1. partur
Anton Petersen er ein av okkara royndastu útróðrarmonnum í Grønlandi. Hesin útróður er ein týðandi partur av okkara fi-skiveiðusøgu.
Anton, sum tá var 16 ára gamal, og pápi hansara Jens Kristian byrjaðu í 1949. Anton var í hesi veiðu til 1968. Pápi hansara helt á til 1972.
Tað er so heppið, at Anton hevur skrivað nógv niður og veit eisini okkurt at leggja afturat. Hann hevur eisini tikið nógvar myndir frá hesi tíðini, og eru hesar sera virðismiklar fyri lýsingini av hesi tíðini.
Niels J. og Jógvan Arge hava sum kunnugt skrivað eina bókarøð, Teir tóku land, um hendan útróður, og er hetta eisini sera virðismikið sum heildarsøga. Anton eigur eisini sítt íkast í hesu bókarøð. Men her fara vit at lýsa søguna úr enda í annnan hjá einum manni og teimum, hann var saman við.
Útróður frá landi hjá føroyingum byrjaði mitt í 30-unum. Hetta kundi endað galið á heimferðini við Niels Finsen á heysti 1939, sum vit eisini hava havt frásøgn um í Miðvikuni. Tá kundu 250 útróðrarmenn eins væl gingið burtur.
Hesin útróður steðgaði upp undir krígnum. Aftaná kríggið fór hesin fiskiskapur at taka seg upp aftur, og í 1949 fóru Anton og pápi hansara at royna hesa veiðu. Hetta er ein áhugaverd og eisini spennandi frásøgn. Hon hevur fleiri dømi um, at vandastøður hjá teimum eins og hjá nógvum øðrum fiskimonnum í Grønlandi. Men so heppið er tað, at hóast tað ofta hevur staðið nógv á, so er neyvan dømi um føroyskt forliss við tapi av fleiri mannalívum undir Grønlandi, meðan tað eru nógv dømi um tað undir Íslandi.
Anton greiðir frá:
Í 1949 vóru eg og pápi mín til bátafiskiskap í Grønlandi við Mogens S, sum var eitt stálskip uppá 500 tons. Reiðaríið A. E. Sørensen úr Svendborg átti skipið. Hetta var eitt av fleiri donskum reiðaríum, sum skipaðu fyri slíkum útróðri í Grønlandi, har meginparturin av manningini vóru føroyingar. Skipið hevði danskar yvirmenn, maskinfólk, kokk, kokkadrong og tveir dekkarar.
Vit vóru út í móti 40 monnum umborð. Palli Nielsen hjá Mikkjal í Geil var fiskiskipari. Poul Viberg úr Vági, Pyllurin nevndur, slektaður av Tvøroyri, var bestimaður. Fimm bátar vóru við úr Føroyum. Teir vóru Nýpan hjá pápa mínum, hann var eitt stórt seksmannafar, ein bátur hjá hjá Axel Thorsteinson úr Vági, tveir aðrir bátar úr Vági, eitt fýramannafar og eitt áttamannafar. Eisini var eitt lítið áttamannafar úr Fámjin.
Síðani hevði skipið tvær jollur við frá Danmark, men tær vóru illa egnaðar til fiskiskap.
Mogens S. tók salt á Drelnesi, har einasta saltsøla í landinum var tá. Bæði bátar og og meinparturin av fólkinum var úr Suðuroynni. Tá ið so alt var komið umborð, var farið avstað til Grønland.
Í vanda av ísi
Ferðin gekk væl, til vit komu yvir í Julianehåbsbuktina. Tá komu vit í ís. Tað var nakað av mjørka og smáísi. Heldur enn at fara út um ísin valdi skiparin at troðka seg gjøgnum hann. Men ísurin bleiv tættari og tættari, til tað at enda ikki bar til at sigla. So bleiv vent við aftur, men tá bar ikki til. Tá var tættur og størri ísur til allar síður. Til alla lukku var veðrið av tí besta.
So varð roynt at sigla norður eftir, men lítið bar til, tí ísurin var nú so tættur. Hvørja ferð innrákið kom, stúvaði ísurin seg saman, so tað bleiv ikki siglandi. Tá ið útrákið kom, opnaði ísurin seg eitt sindur, so tað komu rennur í ísin. Tá var so roynt at sigla, men hesar rennur gingu so nógv inn norður eftir, at tað førdi so lítið út úr ísinum.
Har bleiv so baksað í trý samdøgur, til vit at enda komu útaftur.
Skipið hevði ein Buck Diselmotor við umkasti. Tað bleiv siglt við fullari ferð, tá ið ísurin setti eitt sindur sundur. Tá ið heilt bleiv av ísi, varð maskinan steðgað og kastað um til bakk og so fulla ferð á. Tað var rættuliga ófriðaligt umborð, og lítið varð sovið hesi trý samdøgrini. At enda komu vit so út í ískantin, men har vóru ísstykkini bæði størri og hægri. Her var eisini alda í sjónum, meðan tað inni í var púra slætt, so tað sá hættisligt út.
Vit komu so út í síðstu løtu, tí undir hesum umstøðum hevði skipið ikki klárað seg leingi, sum ísurin arbeiddi.
Tá var farið at sigla norðureftir. Nú var eingin ísur á leiðini, og veðrið var gott. Tað var kortini okkurt hendinga stórt ísfjall.
Rendu á ísfjall
Eina náttina á leiðini norðureftir, nú er ein brestur. Tá siglir skipið á eitt stórt ísstykki. Teir flestu svóvu, so tað var ein ordans hvøkkur.
Allir føroyingarnir búðu har frammi, so har kendist stoyturin øgiligur. Skipið hevði sneitt stevni, og sverar ketupípur fóru niður ígjøgnum bakkan. Patentakker hekk fyri uttan. Beint her rakti ísstykkið. Hevði tað ikki verið, hevði skipið sokkið sum steinurin. Skiparin hevði ætlað at sigla framvið ísinum, men hetta miseydnaðist. Tá var ikki nógv um hann. Men hann var annars ein óførur maður. Hann var nøkur
Og trýss ár. Hann var á brúnni tað mesta av teimum trimum samdøgrunum, sum vit lógu inni í ísinum. Eisini róði hann út við aðrari jolluni, tá ið vit vóru komnir til fiskiskap, og hann fiskaði til tíðir rættuliga væl.
So til fiskiskap
Vit komu so norður í Føroyingahavnina í øllum góðum og gjørdu onkur ørindi har. Síðani varð farið longur norður til fiskiskap. Vit vóru millum annað í Norðaru Føroyingahavnini. Henda havn bleiv av fyrstan tíð ávíst føroyingum, men bleiv lítið og einki brúkt. Í Streymfjørðinum vóru vit eisini. Har inni lá ein portugisisk skonnart við trimum mastrum sokkin. Hon var farin á land, og var sleipað av aftur. Men hon hevði fingið so stóran skaða, at hon sakk. Mastrarnar komu uppundan. Eg minnist, at onkur av okkum ungu vóru uppi yvir henni.
Thorvald Hjelm úr Vági hevði verið við Borgini og roynt at bjarga, men til fánýtis.
Úti í Streymfjarðardýpinum royndu vit eisini eina tíð, men tað bar lítið til.
Vit royndu so langt úr landi, so tað var ógjørligt hjá bátunum at sigla til lands, so skipið mátti liggja úti á feltinum.
Tá ið so sjaskveður bleiv, komu vit í neyð av bátunum. Eg minnist eina ferð tað var sjaskveður. Tað varð roynt at taka bátarnar inn. Spælkraftin var góð. Men tað verra var, at tá ið báturin loysnaði úr sjónum, fór hann at sveiggja, so alt mundi farið í knús, og mannskaði mundi staðist av tí. Vit fingu ein bát á dekkið á henda hátt, og so var farið at sigla til lands.
Á ferðini inn var tað um reppið, at vit mistu bátarnar, sum hingu í einum longum sleipitrossa aftur úr skipinum. Hetta var ikki roynt aftur.
Funnu ikki skipið aftur
Eftir hetta lá skipið altíð í onkrari havn. Einaferð lógu vit sunnan fyri Atamik ella Napasok. Har lógu eisini einar tvær skonnartir. Borgin úr Vági var so onnur.
Eitt leygarkvøld var so funnið uppá at fara ein túr norður til bygdina. Vit fóru við tveimum bátum. Hin báturin var fýramannafarið úr Vági. Tað var hópin langt at sigla, meira enn ein tími. Fyrst vit sóu ljósini frá bygdini, gjørdi báturin eitt lop tvørtur um eitt sker, men tíbetur hendi einki. Tá ið vit skuldu fara avstað aftur, vóru ikki allir komnir til bátin, men eg var tó komin. Hin báturin lá klárur at fara. Ein ungur vágbingur, Valdemar, sum var við tí bátinum, spurdi um eg ikki bara kom við teimum, og tíbetur tók eg av.
Vit fóru so avstað, og tað var langt at sigla. Tá ið vit fingu eyga á skipið, køvdi hann av í mjørka, og tað var næstan blivið myrkt.
So tað vóru ikki góð útlit fyri hinum bátinum at finna skipið aftur. Tað mundi ganga út ímóti tveimum samdøgrum, og eingin bátur kom aftur. So vónirnar vóru ikki góðar, og tað var ringt lag umborð.
Tá kom sinnið í skiparan, og gamli avgjørdi at hiva inn, og so var farið avstað. Hann mundi sigla í einar fýra tímar til havs. Tá fór fyrsti meistari uppá brúnna og spurdi skiparan, um hann visti, hvat hann gjørdi, og um hann ikki visti, at hann hevði skyldu at sóknast eftir monnunum, áðrenn hann rýmdi. Tað bleiv siglt eina løtu afturat. So bleiv vent. Tá ið vit tá komu aftur í havnina, fingu vit at vita, at teir vóru komnir um borð á Borgina. Hon var ein trýmastrað skonnart, sum Thorvald Hjelm úr Vági átti og førdi. Teir komu so umborð aftur, og einki meira bleiv sagt um tað.
Men menninir vóru illa á holdum komnir, tá ið teir at enda komu umborð á Borgina.
Fiskurin svam omaná
Vit royndu so nakað norðanfyri, men lítið bar til. Men so kallaði Sofus við Hvilt, skipari á donsku skonnartini Vegu, á okkum. Teir lógu í Ravns Stóroy og søgdu frá nógvum fiski.
So varð farið suður í Ravnoynna, og har treyt ikki fiskur. Hann svam oman á tað mesta av tíðini, og tað vóru nógvir dagar, at bátarnir fingu fýra ferðir upp í. Tað var stutt at rógva á fiskileið, um hálvur tími úr havnini og norður ígjøgnum Bjarnasundi.
Fingu íblástur at rógva frá landi
Hetta heystið vóru vit ein túr í landi í Ravnoynni. Í einum skúri stóð ein bátur, sum hevði staðið líka frá 1939. Hetta var ein seksæringur og var heilt stórur bátur í mun til teir, sum vit brúktu.
Pápi mín fekk so stóran áhuga av hesum at fara undir útróður frá landi í Grønlandi.
Hann tosaði við Aksel Thorsteinson úr Vági, sum var við okkum, um at stovna eitt útróðrafelag, sum skuldi reka útróður í Grønlandi.
Hetta var Aksel við uppá. So varð farið at kanna, hvør ið átti henda góða bát. Tað vísti seg so, at Eli Mortensen av Tvøroyri og aðrir áttu bátin. Fjarrit var sent til Eli um at fáa bát og skúr til keyps.
Tað kom svar aftur við tað sama, at tað var í lagi. Prísurin var 12.000 krónur. Hetta boð varð góðtikið beinanvegin. Motorur var eingin í bátinum, har hann stóð, men Eli útvegaði ein sama slag motor, ein Sleipner, sum fylgdi við í keypinum.
Útróðrarmenn fluttir sum kríatúr
Nú koma vit fram til 1950. Nú varð so farið at fyrireika útróðurin fyri komandi summar. Mogens S. varð nú leigað til ferðina yvir til Grønland. Bátar, fólk, salt og onnur útgerð skuldi flytast við. Teir flestu bátarnir vóru jú í Føroyum. Eg minnist bara tveir bátar, sum vóru har yviri. Teir vóru Bogi, sum æt eftir soninum hjá Eli, og ein funningsbátur.
Skipið var nærum fult av salti, og í somu last skuldu útróðrarmenninir vera. Skipið hevði einki millumdekk. Fyri at hetta kundi lata seg gera, varð saltið javnað út oman á og út ímillum skerstokkarnar.
Nú bleiv ein presending breidd yvir saltið, og madrassurnar lagdar omaná.
Tað var so trongt ímillum salti og lúkurnar, at man ikki fekk staðið upprættur. Og hiti var eingin.
Seinni høvdu skipini, vit ferðaðust við, millumdekk. Tá var mann atskildur frá farminum. Eitt borð var sett á niðaru lúkuni til at skaffa á. Harnæst var ein presending spent upp undir ta ovaru lúkuna og dekkið sum eitt hválv, so at tað ikki skuldi dryppa niður á fólki. Stórir kassar sum góvu tað út fyri kømur við seks koyggjum og elovni á hvørjum kamari. Hetta var eitt harralív í mun til, tá vit byrjaðu. Tá hoyrdust menn siga, at hetta ikki var lív fyri menniskjur, men soleiðis broytast tíðir.
Nú varð so farið norður til Havnar at mynstra og taka proviant og aðra útgerð. Eisini skuldu takast teir bátar og teir menn, sum komu við norðanfjørðs.
Vildu hava trygd
Tá ið vóru komnir á Havnina og skuldu fara avstað, vísti tað seg, sum rímuligt var, at fólkið ikki vildi fara avstað, uttan at teir fingu eina ella aðra trygd fyri, at familjurnar heima kundu hava nakað at liva fyri, meðan mennirnir vóru burtur. Teir, sum sigldu við skipunum, høvdu avtalu við reiðararnar um, at familjan kundi keypa uppá borg, meðan teir vóru burtur. Hesar møguleikar høvdu vit ikki, tí at eingin stóð aftan fyri okkum. Pápi mín og Aksel Thorsteinson fóru so at tosa við landstýrið um tað ikki var ein møguleiki at gera eina avtalu, so tað bar til at sleppa avstað.
Skipið lá fult av útgerð og bátum, og nógv fólk var komið saman til at fara avstað.
Andras Samuelsen, Jóan Petur Davidsen og Kristian Djurhuus vóru í landstýrinum tá.
Fingið var so í lag, at vit fingu forskot og minstuløn. Lógin um hetta var í umbúna, men ikki komin í gildi. Ein slík varð lógfest í 1951.
Brennivargurin í Havn
Um náttina, sum vit komu til Havnar, var tann stóri ásetti eldibrandurin í Tinganesi.
Johann Hansen, svágur pápa mín, sum skuldi við okkum, lá á hospitalinum. Vit vóru har úti og vitjaðu hann og tosaðu um, hvussu hann skuldi fáa fart yvir til Grønland, tá ið hann kom fyri seg.
Á stovuni saman við honum lá ein dani, sum hevði brent seg reiðuliga illa. Hetta varð sagt at vera tí, hann hevði verið við til at sløkkja eldin í Tinganesi. Tað vísti seg seinni, at hesin góði maður hevði sjálvur sett eld á.
Skúrarnir
Hetta summarið vóru vit í Ravns Stóroy við tveimum bátum, Bogi,
Ein seksæringur, og Nýpan, eitt stórt seksmannafar.
Vit royndu við línu ta fyrstu tíðina og fiskaðu hampuligt.
Við vóru hesir menn:
Jens Kristian Petersen, Anton Petersen, Oliver Petersen, Jens Jacob Magnusen, Froðba, Oliver Nielsen, Valdemar Jespersen, Villy Jespersen, Meinard Eivindson,Tvøroyri, Oluf Niclasen, Hvalba, Niels Juel Kjærbo, Famien Svend V. Hansen úr Danmark, Argir, Johan Hansen, Argir.
Í víkini vóru fimm skúrar, fýra á suðursíðuni, og ein á norðursíðuni. Skúrurin, sum pápi mín keypti, stóð oman og niðan, meðan hinir stóðu longst fram við. Okkara stóð uttast í víkini. Tá ið Eli og hansara menn høvdu skúrin í 1939, var hann í tveimum, saltingarúm og manningarúm. Soleiðis vóru teir flestu skúrar frá saltfiskatíðini.
Tá ið teir fóru heim um heystið, tóku teir skilaveggin niður fyri at fáa bátin at standa inni í skúrinum. Vit brúktu tó allan skúrin at salta í, og búðu í tí innasta skúrinum, sum bleiv kallaður Glyvraskúrurin. Glyvramenn høvdu búð har í 1939, men har kom so eingin aftur.
Ein túr vóru vit inni í Bjarnafjørðinum. Hann liggur nakað norðan fyri Ravnoynna. Har inni lá ein lítil bygd. Har mundi vera tvey ella trý hús. Menn úr hesi bygd komu av og á í kajakkum til Ravnoynna. Men tað var vist ikki leingi eftir tað, at hon bleiv niðurløgd.
Hentir hegnismenn
Hetta summarið fekk tann minni báturin, Nýpan, motorskaða. Eitt tannhjul á svinghjulshálsinum brotnaði. Í Ravnoynni var eingin møguleiki at fáa tað gjørt aftur. So var einki annað at gera enn at fara í Føroyingahavnina. Tað var long leið at sigla, tólv tímar hvønn vegin. Tað varð so farið norður hagar við Boga.
Tað fóru so tríggir ella fýra manns norður, pápi mín og Johan Hansen vóru tveir av monnunum. Men tað vísti seg, at tá ið teir komu norður, høvdu smiðumennirnir so nógv at gera, at teir ikki høvdu tíð at gera brekið aftur. Men Johann var hegnismaður og helt seg til at gera hetta góða hjul aftur. Hann fekk loyvi at fara í dreygubeinkin í smiðjuni við tí, og tað helt so væl, at tað helt motorin út.
Soleiðis vóru tað nógvir menn tá, sum kundu gera mangt og hvat, tá ið á stóð. Ikki bar altíð til at fara í smiðju.
Bjargaður úr enn einum vanda
Ein dagin vóru vit til útróðrar norður í móti Fiskanesi. Veðrið var av tí besta, men einki var at fáa. Vit fóru so innum skerini, tó at eg haldi ikki, at man hevði loyvi til tað. Tað bleiv næstan ongantíð gjørt, tí at man fekk ongantíð nakað burtur úr tí. Men henda dagin fóru vit so inn um, og inn í ein fjørð at royna. Men har var sum væntað einki at fáa. Eg haldi ikki, at vit fingu ein einasta fisk. Men har vóru nógvar helsingagæs. Vit fóru so at royna, um vit kundu skjóta onkra. Byrsu hevði man sum oftast í bátinum. Og væl bar til. Vit fingu fimm. Men hetta tók langa tíð, so tað varð farið at skíma, tá ið vit góvust. Ókunnigur, sum mann var, sá allur skergarðurin út til at vera heilur uttan fyri okkum í skýmingini, meðan tað suður eftir sá út til at vera siglandi. So varð farið tann vegin. Tá komu vit til eitt sund millum tvær oyggjar. Har gekk ein øgiligur streymur, og tað vallaði á í streyminum.
Har bleiv so lagt stilt eina løtu fyri at hugsa um støðuna. Men so avráddi gamli at leggja á, og so bleiv gjørt. Men vit vóru ikki meira enn byrjaðir at sigla, tá komu sum sendar av Gudi tvær grønlandskar jollur, sum vit ikki høvdu ansað eftir. Tær komu út úr myrkrinum undan einari oyggj. Vit steðgaðu so á aftur fyri at vita, hvat teir vildu. Helst hava vit haft eina hóming av, at tað ikki var rætt, sum vit vóru í gongd við at gera.
Teir komu so á borðið. Hetta vóru menn úr Fiskanesi. Teir greiddu okkum so frá, at tað lógu steinar í sundinum, og at tað var á hesum steinum, at tað vallaði á. Teir sigldu so undan okkum beint í móti einari oyggj, haðani teir komu frá, og so eitt sindur suður á, og so vóru vit uttanfyri.
Eitt er heilt vist, at vóru teir ikki komnir har, so høvdu vit gingið burtur. Hevði báturin borið við ein av hesum steinum høvdu vit farið runt, og tað kundi lættliga blivið ein galin endi.
Ónosslig heimferð
Hetta heystið kom ein danskur fraktbátur, Marie Boye, eftir okkum. Hann hevði heldur ikki millumdekk. So tað bleiv sama skilið hjá fólkinum sum á ferðini yvir, um møguligt verri.
Hetta var um 10. oktober, at vit fóru heim. Kalt var í veðrinum og hartil ónossligt. Fiskurin var vigaður úr skúrinum og so skipaður umborð í bátarnar. So varð hann førdur umborð í skipið. Síðani bleiv hann stakkaður í passiligar stakkar fram eftir, til tað at enda var eitt tómt pláss fremst í lastini, upp á eina fimm - seks metur.
Niður á hesar stakkar og hetta tómrúm á banjaranum blivu presendingar lagdar. Har oman á mátti man so leggja madrassurnar. Vit fóru fyrst norður í Føroyingahavnina at taka olju og vatn og aðra útgerð.
Eg minnist eitt dømi um, hvussu kalt tað var. Vit høvdu ein vatndunk við. Tá ið eg skuldi smakka mær á um morgunin, kom ikki dropin úr honum. Tá var hann frystur.
Uppi á hesum rókum, sum lækkaðu frameftir, hildu so bátaløgini til. Hetta minti ikki sørt um fugl í berginum.
Vit vóru seinastir umborð, so vit máttu taka til takkar við hesum plássinum á banjarinum. Sum væntandi var, setti lakin fram undan fiskinum. Hartil var tað eisini nógv kaldari har niðri. Var nakar lunki av fólki og primusum, so setti hann upp eftir og kom teimum til góðar, sum vóru á teimum ovaru rókunum.
Hvørt bátalag hevði sín primus at matgera sær við. Tó var eitt bátalag so framkomið, at tað hevði eitt gassapparat. Hetta var ein bátur frá Ljósá.
Tá nú øll hesi bátaløg hvør í sínum lag kókaðu í hesu køldu lastini, kan mann hugsa sær, hvussu tað sá út.
Alt var tað bera jarn, og kalt var úti. Tað dryppaði niður allastaðni, og tá ið kókað varð, var tað tjúkt í mjørka.
Soleiðis var skilið nøkunlunda øll árini, til vit fóru at avreiða til Grønlandsfelagið. Tá blivu meiri skipaði viðurskifti, og man fekk meira mannsømulig kor eftir tátíðarumstøðum. Men í dag hevði tað kortini ikki verið góðtikið.
Her kann verða skoytt uppí, at nógv ár seinni var ætlan at fara til Íslands við fiskimonnum á líknandi hátt. Tá noktaði skipasýnið fyri tí. Hetta undraði menn, hvussu tað kundi vera loyvt at fara ta nógv longri og kanska eisini vandafullari leiðina til Grønlands, meðan tað ikki bar til, tá farast skuldi til Íslands. Jú, frágreiðingin var tann, at til Íslands var ferðin uttanríkis, meðan hon var innanríkis til Grønlands! Hetta hevði kortini ikki borið til í dag.
Komandi partur
Í komandi parti heldur Anton fram við síni frásøgn. Her er bæði dramatikkur og um tá ið teir fingu sápu fyri smelt afturvið døgurðanum