Tað er einki nýtt, at støðan á landssjúkrahúsinum er vónleys.
Tað hevur hon verið í nógv ár, tí samstundis sum Landssjúkrahúsið hevur fingið minni og minni pengar at arbeitt við, hevur tað fingið alsamt fleiri og fleiri uppgávur.
Ikki minst hevur støðan verið vánalig á psykiatrisku deild hevur støðan verið ring seinastu árini.
Fyrr í vikuni var tað sumt sum bendi á, at tað var blivið heilt galið við játtanini til landssjúkrahúsið, tí meirnýtslan skuldi vera nakrar miljónir ov stór.
Men setti sjúkrahússtjórin, Mary í Garði sigur, at talan var um óvanlig fyribils fyribrigdi, og at ein framskriving hjá fíggjardeildini á landfssjúkrahúsinum hevur víst, at játtanin í ár fer at halda, uttan at tað verður neyðugt at taka serlig stig
Útskrivað áðrenn gott er
Men tað merkir ikki, at landssjúkrahúsinum ikki tørvar pening
Sofus Joensen, leiðandi yvirlækni sigur, at ætlanin er at lata báði pensjonatið og dagtilhaldið aftur fyri jól og tær verða ikki lætnar uppaftur fyrrenn eftrir nýggjár.
Hetta er eitt sparitiltak, sum hevur brúkt nøkur ár nú.
Sofus Joensen sigur, at tað er øgiliga møðsamt hjá starvsfólki at arbeiða undir so hørðum trýstið.
Og táið starvsfólkið ikki hevur tað gott, hava sjúklingarnir tað heldur ikki. Tað smittar.
Hann sigur, at tað er ómetaliga strævið at arbeiða undir so hørðum trýsti.
Tað er skjótt at føla seg útbrendan, sigur hann.
Tey á landssjúkrahúsinum hava verið øgiliga trek at viðganga, at peningatrotið gongur útyvir sjúklingarnar.
Men tað viðgongur Sofus Joensen.
Hann sigur, at trýstið á psykiatrisku deild er so stórt, at tey verða ofta noydd at útskrivað fólk, áðrenn gott er.
Her er so trongt, at vit noyðast ofta at útskriva fólk áðrenn vit halda, at vit áttu at gjørt tað, sigur hann.
Men vit royna sjálvandi at taka frá tí frægara endanum.
Merkir tað so eisini, at tit sýta fyri at leggja fólk inn, sum annars áttu at verðið innløgd ?
Ja, vit hava bara eitt ávíst seingjatal. So tað kemur fyri, at vit noyðast at vísa fólki frá okkum, sigur hann.
Men hvussu ofta talan er um tað, veit eg ikki, leggur hann afturat
Sleppa ikki av við fólk
Men hinvegin hevur psykiatriska deild ein annaan trupulleika afturat:
Tað er, at vit sleppa ikki av við tey fólk, vit fegin vildu sloppið av við, sigur Sofus Joensen.
Hann sipar til, at tað liggja nógv fólk á psykiatrisku deild, sum ikki eiga at verða á sjúkrahúsið, men á røktarheimi.
Tað eru rættiliga nógvir røktarsjúklingar á psykiatrisku deild. Hetta eru fólk, sum ikki fáa viðgerð, men røkt, og tað tekur sjálvandi pláss frá sjúklingum, sum áttu at verið her í viðgerð.
Báði á medisinsku deild og skurðdeildini liggja eisini røktarsjúklingar.
Sofus Joensen sigur, at orsøkin er sjálvandi tann, at tað er so stórt trot á røktarheimsplássi.
Hann sigur, at hevði ætlanin hjá landsstýrismanninum í heilsumálum um eitt r øktarheim fyri fólk í barndømi, vunnið frama, hevði tað hjálpt ein heilan hóp.
Ikki bara hjá psykiatrisku deild. Men eisini hjá teimum húskum, sum ikki hava eina róliga løtu av tí at tey hava fólk búgvandi, sum eru í barndømi, og sum ongin veit, hvat kunnu finna uppá.
Tey finna uppa, og út um náttina, tey tendra komfýrin, og gloyma hann, og hvattað skal vera.
Mín meining hevur altíð verið, at fólk í barndømi skuldu átt fyrsta rætt til pláss á røktarheimi.
Tey eru púra óhjálpin Tey liva í eini heilt aðrari verð og tað ber ikki til at flyta tey innaftur í hendan heimin. Tað er onki at gera, uttan at ansa eftir teimum, sigur Sofus Joensen.
Ein bumba undir heilsuverkinum
Sofus Joensen sigur, at tað verða fleiri og fleiri gomul, og gongdin aðrastaðni er tann, at tað verða fleiri og fleiri fólk í barndømi á røktarheiminum.
Sviar kalla hetta eina útreiðslubumbu undir samfelagnum.
Sofus Joensen sigur, at tess longri vit bíða við at bøta um støðuna, tess tyngri verður tað, loysa málið.
Kanska hava vit ikki gjørt politakurum tað nóg greitt, hvussu støðan er, hóast tað er nevnt í ymsum sambandi, leggur hann afturat.