stúrdi hon fyri, at Magnus skuldi fáa bruna í sárini. - Annars er Magnus við at koma inn í gerandisdagin aftur. Hann er heima hjá mær, men er við, tá eg koyri hini børnini í skúla um morgunin og fari eftir [...] skúlan, men tekur tað róligt, tí við fýra dreingjum er tað ikki ókent, at heinta onkran teirra á skúlanum við holi á høvdinum ella líknandi. Men tað er ein ótespilig sjón, ið møtir Jesper, tá hann kemur [...] harmur um. - Seinni er so komið fram, at starvsfólkið kortini skal hava ringt 1-1-2, men at tað tók ov langa tíð, áðrenn tað svaraði, so tey løgdu hornið á aftur, sigur Lív Durhuus. Tað er eisini komið fram
hvør veit? Eitt er í øllum førum givið. Tað er ein stórur heiður at vera leiðari landsins, men við hesum heiðuri fylgir eisini ein stór ábyrgd og við hesi ábyrgd eisini tann byrða, sum er neyðug at bera [...] eitt samfelag skal verða mett eftir, hvussu tað fer við sínum veikastu. Tað er ivaleyst ikki heilt burtur av allari leið, at tað er eitt av parametrunum ella eyðkennunum fyri, hvussu væl vit hava skipað okkara [...] Tað er nú annars ikki gullfiskar, vit fiska á Norðhavinum beint nú. Tað eru toskar. Men ein kann nú væl saktans hugsa um gullfiskar, sjálvt um ein dregur tosk upp av grunni. Tíðliga ein morgun stimaðu
Norðuramerika. - Hetta er mín størsta avbjóðing nakrantíð, tí Kraft Foods í USA er nærum fimm ferðir størri í vavi, hvat sølu og framleiðslu viðvíkur, samanborið við Evropa, sigur Jan. Hetta er eisini orsøkin [...] heimaftur er týdningarmikið fyri meg at hava eitt starv, har eg havi møguleika fyri at vera við á altjóða pallinum onkursvegna. Eg plagi í skemti at siga, at tað er sjórænarablóðið úr Hvalba, ið er orsøkin [...] Sosialurin, London: Heimurin er hansara arbeiðspláss. Hann er partur av einum toymi, ið hevur ábyrgdina av øllum telduskipanum hjá fyritøkuni Kraft Foods kring allan knøttin. Tey umleið 300 starvsfólkini
rørast í kókaðum vatni, og so er talan um døgurða. Meðan vit drekka kaffi, eta kleynur og kanna kortið, koma og fara íslendingar, og tað eru fleiri fremmand enn vit bæði. Ferðavinnan er týdningarmikil partur [...] tíðini, men soleiðis er tað ikki longur. Okkara ferð veik eitt sindur frá ringvegnum, tí vit vitjaðu á Langanes leiðini, og kósin er henda vegin, nú fyrsti partur av hesum hugleiðingum er liðugur. Edvard í [...] tí besta. Vesturættirnar eru góðar her. Soleiðis er tað ikki í Reykjavík og har á leið. Har kann tað bæði verða væl kaldari á vesturættini, enn tað er eystanfyri, og tað regnar nógv meiri í Reykjavík á
ið verður á Norðuratlants Bryggjuni hóskvøldið, 30. mars kl. 19.30. – Vel Føroyar er eitt kunnandi tiltak, ið er snikkað til føroyingar, ið umhugsa at flyta heim – eisini til tey, ið ikki ætla heim [...] Øll skráin fyri tiltakið kann síggjast her – Nakað heilt nýtt, sum vit ikki áður kenna úr Føroyum, er Kokka Jam. Her fara tríggir av okkara bestu kokkum, Leif Sørensen, Áki Herálvsson og Bjarni Mortensen [...] tónleik. Borðreitt verður við alskins útgávum av føroyskum laksi, køldum føroyskum øli, føroyskum vatni og sjálvandi kaffi og onkrum søtum. Øll, sum koma til tiltakið, eru við í lutakastinum um ein flytipakka
næstum ella er longu byrjað. Tvs. at úrslitið av tí boringini verður greitt um sama mundið sum tað hjá Hess her hjá okkum. Tann brunnurin er bert fáar fjórðingar frá markinum (tí politiska) men er tó í júst [...] Atlantic Margin Group ella stytt til AMG-bólkurin. Atlantsmótið er skráin, sum gongur frá endanum av landgrunninum og út móti djúpri vatni. Henda finna vit vestan fyri Írland, vit finna hann millum Føroyar [...] Hetland. Tá tosað verður um eina nýggja oljuprovins í Norðuratlantshavi, so er tað alt hetta stóra økið sipað verður til. Tað er tí rætt alt fyri eitt at gera sær greitt, at leiting og oljufund ella turrir
sum er ES-kommiserur í orkumálum, vil hava bann ímóti oljuboring á djúpum vatni í Norðsjónum, Miðjarðarhavinum og í Svartahavinum. Eftir hansara tykki er tað neyðugt, og hann vísir á tað, sum er hent [...] Noreg sum eina góða fyrimynd, tí norskir myndugleikar hava gjørt av at útseta alla boring á djúpum vatni. -Tá Noreg kann banna tí, kann ES eisini, segði Günther Öttinger. Men í oljuídnaðinum eru tey alt [...] oljufeløgini eru ímóti einum banni, so leingi tann veruliga orsøkin til lekan hjá BP í Meksikoflógvanum er staðfest.
arbeiðið, sum nýggju eigararnir hava lagt í bygningin - er hann vorðin ein sera vakur og snotuligur bygningur - bygdur í gamlan føroyskan stíl tá hann er huganligastur. ? Vit hava lagt nógva orku í at gera [...] Lindenskov Tey sum eiga møblahandilin »Eikina« á Argjum nýtast í øllum førum ikki at fara um ánna eftir vatni, tí handilin liggur, sum helst einasti møblahandil í landinum, í eini á - í Sandá. Tað var fyri einum [...] innan, meðan handverkarar hava gjørt arbeiðið uttan, sigur hon. Gamla Spinnaríið varð bygt í 1906, men er fleiri ferðir um- og útbygt síðani. Tað var gamli spinnarin Johan Evensen, sum átti spinnaríið nógvu
vinnulív yvirhøvur og fiskivinnu serliga farnu hálvu øldina. Hann er framvegis meiri virkin enn flestu starvsfelagar á hansara aldri. Eiler er borin í heim í Søldarfirði, sonur Helenu, fødd Isaksen av Viðareiði [...] gott familjulív og samanhald heima við hús gevur. Beinta er havnargenta, dóttir Hjørdis og Petur Háberg. At hitta ella koma inn til Beintu og Eiler er altíð ein hjartalig uppliving. Eitt mentað heim, sum Beinta [...] á hann restina av lívinum og á familjuna alla. Tann, sum livir stillisliga, livir væl, sigst. Eiler er ikki júst farin ljóðliga um hurðarnar við sínum avrikum. Hansara tvørrandi evni at skilja, at øvund
ár. Umráðandi er at halda vatni burtur, tí er ov nógv vatn komið at fuglinum, tráðnar hann skjótari. Skal fuglurin frystast við sótini á og uttan, at væta er komin at fuglakroppinum, er best at frysta [...] suðuri er meira sól, og tá hevði verið heitari hjá fuglinum, um hann var ov myrkur. Har norðuri er kalt, og tá er tað ikki verri, um búnin er myrkari. Hann vísir á, at hann-fuglurin vanliga er nakað størri [...] nógv minni náti er tikin í heyst enn, tá ið heystið er av teimum frægu ella góðu. Ivaleyst er veðrið, sum hevur verið ólagaligt í nátatíðini, ein orsøkin, men spurningurin er, um tað er øll søgan. Jens