búskapur veruleiki, sigur hann, og leggur afturat, at hansara marra er, at vit missa hendan búskapin á gólvið. ?Koma vit nakrantíð aftur til, at blokkurin skal vera tað berandi, er alt farið fyri einki, og vit [...] nógv ein uppilagstur útróðrarmaður kann egna fyri, uttan at verða royttur í skatti. Koma víðari Høgni Hoydal sigur, at tað ber ikki til bara at tosa um fullveldi ella samband. Tað er so øgiliga nógv annað [...] samfelag hevur fyri neyðini, og tí fer Tjóðveldisflokkurin at leggja seg eftir at fáa fram, sigur hann. Fullveldi er grundleggjandi fyritreytin fyri at samfelagið kann virka, sigur hann, men tað eru vinnan
vóru eftir henni at koma oman á Gamla apotek til eitt prát. Hon fekk beinanvegin varhugan av, at nú var okkurt á veg, og so var eisini. Niðri á Gamla apoteki fekk hon nevniliga bjóðað at gerast landsstýriskvinna [...] tey m.a. søgdu, at tað var umráðandi at gera íløgur í framtíðini. Samstundis varð tað mær gjørt greitt, at hetta var eitt stórt og rúgvismikið arbeiði. Eg hevði ikki nakran hóming av, at eg var í uppskoti [...] uppskoti til at gerast landsstýrismaður, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon valdi at taka av tilboðnu, og um stutta tíð kann hon alment kalla seg fyri landsstýrismann. ?Eg vil vaska talvuna reina. Eg haldi, at tað er
skjótt at búgva hjá Julionnu og Tummas Askham. Her hevði hann tað sera gott og metir seg sjálvan meira ella minni sjálvir at vera ein Askham, og tey hjá Símun og Onnu Askham meta hann eisini at vera ein av [...] til Íslands, har hann føldi, at hann hoyrdi heima. Í Íslandi kom hann at vera prentari umframt ymiskt annað. Hann royndi seg eisini við nýskapan á ymiskum økjum. M.a. við at ala hønur sum vurpu egg við [...] manninum og fýra børnum. Tað skiltist, at børnini búðu á Akranesi beint norðanfyri Reykjavík. Um Magnus kann Óskar greiða frá, at hann var fiskimaður, og hann hjápti Óskari at byggja hansara hús í 30-unum á Ísafirði
koma, hóast skýggjað er. Til tess at verja viðkvæma vetrarholdið er tað umráðandi at holdið verður smurt við sólkremi, ið hevur høgan verndarvaldi. Er ætlanin at vera úti í fleiri tímar, eiga flestu føroyingar [...] bjálving, ið ger at vætan setur ikki úr kroppinum, og verjir eisini fyri at smáverur koma inn í kroppin gjøgnum húðina. Tá ið turra húðin rivnar, veitir hon ikki somu verju; tí er tað av týdningi at røkja turra [...] turra holdið fyri at fyribyrgja, at besta vernd okkara móti vætumissi og smáverum verður skadd. Eini góð ráð fyri holdið er at smyrja tað við feitum smyrsli hvønn dag. Ymisk evni eru til taks, ið veita húðini
ðrinum verða sagdar at vera góðar Klokkan 14 verður Ólavsøkan sett. Skrúðgonga fer úr kommunuskúlagarðinum, oman Niels Finsensgøtu og inn á Tinghúsvøllin, har Ansy Høghamar fer at seta Ólavsøkuna. Ansy [...] um, hevur í mong ár verið ein av eldsálunum í Kyndli. Sum altíð verður Havnar Hornorkestur við til at blása rætta ólavsøkuhýrin í. Veðrið í høvuðsstaðnum hevur verið stilt og milt fyrrapartin. Onkur dropin [...] er ikki víst. Fyrrapartin í morgin, tá ið skrúðgongan verður í og úr dómkirkjuni, og tá ið kórið fer at syngja undir Tinghúsinum og eisini á midnátt í annaðkvøld, tá ið felagssangurin verður, sigur veðurmaðurin
monnunum. Men tað vísti seg, at tá ið teir komu norður, høvdu smiðumennirnir so nógv at gera, at teir ikki høvdu tíð at gera brekið aftur. Men Johann var hegnismaður og helt seg til at gera hetta góða hjul aftur [...] so tað varð farið at skíma, tá ið vit góvust. Ókunnigur, sum mann var, sá allur skergarðurin út til at vera heilur uttan fyri okkum í skýmingini, meðan tað suður eftir sá út til at vera siglandi. So varð [...] nakað av mjørka og smáísi. Heldur enn at fara út um ísin valdi skiparin at troðka seg gjøgnum hann. Men ísurin bleiv tættari og tættari, til tað at enda ikki bar til at sigla. So bleiv vent við aftur, men
Annars var fiskur sjáldan at fáa fyrr enn komið var út í juni mánað. Eg visti, at tað kundi vera so sørt til fisk, at vit onkuntíð á veg suður í Fiskanes royndu stað úr stað uttan at fáa ein tann einasta fisk [...] fiskaluppinum, at fiskur var undir bátinum. Eg sá, at hinir bátarnir har norðuri á bankanum eisini høvdu mist kennið. Teir vóru farnir at sigla uppaftur. Eg helt so við hinar, at tað mundi duga lítið at sigla heilt [...] skuldu vera so høgar, sum til bar. Hetta var fyri at hava so stórt gólvpláss sum møguligt, tí har skuldi fiskurin saltast. Tað var eitt ótrúligt sleip at fáa alt til høldar áðrenn við kundu byrja at fiska
beinanvegin. So varð farið at royna at fáa bensin á tangan, men tað var ikki sum at siga tað. Báturin rullaði so illa, at hann hevði hug at fara runt. Tað gjørdi tað ikki lættari, at áfyllingin til tangan sat [...] Fiskanesi gekk motorurin fyri. So var einki annað at gera enn at royna at sigla við seglum. Ov langt var at fara í Ravnsoynna undir slíkum umstøðum, so vit royndu at koma í Fiskanes. Veðrið var gott, eitt lítið [...] var annars at fara í Grátufjørðin at rógva út. Pápi mín hevði um veturin søkt Grønlandsmálaráðið um at fáa loyvi at seta ein skúr upp í Grátufjørðinum. Hann hevur nokk sæð ljóst upp á tað at fáa loyvi
sigur frá, at hon kendi tað sum sína skyldu at skipa soleiðis fyri, at mamman kundi koma heim til sín at búgva. Hon setti sær eisini hetta fyri, og eftir at nakað av tíð var farin til at gera eina hóskandi [...] seg, og at enda var hon somikið birg, at hon so spakuliga kundi koma upp at ganga, um so var at onkur hjálpti henni. Kundi ikki fara heim Tá Hjørdis var búsitandi í Skúgvi, var ikki hugsingur um at lata hana [...] frí í nakrar vikur«, soleiðis at battaríini verða lødd av nýggjum, so at siga. - Samanumtikið eri eg tó sera glað um, at eg havi kunna tikið mammu heim. At tað kann vera eitt sindur strævið onkuntíð, má
vælmeinandi fólk vildu vera við til at umorganisera (summi av hes-um fólkum komu frá einum avhaldsungmannafelag). Fyri at tað ikki skuldi vera lygn so slapp tað allmenna við at lata Barnabata "hjálpa" [...] tora lova børnum teirra oman í miðbýin á kvøldar/náttarrtíð. (hetta hevur ført við sær at foreldur hava tikið stig til at okkurt býlingshús er opið fyri ungum um kvøldið). Um so var at hesir stovn-ar vóru [...] verður gjørt, so kann tað javnast við jørðina, tí tað fer at kosta meira enn at byggja nýtt. Loyvi okkum at bróta nakrar múrar niður inni, soleiðis at tað gerst eitt vælhóskandi spælistað. Tað krevst ikki