Günther Öttinger, sum er ES-kommiserur í orkumálum, vil hava bann ímóti oljuboring á djúpum vatni í Norðsjónum, Miðjarðarhavinum og í Svartahavinum. Eftir hansara tykki er tað neyðugt, og hann vísir á tað, sum er hent í Meksikoflógvanum.
Kommiserurin hevði fyrradagin fund við 22 oljufeløg um ætlan sína, og har hevði hann víst á Noreg sum eina góða fyrimynd, tí norskir myndugleikar hava gjørt av at útseta alla boring á djúpum vatni.
-Tá Noreg kann banna tí, kann ES eisini, segði Günther Öttinger.
Men í oljuídnaðinum eru tey alt annað enn hugtikin av uppskotinum hjá kommiserinum. Ein talsmaður fyri oljuídnaðin sigur, at oljufeløgini eru ímóti einum banni, so leingi tann veruliga orsøkin til lekan hjá BP í Meksikoflógvanum er staðfest.