saman og siga orðini rætt! Vælsignaðu heim, har søgan um Jesus verður søgd aftur og aftur fyri smáum barnasinnum, til tess at tey mega kenna hann tá ið hann kemur! John S. Myllhamar, trúboðari [...] Á einum chatolli í stovuni stóð eitt bílæt av pápanum, men tað var so undarliga slitið og handskað til, so at hann undraðist yvir, hví tey høvdu eitt sovorðið bílæt standandi frammi av pápanum. Men hann [...] byrjaði hon at siga teimum frá pápanum, hvussu langt burtur, hann var, hví hann mátti vera har, tað var fyri at tey kundu hava tað gott heima osfr. Og meðan hon fortaldi, fór bílætið runt millum tær smáu ba
Gomlurætt til Oyragjógv, so kemur tað at taka upp í móti tveimum tímum. Reidar Nónfjall sigur tó at enda, at hann vónar at Vinnumálastýri skjótt finnur fram til eina loysn, tí tað ber ikki til at arbeiða [...] - Sum eg segði, so er tað eftir míni meting ikki mítt borð at loysa henda trupulleikan. Eg havi tosað við Vinnumálastýrið í morgun, men tað er enn einki sum talar fyri, at vit fara at gera júst tað, tí [...] nú ber av øllum. Og er vandi fyri at tað koma fleiri tiltøk í framtíðini, so er lítið at ivast í, at hendingin í Vestmanna í gjár fer at fáa tosið um undirsjóvartunnil til at harðna munandi.
eiga sín stóra part av heiðrinum fyri, at teir hava megnað at spælt liðið somikið væl saman undir truplum arbeiðsumstøðum, og Hondbóltssambandið eigur eisini heiður fyri sítt landsliðsarbeiði. Um nakað [...] at tað er grundarlag fyri einum A-landsliðið, sum eisini má vera aðalmálið. Tað kann í øllum førum ikki vera rætt, at hesir ungu menninir skulu missa møguleikan fyri at spæla fyri Føroyar bert tí teir [...] HM-kappingini. Hetta var ein sonevnd undan-undankapping, og nú gongur leiðin til Danmarkar, har undankappingin verður í døgunum 2. til 4. apríl. Sjálvt HM-endaspælið verður í Týsklandi í august mánaði. Tað er
at vit mugu viðgera og taka støðu til uttanlandsmálini uttan mun til, hvat hendir í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. -Skulu vit her og nú til at standa fyri øllum teimum uttanríkispolitisku málunum [...] legði fyri tingið í farnu viku, er ein lýsing av uttanlandssamstarvinum í 98 og ætlanum landsstýrisins á uttanlandsøkinum fyri 1999. Harumframt leggur hon, við støði í ?Reyða Álitinum?, upp til aðalorðaskifti [...] eitt sindur av ótta fyri, hvussu tingið er fyri at fara undir eina slíka viðgerð. -Eg sigi bara frá mær sjálvum, at hóast eg havi verið leingi á tingi, so er hetta eitt øki, sum í míni verður hevur verið
avgjørt er tað ein størri heiður fyri bólkin at sleppa at standa á palli í Norðurlandahúsinum, enn at hava vunnið Pop Top kappingina. Hetta er somuleiðis ein stórur heiður fyri teir ungu limirnar í Flux [...] skriva sangtekstir til grunge rock tónleik á føroyskum. Jú, tað ber til at skiva sangtekstir til hetta slag av tónleiki á føroyskum, svaraðu limirnir í Flux og góvu okkum eitt skemtiligt dømi. Teir sungu: [...] vænta eisini, at framførðsla teirra til finaluna í Norðurlandahúsinum fer at gera, at fólk leggja teir til merkis, soleiðis at teir verða bidnir um at koma at spæla til dans ymsastaðni kring landið. Ikki
medmenniskjað vórðu misrøktar? Men vit vita eisini, at »alt til ellisár eri eg hin sami«, sigur Guð. Eisini ein løta eigur at vera til avlops fyri hann. Amen. [...] Harri, um eg má biðja um undurverk, tá ger meg til betri menniskja. Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð. Prædikarin 3,1 Tíðin líður, eins og hon altíð hevur [...] samlast saman í frítíðini og til ítrótt og gaman. Tey hittast og gerast góð, hvør við annan. Vinirnir flyta burtur og heim í ævigar bústaðir, og sum árini fara, verður verri fyri hin einstaka at mynda nýggj
sum er til signing fyri alt Kristi likam. Tað grípur meg at síggja hvat hendir, tá ið miðdepulin er krossur Jesusar. Menniskju gerast brennandi fyri Jesusi og gjalda fyri at fáa evangeliið út til sínar [...] heitinum ?Frá Minus til Pluss?. Ein veking fyri evangeliinum sær út til at vera byrjað. Hetta tiltakið, sum alt var fíggjað við gávum, kostaði í 1995 30 milliónir D-markar, sum eru goldnir til síðsta oyra. Gleði [...] Grønland og Føroyar fyri tørni. Ymsar ákoyringar Reinhard Bonnke sigur, at ikki øll hava verið líka glað fyri tiltakið. Óndar tungur hava ákært hann fyri at vilja heysta æruna ella at syrgja fyri sær fíggjarliga
sum kemur til Føroyar seinni í ár. Og sambært fráboðanum úr fiskivinnuumsitingini, er hesin nýggi báturin ein av teimum, sum verður lagdur undir lupp. Men tað ræðir ikki Ejler Jacobsen. ?Míni viðurskifti [...] apríl mei. So skal hann sleipast til Noregs, har hann verður gjørdur liðugur. Báturin verður liðugur í oktober. Tá ið nýggja Krúnborg hjá Ejler Jacobsen er komin higar til lands, verður hon uttan samanbering [...] útlendingar eiga í mesta lagi 1/3 í einum føroyskum skipum, og teir kunnu heldur ikki hava atkvøðurætt fyri meiri enn tað. Men í sumum førum, har føroyingar og norðmenn hava útvegað skip í felag, hevur verið
peningaliga. Fleiri milliónir hava t.d. amerikumenn latið til hesar kanningar, men hvussu nógv er komið til Føroya? Er nakað laboratorium fyri kyksilvur- og PCB kanningar sett á stovn í Føroyum? Ivaleyst [...] hesum blóðroyndum, tí áhugin at finna sikkur mørk fyri ávirkan á menniskjað er stórur. Her hava hesar kanningar - sum annars tæna P.W. til vísundaligan heiður - eina stóra informatión í sær, og slíkar kanningar [...] samrøðu í Sosialinum herfyri rør Pál Weihe framundir, at »onkur« gongur ørindi fyri danir. Eg veit her ikki, hvønn hann júst sipar til. Pál Weihe og undirritaði eru gamlir vinmenn, bæði persónliga og vísundaliga
leiðin upp til Guðs enn opin. Ta leiðina kann eingin steingja. Vissuliga kann tað sýnast eyðmýkjandi at koma til Guðs við tveimum tómum hondum. Og mong eru av tí slagnum, sum ikki vilja leita til hansara [...] av hinum og helt fyri: »Hvat skal eg gera við tveimum tómum hondum?« Hin gamli hugdi álvarsamur men vinarliga upp á sín unga vin, og segði so: »Hendurnar ? tær kanst tú folda í bøn til Guðs«. Hóast allar [...] okkurt, ið tey hava misskilt. Tí, tað er júst tá ið hendur okkara eru tómar, at rætta løtan er at leita til Guðs. Hann er læknin hjá hinum sjúku, ríkidømi teirra fátæku, hjálp hinna hjálparleysu. Ja, Bíblian