hevur spælt á hesum plássinum í B68. Vongverjarnir Tá landsliðið í heyst fór til Kekkia, roknaði Henning Jarnskor við, at hann skuldi sita á beinkinum frá fyrsta bríksli. Tað kom óvæntað á hann, tá venjarin [...] Venjarin hevur stórt álit á Øssuri Hansen, og tá John Ryan ikki vil vera við á landsliðnum, so eru Øssur og Henning bestu boðini uppá vongverjar. Jóhannes Joensen og Heðin á Lakjuni eru aðrir møguleikar [...] hvørjir ellivu skulu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli, tá landsliðið skal í eldin, so hava royndirnar víst, at ivi hevur bara verið um eitt og onkuntíð tvey pláss. Talið á spælarum, sum hoyra til hópin
har øll fingu høvi at vitja umborð á snotuliga flogfarinum, og eisini fáa sær ein forkunnugan bita frá føroyska flogfelagnum undir fagnaðarløtuni. Tókst tú í hondina á starvsfólkunum og ynskti teimum til [...] ÓLAVUR Í BEITI Tað var frálíkt lag á bæði starvsfólki og gestum seinnapartin fríggjadagin, tá ið nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways hevði lent um 2-tíðina og seinni varð togað yvir í Hangarin hjá Atlantic [...] flogfarið at vita, sást tú víst, at tað er eitt stórfelag, sum leigað hevur, tí teir 80 stólarnir í flogfarinum eru úr ljósgráum leðri, sum er eyðkennið hjá hesum stóra flogfelag. Hesir 80 stólarnir viga góð
lýsti løtuna í røðu síni og eisini framtíðina hjá felagnum sum nú hevði fingið fleiri vegnur at flúgva á. M.a. segði stjórin, at við einum flogfari aftrat kom at verða skapt sunnari og tryggari grundarlag [...] av hepnu royndunum við tveimum flogførum seinastu tvey summrini. »Dry lease« avtala - Við hesum flogfarinum aftrat gera vit eitt lop inn í altjóða flogferðslu, tí flogfarið skal í vinnu uttanfyri Føroyar [...] í dag, umframt charter flúgving. - Eg vóni, at um 5 ár er virksemið í felagnum bygt helvt um helvt á heimamarknaði og útlendska marknaðin og tað krevur nógva av starvsfólki og felagi at laga seg til altjóða
Tað var í sera ringum standi tá vit yvirtóku tað. Takið var beinleiðis lívshættisligt at stíga á, og restin var ikki stórt mætari. So prísurin mundi vera á eini góðari leið, sigur hann. Síðani tá er virkið [...] dugir hann ikki at siga í løtuni, tí tilboðini upp á maskinurnar eru nústaðni ávegis. Arbeiði til 15-20 fólk Tá virksemið fer í gongd á nýggja virkinum á Strondum væntar Kári, at tað verður arbeiðið til [...] upp kryvjivirkið í gamla flakarvirkinum á Strondum. Keyptu fyri eina mió Fyri góðum hálvum øðrum ári síðani keyptu hesar báðar fyritøkurnar gamla flakarvirkið á Strondum fyri eina millión krónur frá Føroya
ikki færri enn sjey. Á mótstøðuliðnum var eisini ein rumeni at síggja, men hóast Ileana Manolescu er ein fínur leikari, sum hevur styrkt munandi um neistaliðið, so megnar hon ikki á sama hátt at átaka sær [...] Hetta var samstundis fyrstu ferð, at meira enn eitt mál var á muni. Skrædnaði brádliga Seinna helmingin av dystinum gekk eisini sera javnt á at byrja við. Um tað kann sigast, at nakað av liðunum átti munin [...] sigurin skuldi fara til útiliðið. Neistakvinnurnar góvust tó ikki á hondum, og skjótt vóru tær aftur bert eitt mál aftan fyri VÍF. Hetta takið kostaði tó ivaleyst nógvar kreftir, og seinastu minuttirnar av
trý mál á rað, og so var leiðslan vunnin aftur. Skrædnaði í seinna Seinna hálva tíman var gongdin so at siga hin sama, men um miðjan hálvleikin, fingu tær á útliðinum brádliga glið á. Seks mál á rað gjørdu [...] lætta uppgávu, tá farið varð á vøllin. Javnt í fyrra At byrja við var heldur ikki nakað sum týddi á, at kyndilsleikararnir bara skuldu fara avstað við stigunum uttan víðari. Tær á heimaliðnum gjørdu sítt til [...] vikuskiftinum sera einfalt. Ein sigur á VB var einasta úrslitið, sum tær kundu nýta til nakað sum helst í hesum sambandi, og tað var eisini hetta, sum var aðalmálið, tá tær fóru á vøllin sunnudagin. Í landskappingini
Hentze sunnudagin var farin á liberoplássið at spæla orsakað av snuddi í knøunum. Plássið er honum kortini ikki heilt fremmant, tí tá Oyggjaleikirnir vóru, spældi hann framúr væl á liberoplássinum. Í hansara [...] kanska júst tekini um veikleikan hjá SÍ. Jón er so øgiliga einsamallur at vinna bóltarnar hjá teimum. Takið kann gerast honum ov tungt, tá eingin hjálp er at fáa frá hinum leikarunum. Sum eftir ánni Hjá Fleyr [...] ikki halda stóra vandan lúra, tí hann hevði sett seg sjálvan uttanfyri, meðan hinir stríddust inni á vøllinum. Nú er tað steypafinalan Hetta kappingarárið er avgjørt og í veruleikanum hevur Fleyr einki
leiðslan á Landssjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgdina av, at brunatrygdin í húsinum er á einum líkinda støði. Fyri trimum árum síðani gjørdi Dansk Brandteknisk Institut vart við, at brunatrygdin á Landssj [...] hava ikki slept trygdini upp á fjall, tí vit hava havt nógv fólk á brandskeiði. Men tað er rætt, at vit hava onga tilbúgvingarætlan fyri sjálvt sjúkrahúsið og hon skal fáast upp á pláss sum skjótast, sigur [...] tilmælum sett í verk og vit hava tí spurt leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um orsøkina til tað. Peningatrot ? Fyrst av øllum vil eg siga, at tað ikki skortar upp á vilja frá okkara síðu at seta tilmælini í verk
benda á, so eydnaðist tað kortini ikki Kyndli at taka hetta takið, men áðren tær høvdu givið skarvin yvir, vóru tær annar parturin í Ov stóra virðing Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at so [...] eisini meira ferð á skotini hjá Jórun. Mariginalarnir vóru tó ikki við grønu leikarunum, og ístaðin kundi heimaliðið dúva upp á, at tær í Vesnu Tomajek eiga ein av allarbestu leikarunum her á landi. Stjørnan [...] at gerast ov heitt á vøllinum. Heilt áfast gjørdist tó ongantíð, og ístaðin fyri bardaga, kundu nógvu áskoðararnir heldur frøast um ein sera spennandi seinna hálvleik, har leikarar á báðum liðum góvu alt
oljufeløgini verið harðari, so vildu vit merkt tað á tann hátt, at vit fingu fáar umsóknir og at tilboðini kanska høvdu verið smá. Við at leggja seg eitt sindur á hin bógvin hevur tú skapt møguleika fyri tí kapping [...] stúrin og skeptisk um oljuvinnuna, so viðgongur hann tó, at í kjalarvørrinum á hesi vinnu eru mong vandamál, har vit mugu vera á varðhaldi. Her eitt nú umhvørvismálini. -Vit mugu hava eitt vælvirkandi eftirlit [...] evnum og treiskni eigur ein týðandi leiklut í teimum úrslitum, sum rokkin eru. Landsstýrið heitti longu á Árna Olafsson í 1987 um at ráðgeva tí í samráðingunum við donsku stjórnina um yvirtøku av undirgrundini