Flux slógu seg fastar í føroyska tónleikaheimin

Tónleikabólkurin Flux gjørdist nummar tvey í Prix Føroyar kappingini á Tvøroyri.

Fá mundu tey vera, ið ikki høvdu væntað, at Kjølar fóru at vinna Prix Føroyar kappingina á Tvøroyri. Tí gjørdist heiðurin at vinna 2. plássið nærum eins stórur og heiðurin at røkka 1. plássinum. Úrslitið gjørdist eins og væntað. Kjølar vunnu kappingina. Men bólkurin, ið gjørdist nummar tvey var ein minni kendur bólkur við manning úr Eysturoynni og Havnini. Hesin bólkurin var tann ungi bólkurin Flux.

Flux er mannaður við fýra ungum dreingjum úr Eysturoynni og Havnini, og spæla teir alternativan grunge rock. Bólkurin er heilt ungur. Manningin hevur bert spælt saman í hálvtannað ár. Tó hevur trummuleikarin ikki verið við so leingi. Hann byrjaði ikki í bólkinum fyrr enn á jólum í fjør.

Hesir fýra ungu dreingirnir hava ikki verið við til tey heilt stóru tiltøkini innan føroyska tónleikalívið. Men tó vóru teir við á Pop Top kappingini í fjør og vunnu hana. Harumframt vóru teir við á Ólavsøkukonsertini í 1998 og eisini spældu teir til dans í Runavík á Eytstanstevnu. Hesi fáu tiltøk hava tó ment bólkin so mikið, at hann megnaði at vinna sær eitt 2. pláss í Prix Føroyar kappingini á Tvøroyri seinasta vikuskiftið.


Væntaðu ikki so gott úrslit

Eftir kappingina hittu vit manningina í Flux í einum skiftirúmi í TB-húsinum. Vit spurdu teir millum annað, um teir høvdu roknað við einum so góðum úrsliti.

­ Nei, vit væntaðu als ikki so gott úrslit. Kappingin var hørð, tí øll orkestrini vóru góð og spældu væl, men sjálvandi er møguleikin til staðar, tá talan er um eina opna kapping.

­ Nú var ein av bólkunum av Tvøroyri, og hevði hann tískil allar áskoðararnar aftanfyri seg. Føldu tit tykkum nakrantíð hóttar av stuðulinum, ið hesin bólkurin fekk frá áskoðarunum?

­ Nei, vit halda als ikki, at bólkurin av Tvøroyri fekk betri stuðul frá áskoðarunum enn til dømis vit. Tá vit fóru suður, væntaðu vit, at hetta gjørdist okkum ein trupulleiki, men tað gjørdist tað als ikki. Áskoðararir vóru ein hollur stuðul, og tískil eru vit sera væl nøgdir við áskoðararnar.

­ Fyri at eyguni - somuleiðis sum oyruni - hjá áskoðarunum skulu fáa nakað burturúr framførslunum hjá okkum, leggja vit stóran dent á klædnastíl, og tískil vóru vit á pallinum við litaðum hári og í málaradraktum við navinum á bólkinum á bakinum.


Enskir tekstir

Eitt, ið var gjøgnumgangandi fyri allar bólkarnar í Prix Føroyar kappingini var, at flestu sangtekstirnir vóru á enskum. Hetta var eisini galdandi hjá Flux, og spurdu vit tískil manningina, um tað ikki ber til at skriva sangtekstir til grunge rock tónleik á føroyskum.

­ Jú, tað ber til at skiva sangtekstir til hetta slag av tónleiki á føroyskum, svaraðu limirnir í Flux og góvu okkum eitt skemtiligt dømi. Teir sungu: "Vit eru Flux, vit kukka í buks." Men so løgdu teir afturat, at ein helst kann skriva sangir á føroyskum til slíkan tónleik, men at teir hildu tað vera lættari at skriva á enskum. Tó útihýsir manningin í Flux ikki, at vit einaferð sleppa at hoyra bólkin framføra onkran føroyskan tekst, teir sjálvir hava skrivað.


Norðurlandahúsið stór avbjóðing

Burtursæð frá at hava vunnið Pop Top kappingina, er hetta fyrstu ferð, at tónleikabólkurin Flux slær sítt unga navn á føroyska tónleikabreddan. Og avgjørt er tað ein størri heiður fyri bólkin at sleppa at standa á palli í Norðurlandahúsinum, enn at hava vunnið Pop Top kappingina. Hetta er somuleiðis ein stórur heiður fyri teir ungu limirnar í Flux. Miðalaldurin í bólkinum er nevniliga eini 17 ár.

Spurdir, hvørjar vónir limirnir í Flux hava til finaluna í Norðurlandahúsinum, svaraðu teir, at ov tíðliga er at siga nakað um hetta enn. Kappingin á Tvøroyri var nevniliga tann fyrsta av teimum innleiðandi kappingunum, so enn veit ein ikki, hvørjir aðrir bólkar enn Kjølar og Flux verða við í finaluni í Norðurlandahúsinum. Men limirnir í flux hava góðar vónir til finaluna, hóast teir ikki halda seg vera so nógv betri enn hinir. Teir verða als ikki skuffaðir, um teir ikki verða millum teir bestu. Teir halda nevniliga, at tað týdnigarmesta er at vera við.

­ Vit vænta, at tónleikurin hjá okkum fer at verða penari og reinari til finaluna í Norðurlandahúsinum. Vit ætla okkum í hvussu so er at venja so mikið, at vit ikki verða til láturs, siga limirnir í Flux smílandi.

Teir ungu evnaríku dreingirnir vænta eisini, at framførðsla teirra til finaluna í Norðurlandahúsinum fer at gera, at fólk leggja teir til merkis, soleiðis at teir verða bidnir um at koma at spæla til dans ymsastaðni kring landið.


Ikki tónleikafanatikarar

­ Hóast vit spæla nógv tónleik, eru vit als ikki tónleikafanatikarar, leggja limirnir í Flux dent á. Teir siga, at teir ikki bert lurta eftir tí slagnum av tónleiki, ið teir sjálvir spæla, men eftir øllum tónleiki. Teir siga, at allur tónleikur er góður á hvør sín hátt.

Vit enda við at ynskja limunum í Flux góða eydnu til finaluna í Norðurlandahúsinum.