Neyvan nakranatíð hevur Tjóðpallurin rakt eitt so aktuelt evni, sum við nýggja leikinum »The Danny Crowe Show«, sum leggur beint í øgiligu trongdina at gerast kendur – kosta hvat tað kosta vil. Í kendu sjónvarpsendiningin hjá Danny Crowe er ongin skomm eftir øllum at døma ov stór til at hon ikki kann skaffa tær nakrar minuttir á skíggjanum. Tvørturímóti. Jú størri skomm ella perversari atburð, tú hevur at bjóða, jú størri er kjansurin fyri at gerast stjørna. Og sum Peter, annar av høvuðspersónunum staðfestir
»Hetta er modernaða verðin. Tú fært bara ein kjans, um tú ikki vilt enda í gloymskuni«
Og tey eru fleiri sum eru fús at hjálpa honum. Ikki minst produsarin, sum heldur ikki má førsøma sín seinasta møguleika hjá Danny Crowe, tá hann algoystur ringir til hann
»Um eg ikki kann skaffa tær tað ráasta botnfalli til mánadagin, so blaka meg út – gev mær bara ein kjans afturat Danny«
Ársins neyðardýr
Í leikinum er endingin »The Danny Crowe Show« eitt av teimum stóru moralsku íkastunum til 21. øld. Eitt reality-talkshow við seks milliónum hyggjarum, har tú kann gerast stjørnan, um bara lagnan hevur verið nóg hørð við teg.
Til Danny Crowe koma øll tey neyðstøddu og fátæku, tey sum eru ov feit, tey sum eru misbrúkt, enntá tey sum eru um at doyggja av krabbameini koma til Danny fyri at fáa linna og hjálp, og sleppa á skíggjan.
Magda er ein av teimum sum arbeiðir við at finna akkurát tær røttu lagnurnar til Danny. Í fýra mánaðir hevur hon verið runt í arbeiðarabýunum í norðuronglandi og leita eftir tí ordiligu pínuni, tí ektaðu neyðini. Tá hon so møtir tí unga Peter og systir hansara Tiffany hevur hon funnið ársins show. Hesuferð vil so eisini sjeikurin hjá Magda, produsarin Miles hava sín part av køkuni, sum fer við at hitta tæð bæði ungu, har mamman tók lívið av sær, og pápin hevur pínt og plágað børnini alt teirra lív. Tey liva sum villdjór, hava hvørki telefon, útvarp ella sjónvarp og – tað besta av øllum – tey eru nokk tey einastu í landinum sum aldrin hava hoyrt um Danny Crowe. Stutt sagt: Ein livandi gysarafilmur inni í eini dagligstovu av eini tragediu – akkurát nakað fyri Danny
Enn betri verður tað, tá Peter ein dagin kemur og fortelur, at hann hevur stungið pápa sín við einum breyðknívi og at pápin nú liggur deyður heima á køksgólvinum. Og nú vil Peter sleppa í sjónvarpið at fortelja sína søgu fyri allari verðini.
Trupulleikin er bara, at líkið av pápanum er horvið ...
Beint í tíðarandan
Leikurin kann nokk best lýsast sum ein tragikomedia, har stuttleikin fjalir yvir eina djúpa ræðlsu fyri veruligum kenslum, manglandi evni til at skapa verulig sambond við tey, sum veruliga hava týdning í tínum lívið og skammleysa útnyttan av øðrum menniskjum til egnan fyrimun.
Sum nevnt rakar søgan beint í eina tíð, har slíkar sjónvarpssendingar bara gerast fleiri, tí áhugin fyri teimum eftir øllum at døma er ómettandi. Uttan iva er hetta tó ein leikur, sum serliga tey ungu fara at kenna seg aftur í – ikki minst tí tilsipingarnar til sendingar sum Paradise Hotel og Robinson og kanska eisini X-Factor ikki eru heilt av leið.
KASSI
»The Danny Crowe Show« á Tjóðpallinum
Leikstjórn og pallmynd hevur Mikkel Harder Munck-Hansen staðið fyri.
Leikarar eru Beinta Clothier, Kristina O. Sørensen, Ria Tórgarð, Bárður Persson, Hjálmar Dam og Hans Tórgarð.
Ljósdesign Árni Baldvinsson, búnar Katrin Bonde, ljóð Alexander Gaard, smyrsl og hár Drós Djurhuus og Marjun Olsen, pallsmíð og tekniskum snildum Símun Pauli Hansen og David Geyti.
Frumsýning er á Meiarínum mikudagin 24. mars k. 19.30, spælt verður aftur hósdagin og fríggjadagin kl. 19.30.










