? Vit seta okkara álit á Havsbrún

Fyrradagin frættist, at Havsbrún hevði keypt bygningarnar, sum Handils- og frystivirkið fyrr átti í Fuglafirði. Keypið merkir, at tað neyvan verður fiskavirksemi av gamla slagnum í bygningunum. Men tað sær bygdarráðsformaðurin í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen ikki sum ein trupulleika. ? Tað hevur víst seg ikki at verða nóg mikið av rávøru til eitt flkakavirki, og tí er ikki grundarlag fyri tí. Vit seta heldur álit okkara á Havsbrún sigur hon

Fyri fáum døgum síðani kom fram, at Havsbrún hevði keypt gomlu bygningarnar hjá Handils- og frystivirkinum frá Føroya Banka.

Handils- og frystivirkið var eitt stórt arbeiðspláss, tann tíð ta var, men seinastu sjey árini hevur einki flakavirksemi verið á virkinum, men hvat sigur bygdaráðsformaðurin í Fuglafirði til at Havsbrún hevur keypt virkisbygningarnar?

Hallbjørg Hansen, bygdaráðsformaður, heldur ikki at talan er um at niðurleggja eitt stórt arbeiðspláss í Fuglafirði. Tað, sum hon hevur frætt er, at teir ætla at fara at brúka tað til vinnu og ætla ikki bara at keypa bygninganir fyri at eiga teir. Hon vísir á, at tað eru aðrar vinnur ein kann fara í holt við. ? Tað hevur víst seg, at tað er ikki nokk av rávøru til eitt flakavirki, so tað er ikki grundarlag til at byrja aftur, sigur hon

Kommunan hevur roynt at keypa byggningarnar hjá Handils- og Frystivirkinum. Hetta var ikki fyri at fáa virkið í gongd aftur, men fyri at fáa fatur á økinum, tí at kommunan ikki eigur ikki alt økið.

Hetta eydnaðist ikki kommununi, og grundina til tað veit Hallbjørg Hansen ikki. Hon heldur at tað er tað minsta, at ein kann fáa eitt svar frá Føroya Banka. Grundin til at Kommunan vildi keypa økið var, at so at tað kundi verða møguleiki fyri, at onkur annar kundi fara í gongd. Um so ikki var til flakavinnu, so eru tað onnur fiskasløg, sum tað ber til at virka á virkinum. Sum nú kann kommunan ikki avgera, hvat fyri virksemi fer í gongd á Handils og Frystivirkinum. Tað kann líka so gott verða annað arbeiði, sum ikki hevur við fiskivinnu at gera. Um so verður so er tað spell, tí tað er altíð mangul uppá økir við kaiina, og tað er sera kostnaðarmikið at byggja kaiøkir.


Arbeiðsloysi í Fuglafirði

Fuglafjørður er ein av bygdunum, sum er rakt av arbeiðsloysi. Og tað er eitt tað hægsta í Føroyum. Sambært hagtølunum eru tað serliga kvinnur í Fuglafirði, sum ganga arbeiðsleysar. Hallbjørg Hansen, bygdaráðsformaður sigur at tey hava ongar ætlanir um, hvussu tey kunnu minka um arbeiðsloysi, men hon heldur at tað er minkandi. Hon setur sítt álit á Havsbrún, tí tá ið teir siga at teir fara at brúka virkið til okkurt sum fer at geva arbeiði til kvinnur og menn, so roknar hon við at teir fara at halda orð.


Ikki rætt at seta eitt virki í gongd

Hallbjørg Hansen heldur at tað er rætt at kommunan skal seta nakað virkið í gongd, men tey vóru áhugað í at keypa bygningarnir og øki, tí tey hava haft fleiri fyrispurningar um virkið og økið. Bæði fagfeløg og onnur hava víst áhuga.


Arbeiða aðrastaðni

Sjálvt um at tað er ikki nógv arbeiði í Fuglafirði, so er skattaintøkan hjá kommununi í ár nógv hægri enn roknað var við. Grundin til tað er at fuglfiringar fara arðastaði at arbeiða.