Árni skoraði og legði upp til mál

Í kvøld var KÍ frammanfyri við trimum málum, áðrenn 07 Vestur pyntaði um úrslitið

Framvegis gongur tað, sum tað gjørdi mest sum alt kappingarárið í fjør, tá ið KÍ er annar parturin. Í fjør vann KÍ við 77 stigum, sum er met. So framúr úrtøku rokna klaksvíkingar ikki at røkka í ár. Men higartil hevur tað gingið sum eftir ánni.

 

Í kvøld var KÍ á Dungasandi gestur hjá 07 Vestur, og KÍ vann 3-1, eftir at meistararnir vóru frammanfyri 3-0, inntil tað restaði eitt korter. Tá minkaði fyrrverandi KÍ spælarin Jasper Van Der Heyden um munin til 3-1. Hetta var fyrsta málið hjá Jasper Van Der Heyden í ár. Í fjør skoraði hann átta mál í landskappingini og eitt í kappingini um løgmanssteypið.

 

Hóast KÍ hevði skift onkrar av lyklaspælarunum út, so var tað ongantíð talan um, at spenningur fór at kveikjast av nýggjum, tí heimaliðið hevði ikki fleiri upplagdar møguleikar, og Markus Olsen Pettersen í KÍ málinum hevði ikki aðrar bjargingar síðstu løtuna, enn tá ið hann trygt tók bóltin í luftini.

 

KÍ avrikið í kvøld var meiri sannførandi, enn tað var sunnudagin, tá ið talan var um tepran 1-0 heimasigur ímóti EB/Streymi. Sunnudagin kendist tað sum um, at fleiri spælarar ikki vóru á toppinum eftir landsliðsviku, tá ið tað ikki vóru so nógvar venjingar heima í felagnum.

 

Árni Frederiksberg setti hol á, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir. KÍ vann horna í høgru, og Árni sendi bóltin beinleiðis í málið – heilt tætt undir handara krókinum.

 

Páll A. Klettskarð økti úr stuttari fjarstøðu og umvegis tvørtræið um munin til 2-0, tá ið tað restaði ein minuttir av fyrra hálvleiki. Uppleggið átti René Shaki Joensen, sum var framrættaður sentralur miðvallari í fyrra hálvleiki, og ikki kom á vøllin eftir steðgin.

 

Claes Philip Broberg, sum í kvøld var framrættaður í vinstru, økti um munin til 3-0, tá ið ein stórur tími var farin. Væl upplagdi Árni Frederiksberg átti uppleggið.

 

07 Vestur skifti í seinna hálvleiki fýra spælarar – Oddur Petersen, Eiler Fróðason, Høgna Egilstoft Nielsen og Albert Theis Nielsen – inn, men tað eydnaðist ongantíð av álvara at hótta favorittarnar.

 

Mikukvøldið fer 07 Vestur í Gundadal at hitta B36, og tá fer KÍ at spæla á Argjum.

 

 

 

 

 

07 Vestur – KÍ 1-3(0-2)

 

0-1: Árni Frederiksberg

 

0-2: Páll A. Klettskarð

 

0-3: Claes Philip Kronberg

 

1-3: Jasper Van Der Heyden

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Dánial Pauli Lervig, Rasmus Knudsen – Jasper Van Der Heyden, Magnus Holm Jacobsen, Jóannis á Steig – Janus Svabo Samuelsen. Uros Stojanov, Jóhann Hansson Joensen

 

KÍ: Markus Olsen Pettersen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Luc Kassi, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Philip Broberg