Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum vann seg í hálvfinalurnar

ÍBV var aftanfyri við fimm málum í steðginum, men endaði við at vinna seinnu fjórðingsfinaluna móti Stjörnuni við fýra málum

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu seg í kvøld í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV vann í kvøld seinnu fjórðingsfinaluna á Stjörnuni, ið var leikt í Garðabær.

 

Tað stóð einki til hjá ÍBV í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Stjarnan á odda 15-10.

 

Við einum góðum avriki í seinna hálvleiki eydnaðist tað ÍBV at vinna dystin 27-23. Fyrru fjórðingsfinaluna úti í Heimey vann ÍBV 37-33 (21-17). Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 2-0 fjórðingsfinalusigur.

 

Janus skoraði fýra mál. Dánjal kom ikki á máltalvuna í kvøld, men legði upp til tvey mál.