besta aldri í bygdini hevur verið ein rættiligur smeitur. Í 1860 búðu bert 338 fólk í allari sóknini. Tá hava tey verið nakað fleiri. Sosiala trygdin var lítil og eingin, so tað hevur ikki verið lætt hjá [...] smildur. Abbi var einaferð spurdur: “Hvat ger tú við allar teir pengar, tú fortjenar.” “Ja, eg seti teir í tólv bankar.” Her hugsaði hann um børnini. Tað var ikki so býtt sagt. Tá hevði hann framvegis 12, tí [...] sosialismu, sum kom meira fram á Tvøroyri enn aðra staðni í Føroyum. Mamman kom úr Puntabyrgi, sum hevur neyvt samband við føroyska fakfelagssøgu og eisini missiónssøgu. Kendir mammubeiggjar vóru Gunnar
partur Pápi mín doyði so ungur, at tað er nokk so avmarkað, hvat vit vita um hann umframt tað, sum stendur í bókini Fylking. Men tíbetur hevur hann lagt eftir seg nakað av skrivligum tilfari, sum lýsir [...] av sjúklingum, hann var saman við á sjúkrahúsum í Danmark. Serliga hevur hann fingið slíkar sangir frá einum, sum kallaðist Emil Sørensen úr Valby, sum nú er partur av Keypmannahavn. Emil skrivaði eina ferð [...] eisini dugað at hugna sær. Pápi hevur annars verið ein maður við ordan í sínum tingum. Hann førdi neyvan roknskap fyri hvønn ordra fyri at ramma myndir inn, sum hann hevur gjørt fyri fólk. Fyri hvønn ordra
kunna fortelja orðarætt, hvat prestur hevði sagt í prædikuni, so ungur hann var. Og kundi hann ikki tað, varð hann sligin. Abbi Poul var eisini bondskur á annan hátt. Tað var sagt um hann, at tá ið hann [...] arbeiðarabýlingurin á Tvøroyri. Frágreiðingin fyri hesum heiti er, at gamla kirkjan stóð her, og hevur upprunanavnið væl verið Kirkjuválur ella Kirkeval á donskum. Tað komu nógvir skotskir fiskimenn inn [...] við endan. Mamman var ófør. At skulla arbeiða á fiskaplássinum allan dagin og hava seks børn, tað hevur ikki verið lætt. Men soleiðis var tað hjá nógvum. Sjálvi fingu tey hús í 1951. Tá fingu tey grundstykki
ein sera myndug kvinna og gjørdist skúlastjóri á Tvøroyri. Hon hevur eisini skrivað søguna hjá skúlaskapinum í Froðbiar sókn. Hon hevur verið kelda til fleiri av frásøgnunum í røðini Hendur ið Sleptu [...] realskúlan. “Hevur tú tað?” “Ja, hinar genturnar í klassanum hava eisini skrivað seg.” “Tað er í lagi,” segði pápi, “men eitt skal tú vita. Tú sleppur ikki út úr skúlanum, fyrr enn tú hevur fingið eksamin [...] Pauli og Edna vóru lítil. Her var lív og musikkur. Tað hevur verið deiligt. Og nú er tað tað sama heima hjá Paula eisini. Hvørt oyra gjørdi mun Sum sagt høvdu vit tann fyrimun, at vit áttu jørð í húsinum.
Neyvan nakranatíð hevur Tjóðpallurin rakt eitt so aktuelt evni, sum við nýggja leikinum »The Danny Crowe Show«, sum leggur beint í øgiligu trongdina at gerast kendur – kosta hvat tað kosta vil. Í kendu [...] Í fýra mánaðir hevur hon verið runt í arbeiðarabýunum í norðuronglandi og leita eftir tí ordiligu pínuni, tí ektaðu neyðini. Tá hon so møtir tí unga Peter og systir hansara Tiffany hevur hon funnið ársins [...] Danny Crowe. Stutt sagt: Ein livandi gysarafilmur inni í eini dagligstovu av eini tragediu – akkurát nakað fyri Danny Enn betri verður tað, tá Peter ein dagin kemur og fortelur, at hann hevur stungið pápa sín
heilt galið, og tað var keðilig, tí eg vildi fegin fingið við, hvat teir høvdu upp á hjartað - lyriskt. Okkurt spennandi og nýskapandi hevur tað helst verið, serliga orsaka referancunum til vísutónleikin [...] at blaka kaskadur av ljósareyðum ljósi út yvir áksoðararnar. At byrja við var pallurin tómur, bæði hvat viðvíkti mennsikjum og ljóði, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn tónleikur og ein yrkjarakendur upplestur [...] var tíverri ikki av tí besta. Tað var so at sig ómøguligt at hoyra nakað av tí, sum var sungið ella sagt av pallinum. Ljóðið leyp stutt og greitt saman, og ljóðmyndin var alt ov botnutt og var eitt stórt
at fáa minst. Men ein fyritreyt fyri, at rætt verður stuðlað, hevur verið og er, at TAKS hevur eitt effektivt eftirlit, men eitt tílíkt hevur Fólkaflokkurin altíð forað fyri. Og tí er skilið, sum tað er [...] óskiljandi støði. Fólksins ognir eru stolnar og verða veðsettar fyri milliónaupphæddir. Hvat mundu fólkafloksmenninir sagt, um onkur av okkum veðsetti hús teirra fyri milliónaupphæddir. Strámenn hava eisini [...] soleiðis at øll fáa somu møguleikar. Fólkafloksins skattaskipan eigur eisiniat fáa eitt skot fyri bógvin. Hvat líkist tað, at nøkur - við høgum inntøkum - sleppa undan at gjalda skatt, onnur sleppa sjálv at avgera
Gilli Sørensen, sum er settur í samband við AaB og felagsliðið, Vendsyssel FF, ið spælir í næstbestu deildini í Danmark. Tað er ongin ivi í sinninum á unga tvøramanninum hvat hann vil. Hann hevur fyrr roynt [...] og hetta er seinasta útkall hjá mær, sigur 21 ára gamli Gilli Sørensen. »Fái einki gjørt« Sum støðan er í løtuni, so hevur Gilli Sørensen lítla ávirkan á tað, sum hendir. Tað er nú ein samráðingarspurningur [...] blíva samd um ein prís, sigur Gilli, ið hevur sáttmála við B36 til og við endan av komandi kappingarári. In.fo skrivaði fyrr í summar, at prísurin fyri Gilla Sørensen er ein sekssiffrað upphædd. – Eg ætli
væl, men hann hevur kanska ikki júst røddina til so harðan rocktónleik. Um tónleikaslagið var eitt sindur melidiøst hevði Andrias veruliga kunna víst sínar dygdir, sum hann uttan iva hevur. Lawetz var fimti [...] sluppu Bracket uppum høgu gáttina til finaluna í Prix Føroyum í Norðurlandahúsinum. Ongantíð í ár hevur so stórur spenningur verið um, hvør bólkur skuldi sleppa víðari í finaluna, og hvør skuldi sleppa [...] pallinum leygarkvøldið, har allir skuldu prógva sínar dygdir sum tónleikarar og harvið tryggja sær antin eitt finalupláss ella eitt hálvfinalupláss. Hesaferð gjørdist tað eysturoyarbólkurin, Bracket, sum
sum stovnar e.l. men ein primitivur politiskur hugsanarháttur, sum einans hevur til endamál at tæna sjálvsøknum áhugamálum. Antin við at tæna vinum og kenningum, og síðani sær sjálvum. Ella bara fyri at [...] tað oblikatoriska niðurstøðan. “Hvat skuldu vit gjørt uttan olju?”. Jú rætt er, vit eru tíanverri enn bundin at olju. Men tað er líkasum ikki málið, ella? Ella tá onkur hevur funnið eina mynd av einum brennandi [...] heldur eftir “manninum heldur enn bóltinum”. Eg veit væl at KVF ikki altíð hevur rætt. Men eg vil altíð hava møguleikan at hoyra hvat óheftir journalistar halda um eitt mál. Serliga tá eg eri ósamdur. Og her