Gev mær meir Bellmann!

Bólkurin, sum fekk æruna av at inntaka stóra pallin sum hin fyrsti, var svenski bólkurin Movits.

Sambært yvirlitinum yvir luttakandi bólkar á G! 2011, er Movits kendur fyri at vera “vælsvingandi og festligur”. Hetta vóru orð, sum góvu festivalgestunum vónir um ein bólk, sum kundu leggja tónleik til eitt gott uttandura ball, og skapa akkurát tær vibratiónirnar, sum vóru neyðugar, fyri at halda hitanum í kuldanum.

Tá Movits fór á pall, vóru ikki so nógv fólk sum ein kanska hevði væntað, men tað gekk ikki long tíð áðrenn sandurin so at siga var hálvfullur. Movits løgdu út við at blaka kaskadur av ljósareyðum ljósi út yvir áksoðararnar. At byrja við var pallurin tómur, bæði hvat viðvíkti mennsikjum og ljóði, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn tónleikur og ein yrkjarakendur upplestur fylti tómleikan. Tónleikurin og upplesturin broyttist spakuliga til vísukendan tónleik, sum sviar sum kunnugt eru víðakendir fyri, við nøvnum sum fevna so víða sum frá eldri yrkjarum og sangarum sum Bellmann, Sven Bertil – og Evert Taube til nýggjari ræddir sum Bjørn Afzelius og eisini Lisu Ekdahl. Henda inndraganin av vísukendum tónleiki er tó ikki so løgin, tí navnið Movits vísur til faðir Movits, sum er ein karakterur í Epistlunum av Fredman, sum Bellmann yrkti yvir eitt tíðarskeið uppá 20 ár.

Pallurin á sandinum var stórur til teir tríggjar menninar, sum nú komu inn á pallin við stórum armrørslum, íklæddir klædningi, hvítari skjúrtu, Run DMC skóm, tað vil siga sneakers, og við einari rættari stórbýarattitudu, sum var ein sterkur mótsetningur til tað forsangarin seinni í konsertini greiddi frá, at teir høvdu røtur í einum lítlum svenskum býi, sum kallast Luleå.

Tónleikurin var sanniliga eisini eitt virvar av millum annað soul, mamba, funk og rap, so tá Movits verður lýstur sum ein bólkur, sum spælir swing blandað við hip hop, var hetta ikki heilt av leið. Teir tríggir liminir, vóru so fullir av lívi, orku og ótamdari spæligleði, at hetta skjótt plantaði seg í áskoðarafjøldina, sum avgjørt fekk rørt seg, um tað so stóðst av hugi til at dansa ella av kulda. Men ljóðið var tíverri ikki av tí besta. Tað var so at sig ómøguligt at hoyra nakað av tí, sum var sungið ella sagt av pallinum. Ljóðið leyp stutt og greitt saman, og ljóðmyndin var alt ov botnutt og var eitt stórt rót. Ljóðið var til at liva við, um ein stóð beint framman fyri ljóðteltinum, men fór tú eitt lítið sindur út til síðurnar, var heilt galið, og tað var keðilig, tí eg vildi fegin fingið við, hvat teir høvdu upp á hjartað - lyriskt.

Okkurt spennandi og nýskapandi hevur tað helst verið, serliga orsaka referancunum til vísutónleikin, og tað hevði verið gott, tí tónleikurin hjá Movits í sær sjálvum bleiv skjótt rættuliga einstáttaður og keðiligur, og var ikki nóg fjølbroyttur til at bera ein góðan, heilan tíma.

At alt eisini var playback uttan saxofonin, vokalurin og gittarin var sjálvsagt eisini eitt minus. Men hipster tónleikur var tað í stóran mun, gevi eg unga manninum, sum stóð við síðuna av okkum rætt í. Har var tann rætta attitudan, tey røttu útrykkini, rørslurnar, klæðini og alt tað heila. Men eg haldi, at eitt sindur av bara onkrum serligum, ella lat okkum bara kallað tað øðrvísi ella nýskapandi, hevði verið við til at gjørt upplivingina betur, bæði so og so. Mann bleiv tíverri alt ov skjótt troyttur av Movits og hevði hug at fara. Troyttur av antin av bara at standa og lurta eftir orðum, tú ikki hoyrdi, og/ella av at dansa á sandi. - So bleytur er hann heldur ikki.


post@sosialurin.fo


--



Myndatekstur:

Har var rætta attitudan, røttu útrykkini, rørslurnar, klæðini og alt tað heila. Men okkurt øðrvísi ella nýskapandi, hevði verið við til at gjørt upplivingina betur

Mynd: Jens Kristian Vang