Onnur grindin í Suðuroy í ár hevur nú lagt beinini. Tað var beint eftir klokkan 18 í kvøld, at grind varð funnin stutt úr landið vestanfyri Vágseiði og hon varð rikin til Fámjins. Raksturin gekst væl og [...] eina 80 hval, men sýslumaðurin kann ikki siga, hvussu hon verður býtt fyrrenn hann veit, hvussu nógv grind, talan er um
Í løtuni er ein grind uttan fyri Vágar. - Beint nú er hon einar fýra fjóðringar suður úr Vágum, og vit hava fingið at vita, at talan er ikki um nakað stóra grind. Enn vita vit ikki, hvussu nógvar hval
Ein grind legði beinini á Viðvík í dag. Tað ljóðaði, at talan var um eina stóra grind, og sum skilst var hon eisini stór, tá hon var funnin. Spurningurin var, um grindin skuldi haldast til á Viðvík ella
Fyri løtu síðani bleiv ein grind funnin í Haraldssundi. Talan er um eina lítla grind, og roknað verður við, at har eru um 20 til 30 hval. Hetta váttar Jens Jensen, sum er sýslumaður í Eysturoyar og Norðoya
lidnar at selja alt, sum tær høvdu við sær. Á marknaðarplássinum var eisini maður, sum seldi turra grind, spik og ymiskt annað úr havinum. Várið stundar til, og nú eru rogn eisini vorðin partur av útboðnum [...] góðan bita úr Vágsbotni nú seinnapartin, hava enn ein møguleika, tí enn stendur maðurin, sum hevur grind, spik og føroysk rogn í sínum vøruútboði.
Dam Jensen, grindaformaður. Hann fegnast um, at grind er hildin til í Kollafirði aftur. – Hetta er ein søguligur dagur. Tað eru út við 40 ár síðan, at grind er hildin til her seinast, sigur hann. Grindin
Fyri einari løtu síðani fekk politiið fráboðan um eina grind. Tveir bátar eru hjá grindini, sum fyri løtu síðani var í Sundalagnum við munnan til Kollafjørð, sigur vakthavandi hjá politinum. Boðini eru [...] grindin verður hildin til hvørja løtu í Kollafirði. Innan fyri hálvan tíma. Talan er um eina lítla grind, og har eru nokk av fólki.
tið í dag varð boðað frá grind út fyri Glyvursnesi. Grindin varð sædd úr landið, har hon fór suðureftir beint fram við landið. Mett var, at talan er um eina heilt lítla grind, kanska einir 15 hvalir. Bátar
GRIND Um áttatíðina fríggjakvøldið var drápið liðugt. 63 hval høvdu løgdu beinini, og var hetta nakað meira enn mett. Seðlarnir komu út klokkan trý leygarnáttina. Tilsamans var talan um 264 skinn. Hóast [...] Drápspartar eru ongir, men býtt verður alt eftir, hvar í oynni mest tørvur er. Hvalbingar og onnur fingu grind fyri ikki so langari tíð síðani, og tí varð hesaferð býtt til syðru helvt av Suðuroynni, hóast hvalirnir
Ein grind legði beinini í Tjørnuvík í dag, og tað er fyrsta grindin har, sum fólk vita um. Tjørnuvík hevur ikki verið hvalvág, men bleiv fyri nøkrum árum síðani góðkend sum royndarhvalvág. Fyrsta royndin [...] einar átta minuttir. Umleið 40 bátar vóru við í rakstrinum. -Hetta er fyrstu ferð, nakar veit um, at grind er deyð á sandinum í Tjørnuvík, sigur tjørnuvíkingurin Asbjørn Djurhuus við Norðlýsið. Sí eisini myndatema