Her er eingin múrur. Bert ein lágur sementkantur.
-Tað gamla markið millum Saltangará og Runavík var Snaraløkur, sum nú er farin undir heilt. Seinni er bøgarðurin blivin mark. So nú búgvi eg í Saltangará meðan grannin hjá mær Zacharis býr í Runavík, sigur Torleif Hansen.
Thorleif setir fótin niður á sementkantin, sum ikki bert er mark millum tveir grannar, men millum tvær grannabygdir - Saltangará og Runavík.
Ørkymlandi
Hansen-húskið hevur skósølu og handil í somu lon. Sambært telefonbólkini eitur handilin Skósølan í Runavík. Men adressan er í Saltangará.
-Sjálvur búgvi eg í Saltangará, men eg kalli tað Skósølan í Runavík-Saltangará. Her á leiðini sigi eg meg vera úr Saltangará, men eri eg aðrasteðs sigi eg at eg eri úr Runvík. Tað er líkasum lættari, sigur Thorleif.
-Hetta er kanska eitt sindur ørkymlandi, serliga hjá fremmandafólki, heldur hann fyri.
Barnaheimið hjá Thorleifi stendur beint innan fyri hansara egnu hús. Thorleif sigur, at barnaheimið var meira ella minni bygt á táverandi bygdarmarkið.
-Tey bygdu faktist beint á ánna, og tí ótu tey døgverða í Saltangará og svóvu í Runavík, sigur hann brosandi.
Vaksnar saman
Niels Jacob Nielsen hevur altíð havt serligan áhuga fyri staðarnøvnunum á eystara armi á Skálafjørðinum.
Vit bóðu hann greiða nærri frá staðarnøvnunum Glyvrar, Saltangará og Runavík - og Heiðum.
-Í veruleikanum eru tað tríggjar grannabygdir, sum eru vaksnar saman til ein bý - Glyvrar, Saltangará og Runavík. Og tað eru nógv fólk her um leiðir sum ikki tíma at taka dagar ímillum hvat ið er hvat, sigur Niels Jacob.
-Saltangará er ein partur av markatalsbygdini Glyvrar, og Runavík er ein partur av markatalsbygdini Toftir. Tað er so her tey hava sett seg niður, sigur Niels Jacob.
Og um staðarnavnið Heiðarnar sigur hann:
-Heiðarnar er eitt navn fyri torvheiðarar, sum í gomlum døgum lógu í Runavík og í Saltangará. Staðarnavnið Heiðarnar verður í dag mest nýtt av fólki úr nærmastu grannabygdunum. Rituvíkingar siga heim í Heiðar og Toftamenn siga inn í Heiðarnar. Navnið er um at detta burtur, og í dag eru tað mest tey eldru sum tosa um Heiðarnar, sigur Niels Jacob.
Eingin á
Vit standa nakað niðanfyri Sjómansheimið og hygga niðan í bøin.
Nakað innanfyri Sjómansheimið gongur eitt stik omaneftir. Innanfyri er vallað og grønt, uttanfyri er brúnur lyngur og hagi. Her gongur markið millum Runavík og Saltangará.
Bygdarnavnið Saltangará er eldri enn Runavík. Saltangará er gott 150 ár, meðan fyrstu húsini í Runavík vóruðu bygd fyri umleið 75 árum síðani.
Í dag er tað kortini eingin í økinum sum kennir nakra á, sum kallast Saltangará, sigur Niels Jacob.
-Summi vilja vera við, at áin, sum rennur úr Toftavatni oman á sjógv er hon, sum í heilt gamlari tíð varð kallað Saltangará. Heilt aftururi í tíðini verður tosað um, at ein grind varð hildin til "i en liden viig ved Saltangarå". Í dag kenna vit ánna undir navninum Løkin.
Skelti á Glyvrum
Meðan tað kanska er eitt sindur trupul hjá ókunnugfólki at síggja markið millum Saltangará og Runavík, so skuldi markið millum Glyvrar og Saltangará verið lættari at fingið eyga á. Ið hvussu so er um tú ert í bili.
-Kemur tú t.d. úr Havn við bili eru Glyvrar tann fyrsta av teimum trimum bygdunum, tú kemur til. Tú kemur inn í Saltangará beint aftaná missiónshúsið. Har gongur markið millum Glyvrar og Saltangará. Eitt skelti stendur við vegin, men har er einki hegn sum millum Runavík og Saltangará, tí Glyvrar og Saltangará er sama markatalsbygd.
Saltangarámenn?
Sambært Niels Jacobi er tað nokkso misjavn hvussu sterk kenslan er fyri heimbygdini í teimum trimum sambygdu bygdunum - Glyvrum, Saltangará og Runavík.
-Vell, glyvramenn er nokkso greiðir. Men tað er hips um haps hvussu við saltangarámonnum og runavíkingum. Nógvir av teimum sum eru fluttir til Saltangará kalla seg sjálvar runavíkingar.
Bert tað so til at møta einum saltangarámanni á Eystanstevnu?
-Saktans. Tað eru nakrir, serliga av teimum endru, sum rópa seg saltangarámenn.
Men kanst tú møta einum heiðamanni á Eystanstevnu?
-Nei, tað vænti eg ikki. Rituvíkingar og Toftamenn hava frá gomlum av tosa um Heiðarnar, og harav kemur t.d. eisini Heiðabáturin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Men teir tosa kortini ikki heiðafólk.
Runavík er lættast
Niels Jacob heldur, at tey allarflestu munnu vita hvørja bygd tey hoyra til. Man tað er ikki altíð at tað verður gáa so nógv eftir hesum.
-Tað eru ikki øll sum hugsa um tað. Nógv vilja ikki brúka navnið Saltangará, tí at tað er so knortlut. Og so er tað nokkso fløkjasligt bæði við saltangarámonnum og runavíkingum.
Glyvrar, Runavík og Saltangará hava hvør sítt postnummar. Men eisini her er bland komið í.
-Glyvrar hevur postnummarið 625, Saltangará hevur nummar 600 og Runavík hevur 620. Men tað eru nógv í Saltangará sum kalla seg fyri 620 Runavík - serliga handlar og virkir, sigur Niels Jacob, og staðfestir, at nógvir av handlunum í Runavík liggja í roynd og veru í Saltangará.
- Eg haldi at tað er bara sløsheit, at teir siga seg vera í Runavík. Føroya Sparikassi sigur seg vera í Runavík, men liggur í Saltangará. Tað eitur Føroya Fiskavirking í Runavík hóast adressan er í Saltangará. Ja, teir allarflestu av handlunum, sum eitast at vera í Runavík liggja í veruleikanum í Saltangará.
Munur á ættarliðum
Sambært Niels Jacob Nielsen ganga tey ungu fólkini ikki so høgt upp í, at nýta rætta bygdarnavnið. Men teimum eldu dámar ikki, at bland er komið í nøvnini.
Særir tað t.d. ein glyvramann, um onkur kallar hann runavíking?
-Nógvir av teimum eldru monnunum vildu verið keddir av tí. Tey fólkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.
Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?
Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.
-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.