Eiler kenna tey flestu á navni. Løgið annað, tí hann hevur verið við til at sett síni sjónsku merki á føroyskt vinnulív yvirhøvur og fiskivinnu serliga farnu hálvu øldina. Hann er framvegis meiri virkin enn flestu starvsfelagar á hansara aldri.
Eiler er borin í heim í Søldarfirði, sonur Helenu, fødd Isaksen av Viðareiði, og Sámal, skipara úr Søldarfirði, sum gekk burtur longu 29 ára gamal við sluppini Immanuel, sum hann førdi
feigdardagarnar 9. og 10. apríl 1932, tá eisini sluppin Laura hvarv við mann og mús.
Eiler var tá 2 ára gamal og flutti saman við 2 ára yngri bróðrinum Sámali og mammuni suður til Skálavíkar, har Helena giftist uppaftur við Niclasi Nicodemussen á Hamri. Har fingu Eiler og Sámal saman við systkjunum Bergtóru, Hildigunn, Napoleon (Pola) og Maiken ein eydnuríkan og tryggan barndóm. Mamman Helena livdi til 1996, tá hon andaðist 91 ára gomul.
Eiler hevur ferðast langa leið í lívinum. Hann fekk sum sagt eina baldruta byrjan í Søldarfirði. Men úr góðum bergi brotin í báðar ættir. Fiskiskapur, skiparakstur, vinnulív og jarðarbrúk lógu líka ræðið fyri hjá ættfedrum hansara. Við móðurkærleika og kønari vegleiðing frá nýggja pápanum kom hann væl frá tungum starti. Lærdi frá óvita virðið í at arbeiða, at umsita talenturnar væl og hvørki spilla tíð ella virði.
Fyrsta arbeiði hansara sum 15 ára gamal var sum húskallur í Íslandi beint eftir kríggið. Síðan til skips í Norðsjónum sum messur við Árnanesi eftir sild. Við vaðbeinið stóð hann á (næstan) deyðsiglara Slatrinum (Slater) fyrstur framman fyri stórvantið við snøri. Síðan við Suðuroynni. 80-tonsari úr Vestmanna var fyrsta ferð hansara við nýggjum báti. Men tað gekk ikki væl. Ongan avrokning fyri eitt heilt summar í Grønlandi, skip og reiðari á húsagang.
Eftir tað fór hann suður um Fjørð at fiska fleiri summar við vágsskipum. Serliga kært var honum Norðfarið við Johan Godtfred sum eigara/skipara, um várið og út á summarið í Grønlandi og síðan á sild norðan fyri Føroyar.
Eiler tók skiparaprógv í Klaksvík og longdina í Havn. Boð vóru eftir hesum raska veiðimanni. Hann fekk motorsluppina Brimnes úr Vági at føra og síðan skonnartina Atlantsfarið úr Klaksvík, sum lívlangi vinmaður og starvsfelagi hansara, Aksel Hansen, enn líka virkin úrmælingur sum útgerðarmaður í Havn, tá leigaði og reiddi út. Tað var eisini Poul Hansen, sum átti reiðararíið Kimbil, sum beyð Eileri nýggja stállínubátin, Beinir, at føra.
Tað vóru hesi framburðsríku seinnu 50- og fyrru 60-árini, at Eiler sum vinmaður Jústs í Túni á Sildrekanum og sjálvur sum skipari á Boðanesi eitt skifti lærdi at fiska sild við kraftblokki og ringnót.
Í 1964 gekk dreymurin, ið flestir raskir sjómenn hava, út hjá Eiler. Hann og aðrir, t.m. brøður og vinmenn úr Skálavík, lótu byggja kombineraða nóta- og frystilínuskipið, Ísborg, á Skála. Pf. Hvalnes átti skipið.
Eftir fýra góð ár kom (fyrsta) Sólborg til landið. Hana átti Eiler sjálvur. Hesin nýbygningur úr Noreg kom júst um tað mundið, tá toskafiskiskapurin í Grønlandi sveik, og sildin hvarv norðanfyri. Menn fullu tó ikki í fátt, men herjaðu áaftur aðrastaðni og byrjaðu millum teir allarfyrstu sildar- o.a. uppsjóvarfiskiskap í Norðsjónum, ja bygdu upp danska fiskamjølsídnaðin. Hetta vóru av sonnum gullár fyri føroyska fiskivinnu. Inntøkurnar vóru størri enn nakrantíð áður. Hesa tíðina løgdu teir við rávøru síni úr Norðsjónum lunnar undir nýggja Havsbrún.
Í 1971 keypti Pf. Hvalnes Norðborg, sum førdi gull til lands í heila fjórðingsøld. Sámal Jacobsen, bróðir Eilers, ikki minni veiðimaður, førdi skipið tað mestu tíðina.
Eiler lat síðan fyrru Krúnborg byggja í 1974. Hon fiskaði eisini gilt, serliga fyrstu árini, og sigldi líka til 1999, tá nýggja Krúnborg kom. Hon varð longd í fjør og lastar nú meir enn flestu skip av slíkum slag á okkara leiðum. Henda skúta hevur havt líka góða veiðieydnu sum fyrra Krúnborg tey fyrstu nógvu árini, eftir at hon kom.
Í nógv ár høvdu brøðurnir smærri deksfør til útróður í Eystrasalti. So eisini har og í tí veiðihátti hava teir roynt seg.
Eiler hevur ikki bert víst eitt framúr váðafýsni. Hann hevur eisini verið umhugsin og hevur spjatt váðan millum fleiri fiskiháttir, fiskiøkir og skipasløg. Eftir vegleiðing frá slóðbrótaranum John Dam lat Eiler í 1977 aðru Sólborg byggja til rækjur. Hon hevði ikki minni signing og eydnu við sær. Ingolf Rasmussen førdi hana ta mestu tíðina, til hon í 1986 varð seld til Grønlands.
Eiler fór ikki aftur undir rækjuveiði fyrrenn í 1990, tá hann keypti Faroe Prawn og kallaði hana Sólborg (triðju). Hon hevur verið í reiðarínum líka til nú tíverri seinnu árini í sama rakstrarliga andróðri sum hini føroysku rækjuskipini. Reiðaríið hevur sett yvir 20 mió. kr. til raksturin síðan 2002. Tað hevur komið væl við, at vinnuligu eggini hava ligið í fleiri enn einari kurv.
Eiler hevur verið drivin fram av eyðkendum protestantiskum arbeiðsetikki. Ágrýtin veiðimaður frá tí fyrsta. Havt íbornan sans fyri at taka gløggar íløguavgerðir í røttum tíma. Verið stórtøkin, tá umgalt at leggja uppfyri við maskin- og veiðiorku. Hugsað um góðar liviumstøður hjá manningini umborð. Dugað at sæð tøknilig krøv 5-10 ár fram í tíðina. Tað eru sterkar síður hjá honum. Ikki minni týdning hevur tað havt, at hann hevur kent síni mørk og latið onnur umsita pappír og tøl fyri seg.
Men aftan fyri menskar menn standa altíð góðar konur. Uttan tær sjáldan stór avrik. Í Beintu hevur Eiler havt hollan stuðul og hevur hvílt í teirri ríku signing, sum eitt gott familjulív og samanhald heima við hús gevur. Beinta er havnargenta, dóttir Hjørdis og Petur Háberg. At hitta ella koma inn til Beintu og Eiler er altíð ein hjartalig uppliving. Eitt mentað heim, sum Beinta setir síni sjónligu og ljóðligu merki á við list og tónleiki. Børnini, Sámal, Hjørdis, Petur og Eiler hava staðið væl saman um virksemið hjá familjuni. Sámal hevur roynst væl sum skipari í nógv ár, Petur rekur fyritøkuna á skrivstovuni, og (lítli) Eiler hevur nú eisini víst gávur til at fáa fisk. Hjørdis ger í dag stórt kristiligt arbeiði saman við manni sínum, Dánjali.
Við íbornum kenslulyndi serliga í móðurætt tráaði Eiler eftir og kom til trúgv á sín frelsara eitt sunnukvøld í november 1951. Tað fekk stóra ávirkan á hann restina av lívinum og á familjuna alla.
Tann, sum livir stillisliga, livir væl, sigst. Eiler er ikki júst farin ljóðliga um hurðarnar við sínum avrikum. Hansara tvørrandi evni at skilja, at øvund og meinfýsni eru drívmegi hjá mongum, hava verið til ástoyt og atvold til nógvan blástur uttan um hann.
Váðafýsni, sum eydnast og kastar av sær, fellur mongum fyri bróstið. Tað hevur gjørt Eiler umstríddan. Tann, sum byggir borgir á sjógvi og landi, verður av øvundarmonnum brúktur sum politisk ímynd av sjálvsøkni í andsøgn við fólksins sonnu áhugamál. Skiparin móti dekkaranum, reiðarin móti manningini.
Men Eiler, faðirloysingurin úr Søldarfirði, skuldi verið prototypan av einum samfelagsligum "tapara". Hann bleiv tað mótsetta, ein vinnari. Og samfelagið hevur notið gott av hansara ágrýtni, fiskieydnu, váðafýsni og gávum og hevur vunnið við og av honum.
Sum aðrir skiparar byrjaði hann við vaðbeinið. Teir vóru ikki nøgdir við 7-pundsloddið, við tein og ongul. Nei, teir slóðaðu fyri nýggjum og betri skipum, tøkni, amboðum og skipslívi, so virðið á tí veidda vaks, og vælferðin hjá øllum, á sjógvi og landi, øktist og fall alsamt fleiri í lut, sum ringar í vatni eisini teimum, sum einki beinleiðis samband hava havt við fiskivinnu.
Virðið á lívsverki Eilers, hansara starvsfeløgum og skipum teirra, verður neyvan yvirmett. Teirra skip hava fiskað einar 2 miljónir tons av fiski. Leypandi søluvirðið hevur ligið um 2 miljardir krónur, sum umroknað til dagsprís man svara til 4 miljónir, t.e. meiri enn landsins útflutningsvirði. Samlaða hýruvirðið man liggja oman fyri milliardina í dagsprísum.
Slíkt eru menn. Teir duga heldur ikki tíbetur fyri samfelagið rættiliga at leggja frá sær, men treiskast víðari. Tað má tí sigast at vera kappi, sum fyllir 75 ár í dag. Hjartaliga tillukku við degnum. Ríkliga signað vesturskin, Eiler, Beinta og tykkara eftirkomarar.
Vinur









