Í Sosialinum tann 15. mars var avslørandi viðtala við løgtingsmannin og formannin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings, Jógvan á Lakjuni. Fyrst vil eg rósa Turið Kjølbro fyri at hon so snildisliga fekk allan tramansskapin fram í hesum manni.
Yvirskriftin var ?Listafólk eiga at vera lítillátin?. Eg vil fyrst siga eitt sindur um orðið ?lítillátin?. Orðabókin sigur: Ein, ið heldur lítið um seg sjálvan, lítið framførur, eyðmjúkur. Hetta er tað sum formaðurin í Mentanarnevnd Løgtings vil hava listafólkini í Føroyum at verða, lítillátin.
Eg var ein av teimum fáu listafólkunum, sum sat í tinginum, tá ið listaálitið var til aðalorðaskifti. Tað sum har varð sagt av nógvum politikkarum, føli eg skomm av, at tað nakrantíð kom fyri míni oyru.
Tann framferðarhátturin, sum Jógvan á Lakjuni brúkti, ja, tað orðið stendur eisini í orðabókini, og tað er óvitandi og í ringasta føri skít býttur. Hann segði millum annað á tingsins røðarapalli at: ?Álitið er komið nú?, sum um hetta álitið definerar mentanina, sum altíð hevur verið í Føroyum. Tað ger tað ikki. Hetta er eitt listaálit og ikki eitt álit, sum sigur hvat mentan er. Víðari segði hann at: ?Vit mugu viðgera tað álvarsligt?, og tað var faktiskt tað mest óseriøsa, sum var sagt tann dagin. Síðani segði hann, at teir í Fólkaflokkinum ikki høvdu havt stundir at gjøgnumganga álitið, men at mentanin altíð hevði staðið ovarlaga á stevnuskrá teirra, og so las hann úr eini stevnuskrá frá 1986, las okkurt um, at mentanin altíð hevði havt Fólkafloksins áhuga, men eftir sum teir ikki høvdu havt stundir at lisið álitið, so kundi hann bara snakka frá hjartanum, sum hann málbar seg. Hjartað hjá Jógvani á Lakjuni er ikki so reint, sum hann gongur runt og fortelur fólki, tað síggja vit í áðurnevndu grein í Sosialinum. Hann vil ikki stuðla samtíðarlistini, ella sum hann sigur: ?List sum hann ikki skilir?. Samtíðarlist, ella kontempurallist, hevur tað fyri at hon er framman fyri sína tíð, hon provokerar og hon setur fólki spurningar, sum ikki hoyra nútíðini til, sum so, hon er visioner. Formaðurin í Mentanarnevndini provokerar við ikki at lesa listaálitið ? hann provokerar við at gera seg sjálvan óvitandi, býttan. Men alíkavæl, setur hann seg sum smakksdómara fyri hvat er góð og hvat er vánalig list. Hvat billar hann sær inn? Tað er ikki hansara uppgáva at siga, hvat er góð og hvat er vánalig list, tí tað er hann ikki sakkønur í. Sakkønur, var eitt orð hann hefti seg við. Hann heldur, at um fleiri sakkøn fólk sita í eini nevnd, so fara tey at geva sær sjálvum nógvar pengar, men Jógvan á Lakjuni, soleiðis fungera ráðini ikki. Ein sakkønur er ein maður/kona, sum hevur skil fyri tí listagrein, sum hann/hon umboðar. Tað nyttar onki at seta ein smið at døma eina kakukapping. Tú má hava sakkøn fólk til hetta, og um eg skal nema við mítt egna umráði, so vildi eg hildið at ein bókmentafrøðingur, ein forlagsmaður og ein rithøvundur hava skil fyri bókmentum. Jógvan heldur eisini at tað er sera óheppið, at listafólk geva sær sjálvum pengar. Hetta er ikki politikkur. Vit kunnu ikki geva okkum sjálvum lønarhækkan ? vit kunnu ikki geva okkum sjálvum løn ella pengar. Vit, sum sita í ymiskum nevndum, sum hava við pengar at gera, kunnu bert geva øðrum pengar, øðrum sum hava fortjent at fingið pengar ella løn, tí at tey onkursvegna hava víst, at tey hava uppiborið at yvirliva sum listafólk.
Vell! Fyri at fara aftur til aðalorðaskiftið í Løgtinginum, so var tað eyðsæð, at formaðurin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings ikki, og eg endurtaki IKKI, hevði lisið listaálitið ?Mentan og Menning?. Tí, at tað sum hann fekk stamað fram á røðarapallinum, bar brá av einari fullgjørdari óvitan, ja, hann nærmast reypaði sær av IKKI at hava lisið álitið.
Hvat stendur so í hesum vælsignaða álitinum? Jú, um eg skal siga mína meining, so er listaálitið (um tað verður góðtikið) við til at geva listafólkum umstøður til at yvirliva, fyri at siga tað heilt stutt. Eisini verður snakkað um armslongd. Hvat er so tað? Jú, tað vil siga tað sama sum, at pengar verða fluttir frá Mentamálastýrinum og til listaráðini. Hetta er við til at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá Mentamálastýrinum, og til at fáa teir at handla eftir politiskum og etiskt forsvarligum reglum. Sum er, játta teir pengar til listatiltøk, men hava ongar kvalifikatiónir sum so til listarliga dygt, og tað koma ráðini at hava, tí at har sita sakkøn fólk, sum bæði kenna til list, og sum kenna til umhvørvið, har listin verður skapað.
Vit í Føroyum hava altíð havt listafólk, sum hava verið framman fyri sína tíð, bæði rithøvundar, listamálarar, týðarar (Victor Danielsen) og onnur listafólk við. Um vit skulu halda áfram við hesum, mugu vit fylgja við og stuðla hesum hartarbeiðandi partinum av samfelagnum.
Eg var á heimasíðini hjá KLYS, tað er tað svenska LISA, og har stóð áhugaverd grein um, hvussu politikkarar fara um samtíðarlistina í Europa ? eitt nú í Danmark. Teir fara so langt í síni áheitan á politikkarar, at teir siga, at tað sum hendir í Europa, er ikki minni enn brot á talufrælsi. Eg gevi teimum rætt. Um vit listafólk í Føroyum ikki fáa umstøður og tíð at skapa, og útinna føroyska list, so er tað óbeinleiðis brot á talufrælsi, tí at vit mugu arbeiða við øllum øðrum, so at vit hava ráð til at arbeiða við okkara listarligu evnum.
Mín áheitan til landsins politikkarar er, og eg haldi at eg kann tala vegna teir uml. 2000 limirnar, sum eru í LISA, at tit mugu læra tykkum at skilja mun ímillum list og mentan.
Hetta er eitt listaálit og ikki sum yvirskriftin sigur, eitt mentanarálit ? hetta handlar um at vit yvirliva, um at hava tíð at fáast við tað sum vit duga. Og tí er tað sera óheppið, at formaðurin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings í bløðunum og á tingsins røðarapalli, niðursetur okkum á henda hátt, tí at vit vilja ikki verða vístir fram sum okkurt slag av sjálvsamari apu, sum bara rakar inn undir seg alt sum liggur fyri. Vit vilja bara yvirliva.









