fyrsta dystinum, og tá byrja vit at hugsa »vit eru suverenir – vit fara at hølva alt av«. Orsakað av hesum hava vit ikki stríðst nóg nógv í seinastuni, og tí taptu vit móti B71 og GÍ, sigur ein erligur Páll [...] við HB. Vit hava eitt vinnaraeyðkenni. Vit eru kanska eitt sindur hástórir, og tað er okkara styrki og veikleiki. Eg kann siga fyri meg sjálvan, at eg kenni meg sum yvirmann, áðrenn eg fari á vøllin. Eg [...] Eg vil býta meg fastan á HB-liðið, og so vil eg fegin halda fram við HB tradisjónini. Nú spæli eg við U-21, og har vóni eg at klára meg væl, so at eg møguliga einaferð sleppi á A-landsliðið, sigur Páll
haganum. - Í okkara hagum hava vit ikki havt teir stóru trupulleikarnar við tálgafiti, tí vit hava ikki flutt fremmandar brundsseyðir, sum vit ikki kendu, inn í hagan. Tí kunnu vit siga, at allur seyðurin Inni [...] aftur, fyrr enn krovini eru komin upp at hanga – ja, tá missir tú skjótt tamarhaldið á støðuni og royndini at fáa tálgafituna burtur. Tá veitst tú ikki longur, hvørjum ávísu krovini eru undan, og tí kanst tú [...] Tað koma bara nøkur pund upp á aftrat. Glarfituna syrgir brundurin, ið ber glarfiti, fyri, endurtekur hann. Petur Skeel vísir á, at sjálva vektina á hvørjum seyði sær avgera vit sjálvi. - Í dag er tað ikki
arar næsta ár - Vit hava nógvar ungar, og tær bestu á liðnum eru eisini ungar, so vit skuldu havt eina góða framtíð. Um tað gongur væl í ár, so kunnu vit kanska heintað B36 inn aftur á annað plássinum [...] eg hava eitt sera tætt samband. Vit fylgdust allan vegin upp, inntil vit vórðu lidnar á fiskivinnuskúlanum. Tá fóru vit hvør sína leið hvat viðvíkur yrki. Hon arbeiðir á Aluplast, og hon er givin at sparka [...] sparka. Hon situr tó í nevndini í GÍ. Vit búgva eisini báðar í Gøtu, so vit eru enn tættar. Vit tosa saman hvønn dag Poula um kvinnur í politikki - Eg eri eingin reyðsokkur. At uppfordra kvinnum til at fara
havi verið noyddur at gera. Vit fáu, ið velja menniskjaliga sambandið frá - vit hava eisini rík lív! Og tað lívið vil eg nú fegin lata fólki fáa innlit í. Aloftast eru tað vit, ið eiga svørini, ið onnur [...] skuldi verið so óheppin, at deyðin bankar á dyrnar í dag, so fær hann meg ikki við sær í fullum líki. Eg havi seinastu tíðina umskapað meg til blaðsíðurnar, ið nú verða givnar út, og tí kann eg liva víðari [...] um ævir. Hann leggur aftrat, at sum ein tiðnaður mammutur kann Olaf S. Thomsen nú standa sum prýði inni í stovuni ella á náttborðinum hjá fremmandafólki. Í bókini fær lesarin innlit í innastu tankar og
Absalon Olsen. Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, hava vit vitjað á landingarmiðstøðini hjá P/F Barðinum á Vestaru Bryggju í Havn, og í blaðnum skifta vit eisini orð við Napoleon Falkvard Joensen, [...] landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju læt upp. Hann kendi hølini, og hann kendi maskinurnar, sum vóru her. Tað sigur Napoleon Falkvard Joensen, stjóri á P/F Barðinum, sum er landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju [...] fiskivinnuvirkseminum á Vestaru Bryggju í Havn í samfull 42 ár. - Poli (Napoleon Falkvard Joensen) kom beinanvegin eftir mær, tá hann hevði í hyggju at lata upp landingarmiðstøð, og nú eri eg blivin 67. Eg
vegurin, Jesus gekk, frá tí hann varð dømdur, til hann kom út á Golgata og varð gravlagdur. ? Á Via Dolorosa eru 14 ymisk støð, har steðgað verður. Á hvørjum staðið varð lisið upp úr Bíbliuni. Sungið varð eisini [...] Golgata og Jesu-grøv lá. Grøvir eru funnar, sum eru høgdar inn í klettin, og ein heyggjur, sum kann hava verið Golgata, er tætt hjá. Dúgliga verður kjakað, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan [...] jødar eri teir sum trúgva á Jesus sum Messias. ? Eg var saman við nøkrum av mínum arbeiðsfeløgum í eini lítlari messianskari meinigheit. Vit vóru um 30 tilsaman. Her ótu vit páskamáltíðina og gingu fram
Loysikrøv Løgreglan er skjót á staðnum. Fyrstir eru Morgan Rylander og Ingemar Warpefeldt, og teir fara inn í bankan. Tá Janne Olsson sær teir spyr hann, av onkrari ókendari grund á enskum, »Are you a policeman« [...] eymkandi og bløðandi á gólvinum, gevur Janne hinum løgreglumanninum, tí nú ræðslusligna Morgan Rylander, boð um at seta seg í ein stól, har hann biður hann syngja okkurt. Øll eru púra ørkymlað, men tá [...] Eitt róp hoyrist inni í hválvinum. - Vit yvirgeva okkum. Tramin í hatta gassið. Løgreglumenninir Håkan Larsson og Johnny Johnsson eru servandir til uppgávuna. Báðir eru til reiðar at storma inn í hválvið
sum seinastu tíðina hava verið á gulllaksaveiði, vóru úti á seinasta túri, fór motorurin hjá Eysturbúgvanum í knús. Hetta hendi seinasta mikumorgun, meðan skipini vóru á fiskileið einar 140 fjórðingar [...] at sleipa Eysturbúgvan á Havnina. Skaðin, sum motorurin hevur fingið, er so umfatandi, at her gerst einki. Hann verður ikki afturgjørdur, men má skiftast. Hol á blokkin Skiparin á Eysturbúgvanum, Jóan Petur [...] síðan skipið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1994. Hann ásannar, at nú er bara eitt at gera, og tað er at geva tol og líta frameftir. - Hetta er ógvuliga óheppið, men nú gerst einki við tað. Motorurin
vinnulív í kommununi. Í hinum nevndunum eru eitt nú býarskipan og dagstovnaøkið tvey sera spennandi øki. Hvørjum løgtingsnevndum eru tú í, nú tú eisini ert tingmaður? - Í løgtinginum havi eg sæti í vinnunevndini [...] Johannesen heldur, at allar hesar nevndir eru sera spennandi og á heilt hvørt sín hátt. - Tað er sjálvandi spennandi at vera umboðaður í havna- og vinnunevndini, tá vit hava eitt sterkt og spennandi vinnulív [...] vera við til at smíða landsins lógir, ið vit øll skulu virka undir, er ein stór ábyrgd at hava. Beinir Johannesen vísir á, at tær avgerðir, sum tiknar verða á Føroya løgtingi, røkka inn í øll heim í Føroyum
munur á. Í Hoyvík er øgiliga nógv virksemi, stóru handlarnir og fyritøkurnar draga nógv virksemi til sín. - Sum Theresa Kreuzmann segði frá í Ungmannahúsinum á Sandi á kunningarfundi, sum var nú her f [...] sjálvum. So, vit mugu vera røsk at gera góð hugskot til veruleika. Hann vísir á, at epla-, grønmetis-og seyðakjøtsfestivalar eru møguliga eitt potentiali. Í ítróttarhøllini og fótbóltsvøllinum eru eisini møguleikar [...] hevur verið framsíggin. Nú, eini 40 ár seinni, er hetta veruleiki. - Tað er rættiliga óveruligt, at nú fer at bera til at fara til Havnar at fáa sær kaffi. Róin Clementsen vísir á, at í 1970-unum var strævið