trolarunum, sum í mong áratíggju veiddu meginpartin av tí, sum fiskað varð á føroyska landgrunninum. Í tí gongd móti víðari fiskimarki, sum tók dik á seg fyri fimti árum síðan, vóru vit oftast í hvør sínum [...] okkara kappast um tey somu fiskimiðini; og í fiskimarkspolitikki hava føroyingar og bretar ikki altíð drigið somu línu. Í gomlum døgum, tá ið skotar og onglendingar sum fiskivinnutjóðir stóðu nógv fremri enn [...] ber at fáa í lag samvinnu á jøvnum føti við tey lond í grannalagnum, ið hava royndir í oljuvinnu ? í sunnari kapping og til felags gagn. Og, har koma okkara næstu grannar, bretar, sjálvsagt inn í myndina
Arbeiðsloysi í Fuglafirði Fuglafjørður er ein av bygdunum, sum er rakt av arbeiðsloysi. Og tað er eitt tað hægsta í Føroyum. Sambært hagtølunum eru tað serliga kvinnur í Fuglafirði, sum ganga arbeiðsleysar [...] onkur annar kundi fara í gongd. Um so ikki var til flakavinnu, so eru tað onnur fiskasløg, sum tað ber til at virka á virkinum. Sum nú kann kommunan ikki avgera, hvat fyri virksemi fer í gongd á Handils og [...] og Frystivirkinum. Tað kann líka so gott verða annað arbeiði, sum ikki hevur við fiskivinnu at gera. Um so verður so er tað spell, tí tað er altíð mangul uppá økir við kaiina, og tað er sera kostnaðarmikið
til Føroya Sparikassa; og tað er tikið við í roknskapin. Hesum er einki óvanligt í, sum so, men tað gevur eina óvanliga inntøku í roknskapinum uppá knappar 11 mió. krónur, sum annars ikki høvdu verið har [...] dentur í framtíðini at verða lagdur á at fáa henda partin av Fiskasøluni at koyra so gott sum gjørligt. Tá tað er gjørt, er møguligt at fara at økja um virksemi, men heldur ikki fyrr enn tað. Og tað eru ongar [...] krónur eru í óvanligum útreiðslum og tær eru farnar til lønir til starvsfólk, sum eru søgd úr starvið og til kostnað av nýggjum verkætlanum. Primeri raksturin gav hall Verður hugt eftir tí partinum tað veruliga
sjónarmiðum. Og eg haldi, at vit í Føroyum kunnu læra nógv av hesum arbeiði. Støðan í Føroyum í dag Tað, sum í stóran mun eyðkennir støðuna í Føroyum í dag er, at tað almenna letur stuðul til sjálvbodnar [...] er eitt stórt arbeiði, sum skal gerast. Viðgerð í Føroyum Í dag verða fólk, sum misnýta rúsdrekka og rúsevni í Føroyum viðgjørd á Heilbrigdi, á Bláa Krossi, hjá kommunulæknunum, í sjúkrahúsverkinum og hjá [...] drukkið verður í Føroyum. Í fyrru helvt av nítíárunum var lítil broyt-ing í søluni hjá Rúsdrekka-sølu Landsins, frá einum ári til annað, men seinnu árini hevur verið vøkstur í nýtsluni, til hon í 2003 minkaði
ikki í Danmark ella í Bretlandi? -Tað vóni eg ikki, men man veit jú aldrin. Anfinn Kallsberg løgmaður váttar, at bæði Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri og Tony Lloyd, varauttanríkisráðharri í Bretlandi [...] Væntar løgmaður nakra mótstøðu móti uppskotinum, tá tað verður umrøtt í tinginum? -Allar hessar samráðingar eru farnar fram í tøttum samráði við Uttanlandsnevndina, og allar týðandi avgerðir og útspøl [...] Uttanlandsnevndin, sum sambart Stýrisskipanini er umboðið hjá løgtinginum í týðandi uttanríkismálum, hevur svarað mær í hesum samráðinum vegna løgtingið. Tí vænti eg ikki nakrar trupulleikar í løgtinginum. -Heldur
Teir elska tað - fyri at siga tað sum tað er. Tað er whisky vit tosa um. Whisky, sum tað verður gjørt í Skotlandi. Í landinum har tað var uppfunnið. Har siga tey, at tey einastu í heiminum, sum duga at gera [...] Summum dámar tað væl, meðan onkur ikki dámar tað so væl. Tað eru eisini nøkur, sum eru í so glað fyri tað. Men tað eru eisini onnur, sum hata tað. Tað fær ikki verið øðrvísi. Men skotar eru sera stoltir [...] Whisky verður framleidd í einum ótalið av londum í dag. Enntá japanar eru farnir at framleiða hesar, fyri skotar, gultu dropar. Men tað verður ongastaðni gjørt so væl sum í Skotlandi - siga skotar. Tað er
at seta tað í rætt høpi. T.d. verður sagt, at Danmarks Riges Grundlov er galdandi í Føroyum, og at ríkisrættarliga støða Føroya er ásett í henni og í heimastýrislógini. Zacharias Wang er samdur í hesum, [...] einki ríkismark.Tí er tað skeivt, sum embætismenn í Føroyabólkinum hjá forsætisráðnum førdu fram undir krígnum, at danska grundlógin fekk gildi í Føroyum 5. juni 1849 (samstundis sum í danska ríkinum), tí [...] føroyskari nútíðarsøgu. Sum eg dugi at síggja, er tað, sum Zacharias Wang hevur lagt fram í bók síni, bara eitt støði undir víðari gransking. Tað eru óteljandi leysir endar, sum rithøvundurin hevur valt
1,2 mió í 2010 verður økt upp í 3,0 mió í 2011. Útbúgvingin av kommunulæknum verður styrkt, so at játtanin í 2011 kemur uppá 6,3 mió, at samanbera við 4,5 mió. í 2008. Talið av yngri læknum í útbúgving [...] útbúgving, sum var 6 í 2009 og 10 í ár, fer at verða 13 í 2011. Nútímansgerð av Landssjúkrahúsinum: 29 mió.kr. verða settar av í 2011 sum framhaldandi stig í íløguætlan fram til 2015, sum m.a. fevnir um nýggjan [...] hendir tað ikki uttan nøkur tung tøk - ongin kann trúgva at tað ber til, uttan at seta tiltøk í verk, vit helst vildu sloppið undan. Hevði ringar vónir í vár Eftir ruðuleikan innanhýsis í samgonguni í vár
sínar hugsanir frá. Tað er klárt, at ein velur eisini útfrá sær sjálvum. Eftir tí, sum klingar í einum sjálvum, sigur Annika, sum metir, at yrkingarnar hjá Willami eru ikki bundnar í tíð. Tær eru ikki nútímans [...] tiltak á skránni, sum hevur samband við William. Tá fer Annika Hoydal á pall at syngja løg, sum hon hevur sett til yrkingar hjá William og sum hon júst hevur givið út á fløgu. Arbeitt í 2 ár Annika hevur [...] 13 tónleikararnir á fløguni hava fingið eftir ásettu gjaldstreytum. Tað verður neyvan nakað eftir til Anniku, men tað leggur hon minni í. Tá alt er lagt saman, so ljóðar rokningin fyri fløguna uppá einar
gin?, sum nýggjárskvøld á hvørjum ári verður sýndur í Sjónvarpinum. Orðini ?same procedure as last year?, renna einum í huga. Men munur er á 90 ára føðingardegnum og ansingartrupulleikanum. Tað kann væl [...] tragiskt. Onkur vil kanska vera við, at tað júst er tað tragiska og tað komiska, sum gera lívið so dýrabært. Gaman í, lívið hevði kanska verið keðiligt uttan. Men mark skal verða fyri, hvussu nógvan komikk [...] Sjónleikurin, sum fer fram í fjølmiðlunum í hesum døgum, er bæði tragiskur og komiskur samstundis, alt eftir, hvussu hugt verður at honum. Komiskt er at síggja, hvussu myndugleikarnir, eins og sprellimenn,