Fongsul fyri kynsligan ágang ímóti smádreingjum

Ein maður dømdur í Føroya Rætti í dag fyri kynsligan ágang ímóti fýra dreingjum og fyri at hótta onkrar av teimum til at tiga

Ein eldri suðuroyingur er í dag dømdur at sita í eitt ár í fongsli fyri kynsligan ágang í fleiri førum ímóti smádreingjum.

 

Hann er dømdur fyri bæði blygnaðarskemd og fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu ímóti tilsamans fýra dreingjum.

 

Hann er eisini dømdur fyri at hótta dreingirnar til at tiga, skuldi nakar spurt teir um hann var pedofilur.

 

Dreingirnir, vóru yngri enn 15 ár og kynsligi ágangurin hendi í einum tíðarskeiði upp á tvey næstan tvey ár.

 

- Málið tekur seg upp tá ið borgarar seta seg í samband við barnaverndina og tað førdi til, at maðurin varð handtikin og síðani hevur hann sitið í varðhaldi.

 

Umframt at hann varð dømdur at sita í fongsli í eitt ár, varð hann eisini dømdur at rinda einum dreingi 30.000 krónur í endurgjaldi.

 

Hann hevur heldur ikki loyvi til at hava børn ella ung undir 18 ár heima hjá hjá sær, uttan við loyvi frá løgregluni.

 

Somuleiðis hevur hann heldur ikki loyvi at fara heim til onnur fólk, har børn ella ung undir 18 ár eru, uttan at løgreglan gevur loyvi til tað.

 

Maðurin fer nú at taka støðu til um hann fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt og eftir dómin í dag varð hann latin leysur, til endalig avgerð er fallin.

 

Ákærin vildi hava, at hann skuldi verða sitandi í varðhaldinum til endalig avgerð er fallin, men tað tók rætturin ikki undir við og tískil varð maðurin leyslatin.

 

- Málið tók seg upp tá ið borgarar seta seg í samband við barnaverndina og tað førdi til, at maðurin varð handtikin og síðani hevur hann sitið í varðhaldi til hann varð leyslatin í dag.