góðum bergi brotin. Faðir hennara var Petur Jacobsen, Petur í Gomlustovu og móðirin var Johanna, fødd Davidsen, nevnd Dáva-Johanna og dóttir tann tiltikna Gamla-Dáva, ið var úr Kvívík. Daniella vaks upp í [...] fylgdi síðan Andreasi til Skálavíkar, har hann var lærari. Í Skálavík vóru Daniella og Andreas sera væl umtókt, og har fingu tey vinir fyri lívið. Hetta var ikki løgið, tí bæði høvdu tey sterka útstráling [...] festa ein tekst á blað - hon við sínum handarbeiðum av ymsum slag. Daniella var og er framvegis framúrskarandi dugalig til hendurnar, og eingin hevur tal á øllum teimum pløggum, ið hon hevur lagt úr hondum
koyra vit í høgru síðu, sjálvt um tey koyra í vinstru síðu í Bretlandi. Um tað kemur fyri, at eingin vinnur í summum donskum spølum, veit eg ikki. Tað mugu onnur klandrast um. Men hetta er ið hvussu er púra [...] Dimmalætting hevur 30. oktober eina ikki sørt margháttliga grein um Skrubbuna hjá SvF. Eitt er, at ein kappingarneyti, sum ætlaði at eiga føroyska marknaðin einsamallur, er firtin um kappingina. Annað er, at føroyska [...] vinnandi ørkini eru í rúgvuni. Tað passar heldur ikki, at fyrsta Skrubban hevði ov nógvar vinnarar, av tí at ov nógvir vinnaraseðlar vórðu pakkaðir saman. Orsøkin var ein heilt onnur og satt at siga nógv býttari
gongur henda broytingar í tí vanliga lívinum, og tað tykist sum um hetta eisini er galdandi á tí politiska økinum, um vit geva okkum far um tað, sum ta seinastu tíðina hevur verið ført fram, so mugu vit [...] verjan fyri tey veikastu í okkara samfelag. Tíðin er broytt, og umstøðurnar eru kanska ikki tær somu nú sum tá, men sjálvt um tíðirnar eru broyttar, so er framvegis brúk fyri nøkrum, sum taka ta uppgávuna og [...] uppgáva, tað at syrgja fyri, at tey veikastu í okkara samfelag ikki verða gloymd, ella tað, sum verri er, verða viðgjørd á ein slíkan hátt, at tey ikki hava dirvi at krevja sín rætt. Við teimum stovnum og teimum
stuðulsskipanir eru galdandi, og hvussu nógv tað almenna letur í stuðli um árið. Hetta staðfesti Endurreisingarnevndin í 1994, og sjálvt um fíggjarlógin nú er væl betur útgreinað, er hetta enn trupult. Vit hava [...] til vinnuna. Báðar frágreiðingarnar komu tó eisini við tilráðingum um karmar fyri vinnuframa- og stuðulsskipanir. Enn eru tilmælini ikki fylgd og støðan á hesum øki er enn líka ógreið, sum Endurreisingarnevndin [...] vinnu sum heild, m.a. í áðurnevndu tilmælum. Eitt dømi er tankin um Føroyar sum ein tilfeingisdepil í norðuratlantshavi, har hugsjónin m.a. var at útnytta okkara støðu sum stytsta leið til avreiðing, bunkring
hvussu ofta talan er um tað, veit eg ikki, leggur hann afturat Sleppa ikki av við fólk Men hinvegin hevur psykiatriska deild ein annaan trupulleika afturat: Tað er, at vit sleppa ikki av við tey fólk, vit [...] Men tað merkir ikki, at landssjúkrahúsinum ikki tørvar pening Sofus Joensen, leiðandi yvirlækni sigur, at ætlanin er at lata báði pensjonatið og dagtilhaldið aftur fyri jól og tær verða ikki lætnar uppaftur [...] inum í heilsumálum um eitt r øktarheim fyri fólk í barndømi, vunnið frama, hevði tað hjálpt ein heilan hóp. Ikki bara hjá psykiatrisku deild. Men eisini hjá teimum húskum, sum ikki hava eina róliga løtu
Anne Graumann at tosa um arbeiði hjá AIDS - fonden. hon fer eisini at tosa um virksemið hjá grunninum, hvussu arbeiðið er skipað, og hvørji tiltøk, tey stuðla. Og somuleiðis fer hon at greiða frá, hvussu [...] forvitnisliga vitjan úr Danmark. Tí um 14 dagar koma tey bæði, sum standa eina fremst í AIDS-arbeiðnum í Danmark, og á altjóða støði, til Føroyar at halda fyrilestur. Talan er um Jens Ole Nielsen, professara [...] grunninum er at stuðla upplýsing um HIV og AIDS. Endamálið er eisini at stuðla fólki við HIV ella AIDS. Bæði í fremstu røð hesi bæði fólkini, sum koma til Føroyar eru ikki hvør sum helst í stríðnum ímóti
hvussu ofta talan er um tað, veit eg ikki, leggur hann afturat Sleppa ikki av við fólk Men hinvegin hevur psykiatriska deild ein annaan trupulleika afturat: Tað er, at vit sleppa ikki av við tey fólk, vit [...] Men tað merkir ikki, at landssjúkrahúsinum ikki tørvar pening Sofus Joensen, leiðandi yvirlækni sigur, at ætlanin er at lata báði pensjonatið og dagtilhaldið aftur fyri jól og tær verða ikki lætnar uppaftur [...] inum í heilsumálum um eitt r øktarheim fyri fólk í barndømi, vunnið frama, hevði tað hjálpt ein heilan hóp. Ikki bara hjá psykiatrisku deild. Men eisini hjá teimum húskum, sum ikki hava eina róliga løtu
fólkið ikki kemur í kirkjuna, má kirkjan fara til fólkið. Og kirkjan má duga at kenna, hvat rørist í fólki, og hvat teimum dámar at hoyra. Hann heldur, at um kirkjuráðini fingu størri møguleikar, var ein [...] uttan fyri vanligu sunnudagsguðstænastuna. Hetta er ikki so, sigur Uni Næs. Kirkjan ger eitt rættiliga stórt arbeiði, sum fólk kanska bara ikki gáa um. Uni Næs sigur, at hann roknar alt tað arbeiðið, sum [...] donsk, fáa vit ofta at vita. Men tað eru tvey høvuðsting innan kirkjuna, sum fólk kanska ikki dagliga hugsa um, sigur Uni Næs. Tað eru bygningurin, og tað er arbeiðið. Og so er lætt at sláa fast, at hóast
aftanfyri? Var prinsessan við barn? Hví græt bretska drotningin ikki? Hvussu er ella ikki, so kann neyvan nøkur søga hugsast, ið kundi givið gølubløðunum so stóran fong sum hetta. Her var alt, blátt blóð [...] statsvaldið, sum so nógv vakurt verður skrivað um, vaktargarðurin um fólkaræðið, eftirlitið við misbrúki hjá myndugleikunum, hvat er henda frælsa pressan, tá ið hon eisini framleiðir fólk sum hesar paperazzi [...] er nógv at fregnast um og frætta. Dagbløðini hanga tøtt sum á seiðatrøum í stórum rimaverkum, ið kunnu snarast runt og vendast við, og tá kemur allur riðilin fram: La Provence, Var-Matin, La Marseillaise
tey fingu trý børn. Súsanna Malena Niclasen var elst. Hon var fødd 1. mei í 1858, og hon varð fermd í Havn í 1873. So verður hon burtur í Havnini. Hon verður ikki nevnd í fólkateljingunum í 1880 og teimum [...] hjá Jósupi. Hon var ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Hon var fødd 5. apríl í 1861, og hon var elst av børnunum hjá Eliasi Pedersen ella Líggjasi í Kelduhúsinum, og konu hansara, Siggu, sum var ættað úr [...] sum var føddur í 1780. Tað er ikki upplýst, hvar hann var føddur. Í næsta ættarliðnum æt pápin Tummas, og so eru vit ikki komin longur. Kona Thomas Fr. Niclasen æt Anna Sophie Josephsdatter. Hon var fødd