ODDAGREIN: Fólkadráp ella grindadráp

Kári á Rógvi, løgtingsaður, kundi rætt­i­liga fing­ið oyr­ini í mask­in­una fyri Hol­o­caust-teld­u­post­in, hann s­endi einum týskum fanatiskum um­hvørv­is­ak­t­i­visti.

Vit kunnu skjótt verða samd um, at tað ikki er serliga smart, at ein løg­tings­mað­ur sendir slíkar insinuerandi mail­ar til umhvørvisaktivistar.

Men. Og her er eitt stórt MEN. Hví kunnu vit ikki skjóta aft­ur, tá vit vit fáa so nógv­ar so ljót­ar og so niðr­andi mail­ar um okk­um, sum ikki virða hvala-mann­a­rætt­indi? Vit her á red­ak­ti­ón­ini fáa helst all­ar teir mail­ar, sum Kári á Rógvi og utt­an iva øll hini ting­fólk­ini fáa. Tá Miðla­hús­ið hevði Lars Løkke Ras­mus­sen á vitj­an í febr­u­ar í fjør segði hann, at for­sæt­is­mál­a­ráð­ið hvønn ein­asta dag fær fleiri grind­a­mót­mæli - og at grinda­mót­mæl­i eru tað, sum fylli­r mest í for­sæt­is­ráð­num við­víkj­andi Før­oy­um. So onk­u­staðni ­hava hesi grind­a­mót­mæli týd­n­ing, hó­ast hesi fólk tykj­ast rætt­i­lig­a marg­i­nal­i­ser­að - at tey helst næstan ong­a­staðni verða tikin fyri fult.

Vit upplivdu tað her á redaktiónini í summ­ar, at hesin sami týski »um­hvørv­is­fel­ags­skap­ur­in« ringdi til blað­stjór­an og spurdi, um tað passaði, at sand­ing­ar høvdu hild­ið eini grind um nátt­ina, og ikki drip­ið hana fyrr enn morg­un­in eft­ir. Jú, tað pass­aði, kundu vit vátta. So varð spurt, um tað pass­aði, at hval­ir­nir vórðu bundn­ir til bát­ar­nar alla nátt­ina? Tá fór blað­stjór­in at flenna, og royndi at greiða frá, at tað hevði ver­ið ein ó­møg­u­lig upp­gáva...

Tað er á slíkum støði, tað gongur fyri seg. Vit hava eisini fleiri ferðir - mest sum til stutt­leika spei­rik­ið týsk­ar­ar og ong­lend­ing­ar við, at tá teirra lond eru hild­in upp­at við at drepa fólk, so kunnu tey koma aftur at disk­u­tera við okkum um grind. Tá verða tey fá­mælt, tí hetta kann ikki sam­an­ber­ast. Nei, tað kann ikki samanberast, at ong­lend­ing­ar og týsk­arar drepa fólk, með­an almennu Føroyar, sum ikki hava drip­ið fólk síðani skæl­ings­systk­ini vórðu av­rætt­að á Krák­u­steini í 1706 – við at drepa grind...

Dan­mark sendir eisini sína lands­menn í deyð­an. Higartil eru eini 40 ung­ir dan­ir send­ir í deyð­an í Af­ghan­i­­stan, og gongst sum ætlað, so verða eini 40 ungir danir afturat sendir í deyð­an har. Altso danska stjórnini ætl­ar, at krígg­ið í Af­ghan­i­st­an skal kosta um­leið 80 ungum dønum lívið.
Jú, onkur mót­mæl­ir. Vit vildu sæð ein um­­hvørv­is­fel­ags­skap ella manna­rætt­ind­a­fel­ags­skap, sum setti lond sum Dan­mark, Týsk­land, Ong­land og onn­ur lond, sum drepa fólk, á svarta­lista. Tá mann­drá­p­ið er steðg­að, so kunnu vit disk­u­tera grinda­drápið.

Ókey, tað er ikki rætt at arga við Hol­o­caust. Men tað so avgjørt rætt at seta lond, sum ganga inn fyri fólk­a­drápi upp ímóti londum, sum tildømis drepa grind og ikki hava dripið fólk í yv­ir 300 ár!