Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV tóku í dag á heimavølli móti Stjörnuni í fyrru fjórðingsfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
ÍBV vann málríka dystin 37-33. Í steðginum var ÍBV á odda 21-17.
Eitt skiftið í seinna hálvleiki var ÍBV greitt á odda 27-19, men Stjarnan fekk høvdið fyri seg og fekk spenning aftur í uppgerðina. Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var munurin minkaður til eina 33-30 leiðslu til ÍBV, men heimaliðið helt tørn seinastu minuttirnar og knógvaði sigurin heim.
Janus skoraði trý mál, meðan Dánjal ikki kom á máltalvuna hesaferð.
Komandi týskvøld klokkan 19 spælir ÍBV seinnu fjórðingsfinaluna móti Stjörnuni í Garðabær uttanfyri Reykjavík. Sigrar ÍBV aftur í Garðabær sleppa Janus og Dánjal at royna seg í hálvfinalunum í endaspælinum í bestu íslendsku deildini.