Fór til botns - verður nú tikin upp aftur

Talan er um ein bát, sum hevur ligið við bryggju í eina tíð

Útróðrarbáturin, sum sakk niður við bryggjuni í Leirvík hendan dagin, verður tikin upp aftur í dag.

 

Havnafútin, Janus Ryggshamar, sigur, at talan er um ein bát, sum ikki var í drift, men sum hevur ligið við brygju í eina tíð.

 

Men hví hann brádliga sakk, vita tey ikki.

 

##med2##

 

Hann sigur, at eftir ætlan verður báturin tikin upp aftur í dag, men hvat verður av honum veit hann ikki, tí tað er ein spurningur ímillum eigaran og tryggingina.

 

Myndirnar hevur ein lesari sent okkum.