Kongaríkið í Bábýlon

Nú stundar til jóla ? handlarnir eru stúgvandi fullir av vørum, sýnisgluggarnir lokka við alskyns marglæti ? tað er bert at velja og vraka.

 

Ása undir Kletti


Her eru øll tey røttu ?merkini? ? In Wear, Bitte, Kello Vero Moda, ja, alt, tú kanst hugsa tær - ella eg kann hugsa mær.Tími kortini ikki ordiliga at keypa nakað. Gangi bara runt og ?osi?.

Hvat er tað, sum ger, at eygu míni dragast hagar ?Brio? og Fisher Price skeltini eru? Hvussu ber tað til at eg, sum havi havt rættiliga góðan hug at keypt mær eitthvørt nýtt til jóla, nú gangi framvið alt hetta og stýri beina kós yvir til ?Baby? deildina? Hví eru BR og Daddan knappliga so lokkandi?

Hugurin snýr seg um juniordýnur, juniorseingjarsett, ja alt, har tú kanst seta tað magiska orðið ?Junior? frammanfyri. Mystiskt.

Lancome, Estee Lauder og Rimmel eru ikki longur spennandi. Nei, Natusan og Boots, Huggies, Pampers, Libero Medium, light ella ultra light (haldi eg) við sooooo nógvum súgvievni, tað er áhugavert og verður viðgjørt í størsta álvara og á hægsta stigi! Hetta er so torskild og fløkjaslig ein verð, at tørvur er á einum blæukoyrikorti! Eg má fara at tosa við mína vinkonu úti á Handilsskúlanum ? hon má skipa fyri einari skeiðsrøð í stundini.

Nógvar spennandi bøkur eru komnar á marknaðin í ár. Kirsten Thorup hevur skrivað skaldsøguna ?Bonsai? ? eg havi lisið á alnetinum, at hon er við í kappingini um bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2001. Hon er ein gløgg kona. Og hon er í góðum selskapi. Oddvør Johansen er eisini har. Sig so tað!

Hanne Vibeke Holst, hon, tit vita við ?Min Mosters Migræne? og Therese Skårup trilogiini, er altíð verd at lesa, Bergtóra við ?suðinum?, Kazuo Ishiguro, hann sum skrivaði ?Remains of the day?, hevur í ár skrivað eina sera spennandi detektivroman, sigst. Hetta er alt sera sera gott og áhugavert, men hvat kemur hetta mær við, hvat leggi eg í tað? Bøkurnar, sum ?allar bevístar (úti)arbeiðandi konur eiga at lesa? eru onkursvegna skúgvaðar eitt vet til viks. Tær eru ikki longur eitt ?must? hjá mær. So einfalt er tað! Okkurt annað og nógv meiri týðandi mál er á skránni:

Hevur Bókasølan í SMS barnarímurnar hjá Hans Andriasi á goymslu!

Kári sær, at her er spinnandi galið, her má okkurt gerast beinanvegin ? konan er desperat. Hann vissar meg um, at hon fæst ? er júst prentað uppaftur, og eg kann aftur anda frítt.

Meðan er var inni á netinum fann eg - kanska av tilvild? - eina fantastiska heimasíðu, ?Bjørnegrotten?.Hetta var rættur fongur - har kundi eg ordiliga dusa mær. Aktivitetssentur, (ja, nú eitur tað ikki grulvigarður longur) og pedagogisk leika í øllum prísløgum. Á, tað var ein sonn frøði fyri eygað. Eg gjørdist heilt býtt av øllum hesum. Ranglur, bítiringar, ?aktivitetsslangur? (tað eitur tað) og froskur, sum blunkar, trýstir tú hann á búkin.

Kongaríkið í Babylon, Abbi tín er ríkur , Lítli beiggi ? eg murri rímurnar frá morgni til myrkurs.

Løgið ? sjálvir Mendelsson Bartholdy, Palestrina og okkara egni Sunnleif má víkja fyri barnarímunum hjá Hans Andriasi og Kulum Rótum. Eg má læra meg onkrar nýggjar rímur uttanat hetta til jóla!

Lesi bløðini dagliga ? eyguni skimma síðurnar, aftur okkurt um fullveldi og onkur hissini tíðindi frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Ikki keðiligt.

Í Ameriku klandrast tey um, hvør skal ráða tey næstu fýra árini. Bla, bla, bla??

Síggi, at Sosialurin hevur uppskrift frá Okkara kokkum við í blaðnum, men, hygga síggj, ein onnur uppskrift er eisini: Bindiuppskriftin hesa vikuna: Hetta er vorðið sum ? eyguni flyta seg sum magnetar yvir á tekstin:

?Genser, lue og votter 6-9 mdr.? Soleiðis ljóða tey lokkandi orðini frá Gjestal í Norra! Hvat skal eg við tíðindum um kríggj og armóð, klandur og stríð, Annfinn og Jóannes, tá eg, enntá á høgru síðu í Sosialinum, kann hugna mær við einari bindiuppskrift!

Tit hava uttan iva longu gitt hvat hendi í 2000!

Eg eri blivin omma!

Gleðilig jól.

Ása