nummar 2 á róðrinum á heimasjógvi leygardagin. Hjá seksmannaførum við monnum fer Snopprikkur at liggja í miðjuni, meðan Sølmundur liggur undir liðini á honum við nummar 4. Eysturoyingur vann róðurin á norðoyastevnu [...] Eysturoyingi. Tað at bátarnir ikki hava somikið sum eitt veruligt neyst at standa í, bendir á, at kappróðurin á eystara armi av Skálafjørðinum ikki hevur nógvar vinir seinastu árini. Men kappróðurin er ongantíð [...] komið upp á pláss við keypinum, og kollfirðingar høvdu áhuga í hesum bátinum, varð avtala gjørd við Sámal um at byggja enn eitt 10-mannafar. Og fólk lata sera væl at nýggja Eysturoyinginum, og á norðoyastevnu
ætlanir eru um at geva Barnablaðið út í forvitnisligari sniði og í litum. Annars er nýggj lærarabók á veg við upplýsingum um tey ið starvast og hava starvast innan føroyska fólkaskúlan. [...] Olsen Føroya Lærarafelag hevði aðalfund fríggjadagin 5. juni, grundlógardagin. Yvir 200 limir vóru á fundi. Andras L. Samuelsen segði í formansfrágreiðing síni, at loyvt var nú aftur limum at søkja størv [...] ið lærarafelagið kundi hugsað sær. Andras L. Samuelsen segði eisini, at verður meira arbeiði lagt á lærararnar, so má tað fáa avleiðingar fyri lønina. Allýst arbeiðstíð Tosað hevur verið um at fáa lýst
danir er merkt av, at danir hava eina meiri realisitiska áskoðan á viðurskiftini í Føroyum nú, enn teir hava havt. T.d. kravdu teir á sinni, at vit skuldu at útbyggja sosial- og heilsuverkið. Nú hava [...] tað fella til danska Statin. Tvs, at vit eru tryggjað endurgjald fyri at hava yvirtikið Føroya Banka á skeivum grundarlag. Hinvegin er tað óvist um danski landskassin fær eitt oyra. Eg haldi, at tað liggur [...] donskum ráðharra at svølgt. Hetta er eitt stríð, sum vit kunnu stríðast um í allar ævir, men sum ongan veg førir. Orðavalið verður litað Marita Petersen sigur skuldu vit lagt sak ímóti dønum, høvdu vit ivaleyst
ortodoksa russiska kirkjan við teimum vøkru »leyk-kuplunum«, sum sæst langan veg, og fleiri av skeltunum í býnum eru skrivað á bæði estlendskum og russiskum. Í dag eru russarar illa lýddir í Estlandi, og [...] burtur úr sær sjálvum. Teir eru ikki beinleiðis fyrikomandi, men eru heldur ikki avvísandi og minna á sín hátt á føroyingar: Teir siga ikki so nógv, men eru ikki ófólkaligir fyri tað. Ein bretskur tíðindamaður [...] tey sum rokna við at gera nøkur røvarakeyp til sovjettiskar prísir, verða tikin á bóli. Tað mesta kostar nakað tað sama sum á okkara leiðum, og harafturat er úrvalið ikki serliga stórt í mun til aðrastaðni
landslæknin og sjúkrahússtjórin. Á veg av fundi omanaftur til ?Thorshavn?, rendu teir seg í stóra mannfjøld, sum kringsetti teir, og teir vóru slignir og sparkaðir. Teir vóru førdir á løgverjustøðina, har teir [...] vera við á hesum fínu fundum. Elkær-Hansen gjørdist amtmaður á Borgundarhólmi, tá ið hann fór úr Føroyum. Í 1970 fór fram stórbroyting í kommunala bygnaðinum í Danmørkini, ein broyting, sum á summum økjum [...] Elkær Hansen varð borin í heim í 1915. Pápin var lærari og strongdi á at fáa børnini at læra. Niels tók studentsprógv í Sorø og fór síðani á lærda háskúlan at lesa búskaparfrøði og stjórnmálafrøði. Hann var
einki yvir at dylja, at fótbóltsstøðan á Tvøroyri er ring í løtuni. Næstseinasta vikuskifti tapti TB 0-7 í Havn móti B36, og leygardagin var aftur galið, tá B68 vann 5-0 á Sevmýri. Eydnan hevur ikki hildið [...] støðuni, sum hon var leygardagin. Tá Magni Hentze noyddist út, var Óli Johannesen longu farin sama veg. Út fyri tvey gul kort, sum vóru í heldur bíligara endanum, men sum altso góvu eitt reytt tilsamans [...] fyrru hálvu. TB skal heilt niður í 4. deild eftir eykamonnum, so tað er lagt upp til strævnar tíðir á Sevmýri. TB hevði annars staðið seg væl móti toftamonnum í fyrra hálvleiki. Men tað var B68, ið fekk
hann hevur tosað við trolmenn og teir siga, at á summum leiðum sum eru lætnar upp fyri troli heilt inn á seks fjórðingar, var óneyðugt at fara longuri nn enn á níggju fjórðingar, tí innari er ongin flatfiskur [...] hann friðar leiðir og soleiðis sum hann letur aðrar leiðir upp fyri fiskiskapi. Hetta luktar langan veg av, at hann og hansara umsiting ikki tosa við partarnar í fiskivinnuni, sum tiltøkini ávirka, áðrenn [...] óneyðugt at friða fyri snellu, tí teir dagar, tað var roynandi hjá smábátum fyri veður, kundu teljast á aðrari hondini. Men vit skulu leggja okkum í geyma, at hetta øki, sum hevur verið friðað, eisini fyri
Benkur eru á hvørjari síðu á kassanum, og ein stong er sett mitt í, so fólk kunnu sita og halda sær í, meðan tey fara teir umleið 58 metrarnar frá fastlandinum yvir í Stakkin og øvugtan veg, sigur Birgir [...] í ár eru tvær ferðir gjørdar, og báðu ferð er nýggi kassin nýttur. Á fyrru ferðini var bara ein lítil bólkur á umleið 15 fólk, men á seinnu ferðin vóru 80 fólk við. Tað hava verið útlendingar í báðum førum [...] sum var áðrenn, høvdu fólk ikki benkur at sita á ella stong at halda sær í. Nýggi kassin er eisini fluttur nakað upp í mun til strongin. Ferðafólkini sita tí á linju ella omanfyri strongin. Hetta ger tað
hann av og á. Sigmundur kennir seg bert tryggan í einum føri. Hann hevur fingið at vita, at myndugleikarnir ikki hava loyvi at gera honum nakað, seta hann í geglið ella á annan hátt gera seg inn á hann. Ikki [...] ferðavinnuni. Nú vetrartíð er, eru eini 25 - 30 hitastig. Í løtuni er eitt eldgos virkið á oynni. 48 ára gamli Sigmundur býr á góðum hotelli og hevur allar hentleikar, sjónvarp, telefon o.s.fr.. Hann sigur seg [...] sjónvarpinum á fronskum. Tað er einki við at hyggja, tá tú ikki skilir málið, sigur Sigmundur. Ikki sørt at kenslan av at verða eygleiddur, er til staðar. Telefonin hjá Sigmundi ringir av og á um næturnar
2-0 á B36 á Skálafjarðarstevnuni seinasta leygardag. Eins og HB skal NSÍ eisini til Suðuroyar, har teir sunnudagin skulu spæla á Tvøroyri móti botnliðnum TB. Umframt, at HB verður oddalið aftan á hetta [...] aftan á sunnudagin, eisini um teir vinna á NSÍ. Tvørámenn hava bert fingið tvey stig burtur úr sínum fyrstu sjey dystum, og málúrtøkan sær heldur ikki serliga tespilig út. Trý stig eru upp til ÍF á næstniðasta [...] teir vinna á Tvøroyri, sær tað gott út hjá teimum ungu monnunum av Runavíkarleiðini. NSÍ byrjaði árið væl, men tapti so sannførandi í tveimum dystum á rað móti HB og KÍ. Men síðani er glið komið á aftur, og