Tað stendur enn á gomlum nøglum hjá Nicholas Satchwell, Allani Norðfoss og liðfeløgunum í KA í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í dag tapti KA sjeynda dystin á rað, tá teir á heimavølli taptu 26-28 (14-13) fyri Fram.
Lukkutíð fyri KA tapti argasti kappingarneytin í niðurflytingarstríðnum, ÍR eisini í dag. ÍR tapti 26-37 (14-19) fyri FH á heimavølli.
Undan seinasta leikumfarinum hevur KA 11 stig, og ÍR hevur 10 stig.
2. páskadag spælir KA á útivølli móti Gróttu, og sama dag spælir ÍR á útivølli móti Fram.
Í dag skoraði Allan eitt mál fyri KA. Nicholas hevði eitt bjargingarprosent upp á 38 prosent í málinum ta tíðina hann vardi málið hjá KA.
Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV vunnu í dag stórsigur 38-24 (21-15) á Haukum á heimavølli úti í Heimey. Janus skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.
ÍBV liggur triðfremst í deildini við 28 stigum.
2. páskadag spælir ÍBV seinasta dystin í grundspælinum móti Vali á útivølli.