Sjeikurin sær ræðuligur út
Til Spyrst so livst
Møguliga eri eg bara gamaldags og snerput, men eg havi fingið ein trupulleika, sum eg ikki rættiliga fái tosað við nakran um.
Herfyri kom 17 ára gamla dóttir okkara heim við sínum fyrsta sjeiki, og forelskilsið lýsir av teimum báðum. Sjeikurin er bæði fittur og skilagóður, MEN hann hevur so nógvar ringar í oyrum og varrum, umframt eina stóra tatovering upp eftir hálsinum, at ein ommudóttir hjá okkum ræddist hann. Sjálv haldi eg eisini, at hann sær ræðuligur út.
Trupulleikin er, at skjótt skulu eg og maðurin halda stórt silvurbrúdleyp við á leið 200 gestum. Men fyri at siga tað bart út, so skammist eg so við at vísa nýggja svigarsonin fram, at eg helst vildi, at hann ikki kom við.
Hvat heldur tú, at eg skal gera, Rigmor?
Heilsan “Svigermamman”
Góða ”svigermamman”
Tú sigur, at sjeikurin er bæði fittur og skilagóður – ver tú glað fyri tað. Eg fái illa góðtikið, at tú dømir ein fittan og skilagóðan drong út frá útsjóndini. Dóttir tín kundi eisini komið heim við einum fínum fana. Hevði tú so verið glað?
Heldur skuldi tú verið opin og kanska lært nakað um tolsemi frá nýggja versoninum. Tì haldi eg, at tú eigur at bíta ”skommina” í teg, tá veitslan verður.
v. rigmor
--
Ov ung at sova saman
Góða Rigmor
Skal eg loyva hesum?
Dóttur mín er 15 ár, hon hevur leingi havt áhuga fyri dreingjum. Nú hevur hon so ein sjeik. Sjeikurin, sum er javngamal við hana, gongur inn til okkara, og nú spyr hon, um tey kunnu sova saman. Eg havi sagt nei, tí eg haldi, at hon er alt ov ung. Samstundis veit eg ikki rættuliga, um eg eri ov strong, tí vilja tey hava kynsligt samband, so orðna tey tað nokk kortini. Eg vil bara ikki, at hon ger nakað, sum hon angrar seinni.
Mamman
--
Góða mamman
Eg skilji væl, at hetta er ein trupul støða. Tú sigur sjálv, at tú heldur, at dóttir tín er alt ov ung at sova saman við sjeikinum. Tú kennir títt barn best og hevur ábyrgdina av henni, til hon er 18 ár. Tá tú kennir á tær, at hon er alt ov ung, so er tað júst har títt mark gongur – og tað skalt tú halda fast við.
Tað er ymiskt, hvussu búgvin 15 ára gomul eru, og tí er tað umráðandi, at tú kennir tíni egnu mørk og ger tey greið fyri dóttrini.
Viðvíkjandi tí kynsliga kunnu vit skjótt staðfesta, at unga parið longu er kynsbúgvið, og tey eru sum so ikki ov ungt at fara í song saman – hvørki sambært lógini ella náttúruni. Kanska moralurin sigur nakað annað? Men tey kunnu sjálvandi hava sex, óansæð um tey sleppa at sova saman ella ikki. Tí er umráðandi, at tú tosar við dóttrina um fyribyrging.
Er hon ov ung at sova saman við sjeikinum, er hon eisini ov ung at gerast mamma.
v. rigmor
--
Omman og abbin liva ósunt
Hey Rigmor
Altso. Eg havi tað so ringt við, at foreldrini hjá manninum liva so ósunt. Tey bæði roykja og viga alt ov nógv. Eg leggi líka í, hvat tey sjálvi gera, men eg ynski ikki, at børnini hjá okkum (6 og 9 ár) skulu læra hendan keðiliga lívsstílin hjá ommuni og abbanum. So børnini sova næstan ongantíð hjá teimum. Hetta halda tey sjálvandi vera løgið, tí børnini sova ofta hjá mammu mínari. Maður mín heldur meg vera ein snobb, og vit skeldast ofta um hetta. Hvussu heldur tú, at eg skal takla hendan trupulleika?
Heilsan Morgunfrúan
Góða Morgunfrúa
Eftir mínum tykki er títt dilemma eitt grelt dømi um, hvussu heilsufanatisma kann sigra at hundinum til: At ein ”syndafullur” lívsstílur hevur við sær, at omman og abbin sleppa ikki at hava barnabørnini sovandi.
Omman og abbin eru ikki kriminel, og fyri børnini eru tey helst nógv virðismiklari enn hasi bagatellini, sum tú hongur teg í. Tey eru upphavið hjá manni tínum og harvið eisini børnunum, og skulu sjálvandi ikki veljast frá, bara tí tú kundi hugsað tær, at øll vóru líka sum tú og tíni.
Ger nakrar avtalur við tey gomlu um ikki at roykja í sama rúmi sum børnini. Og fyri at reinsa ringu samvitskuna, kanst tú so geva teimum eina banan ella tvær við, tá tey skulu sova hjá ommuni og abbanum.
Tað er so líðandi vorðið heilt legalt at hetsa roykjarar og yvirvektað fólk – eisini alment. Tey eru minni verd enn onnur, tí tey hava ikki ”kontrol” á sær sjálvum. Tað hevur snøgt sagt ikki eydnast teimum at ”eydnast”.
Tað er so lætt sloppið at stigmatisera ávísar bólkar, tí teir ikki hóska inn í ráðandi rákið, har sanni vegurin til paradís liggur í at gerast so gomul sum til ber, og ikki at liggja samfelagnum til byrðu.
Hetta er ein vandaleið. Og mær líkar at vita, hvørji verða tey næstu, sum ikki hóska inn í poleraða felagsskapin. Kanska bileigarar, kjøtetarar, krympireyvar, fólkapensionistar, gardinpimparar ella foreldur við brekaðum børnum?
v. rigmor