Politikkur
Fullveldisætlanin er bara ein partur av politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Men tann parturin hevur verið tann sjónskasti, ásannar Høgni Hoydal, sum boðar frá, at tjóðveldisflokkurin fer at gera meira við mál sum vinnumál, almannamál, búskap og mentan fram móti løgtingsvalinum.
Tjóðveldisflokkurin arbeiðir við eini heilt nýggjari stevnuskrá, sigur Høgni Hoydal. Tað sita bólkar og arbeiða við ymsu málunum, og væntandi liggur úrslitið klárt nakað skjótt.
Serliga eru tað mál sum tey oman fyri nevndu, sum dentur fer at verða lagdur á. Men eisini onnur sum eitt nú barna- og ungdómspolitikkur og eldrapolitikkur liggur frammalaga, sigur hann.
?Við eldrapolitikk meina vit nakað meira, enn tað vit vanliga hoyra og síggja, at nú skulu pensionistarnir hava so og so nógv fyri at liva. Vit vilja gera nkað burtur úr yvirgongdini frá arbeiðsmarknaðinum til pensionisttilveruna, sigur Høgni Hoydal, og nevnir sum dømi tað í Føroyum so kenda málið um, hvussu nógv ein uppilagstur útróðrarmaður kann egna fyri, uttan at verða royttur í skatti.
Koma víðari
Høgni Hoydal sigur, at tað ber ikki til bara at tosa um fullveldi ella samband. Tað er so øgiliga nógv annað, eitt samfelag hevur fyri neyðini, og tí fer Tjóðveldisflokkurin at leggja seg eftir at fáa fram, sigur hann.
Fullveldi er grundleggjandi fyritreytin fyri at samfelagið kann virka, sigur hann, men tað eru vinnan, almannamálini og mentanin so sanniliga eisini. Tí mugu vit fáa allan boðskapin út, vísir tjóðveldisformaðurin á. Og hann slær fast, at eingin samfelagsmenning liggur í nøkrum fremmandum peningakassa.
?Vit skulu fáa føroyskan politikk at snúgva seg um at skapa eitt veruligt føroyskt samfelag, sigur hann.
Tjóðveldisflokkurin fer at leggja seg eftir at seta orð á sínar hugsjónir, sigur Høgni Hoydal. Flokkurin fer at koma við einum boði upp á eitt betri, føroyskt samfelag, sum er sjálvberandi búskaparliga. Leyst av fremmandu pengastuðli.
Eisini á Fólkatingi skal tann boðskapurin fáast fram, sigur hann.
Framtíðar hugsjón
Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at seta dagskránna, sigur Høgni Hoydal. Hann vil hava kjakið at snúgva seg um famtíðar samfelagið. Samhaldsfesti við rættartrygd eins og ta komandi oljuvinnuna.
Eisini má almenningurin fáa at vita og skilja, hvør samnahangurin millum fullveldið og samfelagið sum heild er, sigur hann.
Høgni Hoydal vísir á, at tað ongantíð fyrr í Føroya søgu hava verið betri fyritreytir fyri at reka føroyska samfelagið, enn tað eru beint nú.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein sjálvberandi føroyskur búskapur veruleiki, sigur hann, og leggur afturat, at hansara marra er, at vit missa hendan búskapin á gólvið.
?Koma vit nakrantíð aftur til, at blokkurin skal vera tað berandi, er alt farið fyri einki, og vit koma helst ongantíð upp undan aftur, sigur Høgni Hoydal.
Vinnan skal ikki liva av studningi úr danska ríkiskassanum, sigur hann og vísir á, at stuðulsupphæddrinar, føroyska vinnan fyrr hevur fingið, hava svarað sera gjølla til talið, komið er hendan veg sum blokkstuðul.
Høgni Hoydal fegnast um, at eingin stuðul er í vinnuni í dag, hóast ikki færri enn trý uppksot hava verið fyri hetta seinasta valskeiðið um at lata stuðul til eitt nú skipasmíð og djúpvatnstrolararnar.
Tað liggja fleiri mál eftir enn, sum ikki eru loyst. Eitt nú fleiri yvirtøkur, eins og fíggjarlógin ikki er liðug, sigur Høgni Hoydal. Hann vil hava hesi mál avgreidd, áðrenn hann er til reiðar at tosa um komandi løgtingsvalið.
?Men arbeitt verður alla tíðina fram móti valinum, og vit fara at koma við nýggju stevnuskránni nakað skjótt, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.










