Maðurin og eg sita í bilinum. Útvarpið er frá, og 56 minuttir eru spældir av landsdystinum Føroyar og Svøríki.
Brádliga sigur maðurin: Hoyrdi tú?
Eg við víðopnum eygum: Ja, eg haldi tað.
Hann: Teir gjørdu MÀL!!!
Eg: Føroyar-Svøríki 1-0, tað er fantastiskt!
Og so byrjaðu smsini, Skype, Facebook at plinga í telefonini. Eg svaraði, men mest sat eg og droymdi um, hvussu nógv hetta málið kundi broyta mítt lív.
Um Føroyar vunnu móti Svøríki, hevði hvør einasti svii brádliga vita, hvar Føroyar liggja, hvussu nógv fólk búgva har, hvat fyri mál vit tosa, og at vit faktiskt eru stak dugnalig í fótbólti.
Bara tankin um at sleppa frá at greiða frá, hví ongi trø vaksa í Føroyum, tá eg eri hjá tannlækna, hvørjum føroyska máið líkist, tá eg avheinti børn, ella um tað veruliga eru so nógvir seyðir í Føroyum, tá eg eri til undirlívskanning, er fantastiskur.
Nú ljóði eg kanska sum ein vána sendikvinna fyri okkara land, men tað eri eg ikki. Eg eri bara so innarliga troytt at svara somu spurningum umaftur og umaftur. Hava tey ikki lært um Norðurlond í skúlanum?
Eg yvirdrívi ikki, tá eg sigi, at eg í miðal svari uppá spurningar um Føroyar 2-3 ferðir um vikuna.
Tey, sum eru úr miðeystri og spyrja um Føroyar, skilji eg betur, at tey onki vita, tey hava nokk neyvan havt um okkara lítla oyggjaland í landalæru. Og tey spyrja ofta heilt aðrar spurningar - hvar liggja Føroyar, hvussu er býtið millum menn og kvinnur, og hvussu heitt er tað har?
Tankarnir um, at Føroyar skuldi gerast "kent" í Svøríki vóru fantastiskir hasar 8 minuttirnar. Eg sá fyri mær, hvussu sviar í hópatali skulu ferðast til Føroyar, hvussu starvsfelagirnir sum arga við, at Føroyar fóru at tapa 19-0, fingu ein frammaná, og hvussu Atlantic sendi "bussin" til Stockholm nakrar ferðir um vikuna.
Men tað gjørdist bara ein dreymur tíanverri - 8 minuttir eftir at Rógvi Baldvinsson gjørdið 1-0 málið fyri Føroyar, kontraði Svøríki við ikki bara einum, men tveimum málum.
Um sviar hava lært seg nakað um Føroyar av hesum, er ilt at siga. Eg má brynja meg við toli og vóna, at eydnan er betri 11 juni næsta ár.