Hann hevur eina áhugaverda søgu. Pápi hansara Jens Frederik Jensen (1874-1932) úr Skopun kom upp á Ísafjørðin seinast í 19.øld, og her gjørdist hann kendur sum Jens Færeying. Hann giftist við islendskari konu, Malfríður. Tey fáa 11 børn.
Tey vóru:
Jensina Mariá Amalia1895-1968
Brynjólfina Jónina Elísabeth1897-1984
Magnús Georg1899-1938
Kristensa Águsta Óløf1902-1976
Anna Margrét1903-1904
Vigant Emil Jensen1905-1906
Óskar Gústaf Inngjaldur1906
Hertha Laurina Helena1907-1985
Vigant Emil1909-1980
Napóleon1910-1978
Ársæll Harry Oddur1912-1977
Tvey av børnunum doyggja smá, sum tað sæst, og síðan doyr mamman í 1914 frá níggju børnum, 41 ára gomul. Jens Frederik fer síðan til Føroya við fimm av børnunum, sum hann ætlaði skuldu vera hjá ættini í Føroyum. Fýra av teimum verða eftir í Føroyum. Óskar kemur fyrst at búgva hjá Sigmund av Argjum í Havn saman við beiggja sínum Napóleon. Kona hansara, Margretha, var systkinabarn Jens Frederik. Óskar fer tó skjótt at búgva hjá Julionnu og Tummas Askham. Her hevði hann tað sera gott og metir seg sjálvan meira ella minni sjálvir at vera ein Askham, og tey hjá Símun og Onnu Askham meta hann eisini at vera ein av teirra egnu.
Fjúrtan ára gamal fór Óskar í læru sum prentari á Dimmalætting og tað skilst, at her dámdi honum sera væl, og hann tekur enn til fleiri sum hann arbeiddi saman við, sum t.d. Poul Niclassen. Óskar spældi eisini í Olivant, sum var upprunin til GHM. Tá hann var útlærdur á Dimmalætting 19 ára gamal, fór hann tó aftur til Íslands, har hann føldi, at hann hoyrdi heima. Í Íslandi kom hann at vera prentari umframt ymiskt annað. Hann royndi seg eisini við nýskapan á ymiskum økjum. M.a. við at ala hønur sum vurpu egg við tveimum blommum, og hann royndi seg eisini sum uppfinnari.
Eg hitti Óskar fyri einum ári síðan á røktarheiminum Hrafnista í Garðarbær í Reykjavík, har hann hevur búð seinastu árini. Úrslitið av hesi vitjan gjørdist ein áhugaverd frásøgn um lívið hjá Óskari í FF-blaðnum, sum finst á heimasíðuni:
HYPERLINK www.fiskimannafelag.fo www.fiskimannafelag.fo blað nr. 369. www.fiskimannafelag.fo blað nr. 369.www.fiskimannafelag.fo
Óskar gjørdist 100 ár 18. august, tá eisini komu gestir úr Føroyum, og tá gjørdist umrødda frásøgn eisini viðkomandi. Hann fær eisini javnan vitjan av fólki frá føroyska sjómansheiminum í Reykjavík.
Nú høvi var til tess fór eg aftur at vitja Óskar, hesa ferð saman við børnum hansara Gustaf, Ómar og Anna Júlia, uppkallað eftir fosturmammuni Julionnu Askham. Óskar var tann sami sum fyri einum ári síðan. Likamliga er hann nakað veikur, men hann er fullkomiliga klárur og minnist stórt sæð alt. Hóast hann stórt sæð ikki hevur verið í Føroyum í 80 ár, tosar hann heilt væl føroyskt.
Hann var sera fegin um hesa vitjan úr Føroyum, og hann flenti í kýki, tá vit tosaðu um ta ferðina, tá ið Julianna bað hann taka ”kopparnar” niður av loftinum. Hann aktaði og bar allar náttpottarnar oman í køkin! ”Koppur” er nevniliga náttpottur á íslendskum.
Boðskapurin hjá Óskari til føroyingar er annars, at teir skulu ansa eftir fiskigrunnunum og banna troling! Annars letur hann heilsa allari familjuni í Føroyum, og ikki minst teimum hjá Askham, sum hann bert hevur góð minni um.
Funnu ”nýtt” systkinabarn.
Hendan vitjanin fekk eitt óvæntað úrslit. Óskar átti ein beiggja sum æt Magnus, fekk eina dóttir, sum eitur Malfríður eftir íslendsku ommuni. Tað vísti seg, at hon var á sama røktarheiminum sum Óskar. Hon búði á 1.hædd, sum Óskar búði á 3.hædd. Tey høvdu einki vitað um hana fyrr enn nú, og høvdu tískil ikki hitt hana. Magnus fekk hana í 1922 við gentu, Sigurjóna Kristin Danielina Sigurdardóttir (1904-1984), sum hann kendi, áðrenn hann í 1925 giftist við konuni Kristin Guðrún Bjørnsdóttir (1904-1980). Tískil varð avrátt at fara at heilsa uppá hana. Hon var 84 ára gomul og var rættiliga nógv í barndømi. Hon visti tó, hvør hon var og um sína ætt. Á náttborðinum var ein familjumynd av henni, manninum og fýra børnum. Tað skiltist, at børnini búðu á Akranesi beint norðanfyri Reykjavík.
Um Magnus kann Óskar greiða frá, at hann var fiskimaður, og hann hjápti Óskari at byggja hansara hús í 30-unum á Ísafirði. Magnus doyðu av magakrabba 38 ára gamal, og var konan síðan einsamøll um at uppala teirra fýra børn. Afturat teimum áttu tey 3 børn, sum doyðu sum smá.
Tað kundi verið stuttligt at fingið meira at vita um hesa grein av ættini.
Sambandið við Føroyum.
Tríggir beiggjar hjá Óskar blivu verandi í Føroyum, og teir vóru Napoleon, sum búsettist í Vági, Ársæll (Salli) í Leirvík og Vigant í Klaksvík. Teir eiga allir eftirkomarar, so tað er fitt av ætt í Føroyum.
Júst hendan søgan um Óskar og hansara ætt er enn eitt gott dømi um lagnufelagsskapin millum Føroyar og Ísland. Samstundis er hon eitt gott dømi um, hvussu skyldfólk tá høvdu umsorgan fyri hvørjum øðrum tvørtur um landamark. Serliga hugtakandi er søgan um, hvussu Óskar kom til tey hjá Askham, har eingin skyldskapur var. Símun Askham hevði fingið tokka til Óskar. Teir komu at kennast, tí teir búðu í sama grannalagi. Ein dagin tekur Símun so heim Óskar heim til teirra. Har bleiv hann so verandi, hóast har mundu vera nóg mikið av fólki í húsi frammanundan! Óskar hevði ætlað at fáa sær Askham til eftirnavn. Hetta kom av ymiskum orsøkum ikki í lag, men hann helt, at nú kundi tað vera tað sama!
Vit senda eisini Óskari og hansara okkara bestu heilsur.
ó.