alíkavæl, setur hann seg sum smakksdómara fyri hvat er góð og hvat er vánalig list. Hvat billar hann sær inn? Tað er ikki hansara uppgáva at siga, hvat er góð og hvat er vánalig list, tí tað er hann ikki sakkønur [...] IKKI at hava lisið álitið. Hvat stendur so í hesum vælsignaða álitinum? Jú, um eg skal siga mína meining, so er listaálitið (um tað verður góðtikið) við til at geva listafólkum umstøður til at yvirliva [...] armslongd. Hvat er so tað? Jú, tað vil siga tað sama sum, at pengar verða fluttir frá Mentamálastýrinum og til listaráðini. Hetta er við til at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá Mentamálastýrinum, og til at fáa
ein trupul støða. Tú sigur sjálv, at tú heldur, at dóttir tín er alt ov ung at sova saman við sjeikinum. Tú kennir títt barn best og hevur ábyrgdina av henni, til hon er 18 ár. Tá tú kennir á tær, at hon [...] kom við. Hvat heldur tú, at eg skal gera, Rigmor? Heilsan “Svigermamman” Góða ”svigermamman” Tú sigur, at sjeikurin er bæði fittur og skilagóður – ver tú glað fyri tað. Eg fái illa góðtikið, at tú dømir ein [...] eisini komið heim við einum fínum fana. Hevði tú so verið glað? Heldur skuldi tú verið opin og kanska lært nakað um tolsemi frá nýggja versoninum. Tì haldi eg, at tú eigur at bíta ”skommina” í teg, tá veitslan
Avrikamikli leikstjórin Andrias Høgenni hevur uppiborið sættu Geyta-tilnevning sína fyri tragikomiska stuttfilmin "Ikki illa meint". Andrias er føddur í 1988 og hevur lisið miðlafrøði á Syddansk Universitet [...] samrøða seg til eina uppgerð um teirra vinarlag orsakað av einari konflikt, sum er uppstaðin á netinum. Tað eru tvær veruligar hendingar, sum góvu mær íblástur til filmin. Tær havi eg samansjóðað til eina søgu [...] søgu. Hvussu fanst tú útav, at tú vildi arbeiða við filmi? - Áhugin fyri filmum hevur altíð verið har. Í 2005 gjørdi Agurk eina filmskapping, har eg og nøkur vinfólk gjørdu ein film um ein drong, sum vildi
eri hjá tannlækna, hvørjum føroyska máið líkist, tá eg avheinti børn, ella um tað veruliga eru so nógvir seyðir í Føroyum, tá eg eri til undirlívskanning, er fantastiskur. Nú ljóði eg kanska sum ein vána [...] sviar í hópatali skulu ferðast til Føroyar, hvussu starvsfelagirnir sum arga við, at Føroyar fóru at tapa 19-0, fingu ein frammaná, og hvussu Atlantic sendi "bussin" til Stockholm nakrar ferðir um vikuna [...] frá, og 56 minuttir eru spældir av landsdystinum Føroyar og Svøríki. Brádliga sigur maðurin: Hoyrdi tú? Eg við víðopnum eygum: Ja, eg haldi tað. Hann: Teir gjørdu MÀL!!! Eg: Føroyar-Svøríki 1-0, tað er
skipið, sum hevur røkt farleiðina í áravís, skal søkka ein góðveðursdag. Spurt verður, hvar sjúklingurin hevur lært at óttast siglingina. Hann kann hava kent onkran sum er farin á sjónum, ella viðkomandi [...] ein lætti fyri tey, tí tey sleppa undan at verða sett andlit til andlits við trupulleikan. Soleiðis kunnu mong ganga ár eftir ár, men tað hevur hinvegin eisini ein prís: At trupulleikin ikki verður loystur [...] Spurningurin til sjúklingin verður so aftur, um henda eina upplivingin skal hava ávirkan á allar hinar túrarnar, tú annars skuldi hava í góðveðri. Her kann sjúklingurin seta upp eina lista við øllum hugsandi
fylgt við. Millum annað tey, sum eru blind ella ikki fáa lisið. Til fólkatingsvalið valdi eg at senda allar mínar greinar út við teldutalu. Og eg lovaði, at til komandi val skuldi heimasíða floksins hava [...] sum ikki fáa lisið sjálv, og tey hava nú somu atgongd til síðuna sum onnur. Tey hava fingið javnbjóðis atgeingi. Javnbjóðis atgeingi er týdningarmikið Uttan tað hava ikki øll sama møguleika til informatión [...] tingsetu. Ja, til tað verður samtykt, tí eingin eigur at vera avskorin frá kunning orsakað av niðursettum virkisførleika. Nýggi møguleikin er skaptur við ReadIT Tað er forrit, ið lesur upp tekst, tú vilt hoyra
vánaligt orð, hvat merkir tað? Eg trívist ikki í einum bási. Eg geri bara tað, sum eg havi hug til. Um tú gert okkurt, sum følist rætt og gott, so er onki problem. OMR: Sært tú, hvar tú ert sum rithøvundur [...] søga hjá tær, sum ger heimin til eitt ríkari stað? TD: Nei, men onkur hevur sagt, at tey hava fingið okkurt burtur úr søgunum. Tað hjálpir. OMR: Skrivar tú fyri teg sjálvan ella fyri onnur? TD: Eg haldi, [...] ikki alt sagt fyrr. OMR: Jú, men onkuntíð sigur tú okkurt í eini søgu ella eini yrking, sum er sagt fyrr. Tú sigur tað bara á ein hátt, sum ongin hevur sagt tað fyrr. (TD tekur eina sigarett úr pakkanum
(mannligur) prestur? 2) Kanst tú samstarva við kvinnuligan prest bæði uttan og innan kirkjugátt? 3) Kanst tú víga eitt par, har annað ella bæði eru fráskild? 4) Kanst tú samstarva við fráskildan prest [...] Kanst tú samstarva við fráskildan prest, ið er giftur aftur, bæði uttan og innan kirkjugátt? 6) Vitl tú nokta at doypa børn hjá foreldrum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd? 7) Vilt tú nokta fólkum [...] Hvat er kirkjan, og hvat skal hon meina og standa fyri? Eg havi altíð verið so glaður fyri Kristusjáttan Pæturs í Matt. 16.18. Har sigur Jesus við Pætur: »Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir:
permuni stendur, at 35 miljónir eintøk eru seld av henni, og hava so nógv fólk lisið hana, má okkurt gott vera við henni - ella? Bókin er um ungu Anastasiu Steel og ríkmannin Christian Grey og teirra eggjandi [...] hon so sanniliga hevur brúk fyri at fáa svar uppá. Málið í bókini er beinleiðis vánaligt. Somu orð og setningar verða endurtikin umaftur og umaftur. Talið av samlegum í bókini ber ikki til at telja (tað er [...] lýsa eina orgasmu ella greði eru tey somu - ógvuliga troyttandi í longdini. Eg vil ikki viðmæla, at man lesur bókina sum eina skaldsøgu út í eitt - heldur sum erotiskan skaldskap, tá tú vilt eggjast. Eg
Skrivar oftani um sítt starv. Viðmerkingar til tíðindasendingar ella greinir, hon hevur lisið. Fær eina rúgvu av viðmerkingum, eftisum hon oftani er ein persónur, ið hevur vald. Vinirnir hjá hesum persóninum [...] oftani sitat um, hvat børnini hava gjørt og sagt. Til dømis " Í dag segði Emma, 2 ár fyrstu ferð - eg elski teg mamma". Foreldrini hava sjálvandi eisini egna heimasíðu ella bloggu til barnið, og tá nýtt [...] merkir ein ikki so nógv til á Facebook, heldur merkir tú hana, tá tit hittast til føðingardagar, og hon kennir tín mann, børn, verforeldur og arbeidsfelagar aftur við navni, og tú situr sum kánus - "Hvussu