hópin hjá Íslandi, ið skal kappast í HM-endaspælinum í manshondbólti, ið verður í Svøríki og í Pólandi eftir nýggjár. Bert ein leikari úr bestu íslendsku deildini er við í hópinum, og er tað veteranmálverjin [...] Ísland spælir tveir venjingarlandsdystir móti Týsklandi í Bremen og Hannover, 7. og 8. januar. Íslendingar fara at halda til í Kristianstad í Skåne í Svøríki undir HM-endaspælinum, har fyrsta málið er at [...] Spælskiparar: Elvar Örn Jónsson, MT Melsungen (54/140). Gísli Þorgeir Kristjánsson, SC Magdeburg (39/76). Janus Daði Smárason, Kolstad Håndball (58/83). Høgru bakkar : Kristján Örn Kristjánsson, Pays d´Aix UC (21/29)
Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus hava verið í Prag í Kekkia hetta vikuskiftið fyri at spæla tveir dystir móti Dukla Prag í Europa Cup kappingini. Ígjár gekk framúr væl í tí fyrra dystinum. ÍBV vann [...] sigursmálið í teimum seinastu sekundunum. Í seinna dystinum í dag gekk minni væl hjá ÍBV. Dukla Prag vann dystin 32-25, og harvið ein samlaðan 65-59 sigur. Í steðginum var Dukla Prag á odda 13-11. Í seinnu [...] sinni. Í dagsins dysti var Dánjal millum málskjúttarnar við einum máli. ÍBV spælir ikki ein kappingardyst aftur fyrrenn 5. februar, tí íslendska manslandsliðið skal kappast í HM-endaspælinum í Pólandi
føroyski liðfelagin, Janus Dam Djurhuus skutu tvey mál hvør í dag. Í morgin klokkan 17 møtast liðini aftur. Í dag var ÍBV tekniska heimaliðið. HER ber til at síggja allan dystin. Fólk gera væl í at spola/scrowla [...] til 34-33 í fyrra Europa Cup dystinum niðri í Prag í Kekkia móti Dukla Prag. Dánjal fekk eina góða sending fram til strikuna, og so var at gera skjótt av, og hann setti bóltin hegnisliga í netið, og so
kan í ár er væl hægri enn hon var í fjør. Higartil í ár, frá januar til novembur, hevur kommunan fingið 24,6 milliónir inn í skatti og tað eru slakar 3,3 milliónir, ella góð 15 prosent meiri enn í sama [...] Bygdaráðið í Hvalba hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Og í hesum sambandi hevur bygdaráðið samtykt at lækka skattaprpsentið eitt vet. Í ár er skattaprosentið 20,75 prosent, men nú lækkar tað [...] tað niður í 20,60 prosent. Barnafrádrátturin verður 6.500 krónur næsta ár og tað er tað sama sum í ár. Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at endamálið er at lækka skattaprosentið eitt sindur afturat. Tá
Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV høvdu á heimavølli í dag torføran dyst móti greiða oddaliðnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Vali. Valur vann dystin 38-33. Í steðginum var [...] i hjá ÍBV við sjey málum. Janus skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag. ÍBV er nummar fýra í deildini við 14 stigum fyri 12 dystir. Komandi vikuskiftið skal ÍBV spæla tveir dystir í Europa Cup móti kekkiska liðnum
Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag. Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir í ÍBV tóku móti KA, ið hevði føroyska landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell í hópinum. ÍBV vann [...] vann dystin 34-30. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað lá væl fyri hjá heimaliðnum. ÍBV var á odda 18-12 í steðginum. Janus var næstbesti málskjúttin hjá ÍBV við seks málum. Dánjal skoraði eitt mál [...] vardi málið hjá KA í dag bleiv hann skrásettur fyri fýra bjargingar. Allan Norðberg er framvegis uttanfyri hjá KA við skaða. Komandi leygardag tekur ÍBV móti oddaliðnum, Vali úti í Heimey. Dagin eftir
Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu í kvøld ein frálíkan útisigur í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. ÍBV var á vitjan hjá Fram í Reykjavík. Heimaliðið var á odda 14-12 [...] 14-12 í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki var Fram á odda 19-15. Men so fekk ÍBV gongd á, og tá ein løta var farin var ÍBV á odda 23-22. Eftir tað megnaði ÍBV-leikararnir at halda høvdið kalt og knógva [...] knógva ein 30-29 sigur. Janus skoraði trý mál fyri ÍBV í kvøld. Dánjal var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV hesaferð. Sunnudagin verður føroyingauppgerð úti á Heimey, tá ÍBV tekur móti liðnum hjá Nicholas
Í mái mánað í fjør brunnu eini hús í grund í Sandvík. Og tá kom fram, at brandpostarnir, og vatnveitingin í bygdini, vóru í so ringum standi, at tað tarnaði arbeiðnum at sløkkja eldin. Tí gjørdi bygdaráðið [...] hesi viðurskiftini skuldu fáast í rættlag og tað skuldi vera skjótt. Men nú, hálvtannað ár seinni, er enn einki hent. Annars var ætlanin at fara undir arbeiðið seint í summar, beinanvegin tá ið bøurin [...] bøurin var sligin. Tað hendi ikki, men Janus Thomsen, borgarstjóri, vissar um, sjøtul verður settur á arbeiðið fyri jól. Hann sigur, at arbeiðið er komið í drag, tí tað hava ikki verið umstøður til tað av tí
ÍBV í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag. ÍBV var á Hafnarfirði og spældi móti Haukum. Haukar vunnu stórsigur 39-28. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-11. Føroyska málskjótingin var soltin í dag [...] dag. Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson skutu eitt mál í part fyri ÍBV. ÍBV er nummar seks í deildini við 10 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, Valur sum hevur 18 stig. 27. november verður fø [...] føroyingauppgerð í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, tá ÍBV tekur móti liðnum hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg, KA á heimavølli.
Seinnapartin vann føroyska liðið í Vestmannaoyggjunum, ÍBV 34-31 á Gróttu í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var ÍBV á odda 16-15. Føroyingarnir gjørdu aftur sítt fyri ÍBV. Dánjal [...] Dánjal Ragnarsson skoraði fýra mál og Janus Dam Djurhuus skoraði trý mál. Stóri leikarin hjá ÍBV í dag var Rúnar Kárason, ið skoraði heili 11 mál. ÍBV er nú nummar fimm í deildini við 10 stigum. Fýra stig