvussu [...] har búði hon, saman við systir sínari Tordis. Hon íðkaði hondbolt við Neistanum og tær vunnu mong meistarheitir við mammu sum málverja. Tær sum tá myndaðu Neistaliðið síðst í 50-inum saman við mammu, vóru; [...] fyri okkum er hon ikki bara mamma, men í so mongum lutum er hon ein fyrimynd. Hon hevur megnað at leggja okkum gott í beinið og at savna okkum sum familju. Vit gleða okkum hvørja ferð, hon bjóðar okkum