Tá ið ein maður nakað síðani ringdi til ein, ið skuldi vitna í rættinum í einum sakarmáli um rúsdrekkakoyring, hevði hann neyvan grunað, at tað skuldi fáa so álvarsligar avleiðingar, sum tað fekk.
Men mikudagin fall so hamarin.
Og tað var ikki við mýkindum, tí hendan eina telefonsamrøðan kostaði manninum 40 dagar í geglinum og hann fær nú boð um, nær hann skal út í Jónas Broncksgøtu at sita dómin av sær.
Ongin náði
Maðurin varð ákærdur fyri at hava roynt at ávirka vitnið, hann ringdi til, fyri at fáa tað at lúgva í rættinum í málinum um rúsdrekkakoyring.
Vitni hava annars bæði skyldu til at svara spurningum og til at siga satt, og hesi viðurskifti verða tikin so strangt í rættarskipanini, at har var ongin náði.
Tað var í sambandi við, at onkur hevði meldað ein bilførara fyri at koyra við kenning, at hesin maðurin ringdi til tann, sum hevði meldað at tosa um hendingina.
Tann, sum hevði meldað skuldi vera vitni í rættinum og tí ringdi maðurin til hansara at tosa um frágreiðingina, sum vitnið skuldi geva í rættinum.
Men vitnið gjørdi ikki mætari enn at siga fútaskrivstovuni frá og tí varð maðurin ákærdur fyri at hava roynt at ávirka vitnið til at broyta sína frágreiðing fyri at hjálpa tí, sum varð ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.
Lúgva ella ikki lúgva
Maðurin noktaði seg sekan.
Hann játtaði, at hann hevði ringt til vitnið, men hann noktaði fyri, at tað var fyri at fáa vitnið at lúgva.
Hann segði, at hann hevði bara ringt fyri at greiða vitninum frá, hvørjar avleiðingar tað fór at fáa fyri tann, sum varð ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, skuldi tað hent, at viðkomandi varð dømdur.
Hann vildi ikki hava vitnið at lúgva, men hann vildi bara tryggja sær, at vitni gjørdi sær púra greitt, hvat tað hevði sæð og hann vildi eisini tryggja sær, at vitnið var púra sannført í síni sak.
Vitnið sjálvt ivaðist ikki í, at maðurin royndi at fáa hana at broyta frágreiðing.
Vitnið greiddi frá, at maðurin hevði spurt um tað ikki kundi broyta frágreiðingina og siga í rættinum, at hon var ikki púra vís í, hvør hevði koyrt bilin og hann spurdi eisini um vitnið ikki kundi gloyma okkurt.
Við øðrum orðum, vildi maðurin hava vitnið at missa minnið, sum tikið var til í rættinum.
Vitnið legði kortini dent á, at talan var ongantíð um hóttanir ella í aðrar mátar, harðligt orðalag.
- Hann var ógvuliga fólkaligur í allari samrøðuni, greiddi vitnið frá í rættinum.
Lagnunnar speiðsemi
Verjin hjá manninum ásannaði, at tað var ikki rætt, men tað var heldur ikki ólógligt at seta seg í sambandi við eitt vitni. Hann legði eisini dent á, at ætlanin var ikki at fáa vitnið at broyta frágreiðing, men einans at tryggja sær, at vitnið var sannført um, at frágreiðingin var sonn.
So kann leggjast afturat, at tað er lagnunnar speiðsemið, at aftaná vísti tað seg, at tað hevði verið púra óneyðugt hjá manninum at ringt til vitnið.
Í fyrstu syftu helt vitnið fast um sína upprunaligu frágreiðing og vildi sostatt onki broyta.
Í øðrum lagi, varð tann, sum varð ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, fríkendur, tí hann varð ikki tikin í bilinum men aftaná og viðkomandi helt fast um, at hann hevði ikki drukkið fyrrenn eftir at hann hevði sett bilin. Tað kundi løgreglan ikki mótprógvað og tískil varð viðkomandi fríkendur.
Álvarsligt fyri rættartrygdina
Men tað hjálpti ikki manninum, tí dómarin staðfesti, at tað framvegis stóð eftir, at hann hevði roynt at ávirka eitt vitni og tað er eitt heilt alvorligt brot á rættartrygdina.
Dómarin dømdi sostatt mannin at sita í 40 dagar.
Dómarin ásannaði, at her var talan um eina harða revsing, men hann helt, at tað var ein neyðug revsing fyri ikki at máað støðið undan rættartrygdini.
Dómar helt, at spurningurin um vitnisfrágreiðingar í rættinum hava so avgerðandi týdning fyri rættartrygdina, at revsingin kundi ikki vera linari fyri at royna at ávirka vitnini.
Og tá fekk maðurin enntá ein ávísan “avsláttur” tí vanliga revsingin fyri slíkt er 60 dagar í fongsli, men hann fekk 20 dagar í “avsláttri”, tí royndin at ávirka vitnið miseydnaðist og fekk onga ávirkan á úrslitið av rættarmálinum annars.
Maðurin fer nú at umhugsa um hann skal skjóta málið inn fyri Landsrættin.










